hósdagur 19. mars 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
tíðindablaðið
—
mt
frá handli
til handil
Orð: Randi
Myndir: Kalmar
Nr. 33 — 19. mars 1987
Ein heilsøla er meira enn ein bygningur við
goymslu og handli. Tað er eisini at fara út
at selja — og ikki minst at koyra út við
verum. Sosialurin hevur verið ein dag við
verubilinum úr Havn norður til Víkar
Tað småregnadi, og
mjørkin lá oman yvir
Havnini, tá vit fyri viku
síðani fóru ein túr norður
eftir oyggj við Poul Erik
Jensen. Í einum stórum
verubili hjá P/F Poul
Hansen.
— Tit skuldu heldur
verið komin við í gjár, ti
tá var av allar fagrasta
veðri, sigur Poul Erik
— Tað ringasta, eg
veit, er at koyra í mjørka
Tað er nógv verri enn
hálka, haldi eg. Mjørkin
er so troyttandi fyri eyg-
uni.
Longri vit koma norður
eftir, ljósari verður tað.
Arbeiðið hjá Poul Erik
er hvenn dag at koyra út
á bygd við veru fyri P/F
Poul Hansen. Månadag
koyrir hann vid frukt
seinnapartin bygd úr
bygd, tysdag er hann i
Sandoynni, mikudag og
friggjadag i Vestmanna
og hósdag. sum tá Sosial-
urin var við honum,
gongur leiðin norður
gjøgnum Sundalagið.
Henda dagin fara vit ikki
longri enn til Víkar, men
vanliga er handilin í
Tjørnuvik tann seinasti,
hann vitjar hósdag.
— Mánadag, tá eg
koyri við frukt, er tann
longsti túrurin. Fyrra-
partin eri eg í Havn og
koyri, og um tvey trý
tíðina fari eg norður eftir
við frukt. Fyrst til Vest-
manna, so gjøgnum allar
bygdirnar norður til Víkar
og so til Eiðis. Tann túr-
urin tekur einar seks tim-
ar. sigur Poul Erik
Ikki ov langt
Hann er ikki troyttur av ti
nógvu koyringini. Veit
ikki av tíðini. So langt er
tað heldur ikki. Tá var
nógv ímillum fyrr, tá hann
arbeiddi niðri og koyrdi úr
Danmark til Noregs og
Sveríkis. Tá plagdi hann
at vera burtur i dagavis
koyrdi um náttina mest
Tað kundi onkuntid vera
svevnligt
Poul Erik koyrir altíð
einsamallur. Tað dámar
honum best. Hann býr í
Kollafirði, og tá hann
hevur tømt bilin, nýtist
honum ikki at fara aftur
til Havnar við nekrum
”
ce