Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Á Bjarki Højgaard hevur verið íðin tjóðveldismaður heilt frá ungdómsárum. Hann var eisini við at stovna Unga Tjóðveldið fyri tjúgu árum síðani, men nú setir hann eitt stórt spurnartekin við, um tey fólk, sum í dag standa á odda í Tjóðveldisflokk- inum eru fer fyri at lyfta arvin eftir teimum gomlu undangongufólkunum. — Lat meg siga tað so- leiðis. Allar góðar kreftir bæði innan Tjóðveldis- flokkin og Javnadarflokk- in, sum hava verið við til at stovna hesar flokkar, hava upprunaliga verið hugsjónarmenn. Tað ivist eg ikki i. P.M. Dam og Erlendur Patursson hava verið kapasitetar hvers líkar tíverri ikki finnast í dag. Sum frálíður — nú tosi eg um Tjóðveldis- flokkin — eru reddirnar viknaðar, sum áður róptu upp um sjálvstýri og egið vald á hesum klettum. Onnur smá mál hava stungið seg inn ímillum tey upprunaligu stevnu- miðini. Og teir sum nú taka eftir teimum gomlu. eru ikki forir fyri at lyfta arvin eftir teimum. Teir lata seg velja inn meguligar samgongur og nevndir i allar Teir gerast breyðpolitikkarar sum jinans hugsa um at verða valdir aftur Gjógvin niður til veljaran gerst størri og størri og áhugin fyri politikki so hvort sum sanna andlit teirra kemur fram, sigur Bjarki Høj Minkandi áhugi fyri politikki Spurdur um hann heldur at tann minkandi áhugin fyri politikki stavar frá politikarunum, sigur hann — Ja, tad er sjålvsagt Hvat nyttar tað at engagera seg politiskt, um tað tú hevur at bera fram ikki kemur fram á log tingspalli, hóast tínir egnu fólkavaldu menn hava játtað at gera hetta? Eg havi sjálvur slitið mínar barnaskógvar í politiskum ungmannafe- lagi, har vit legdu ymisk mål fyri okkara folkavaldu legtingsmenn. Ikki eitt av teimum varð lagt fram í Legtinginum, hóast teir sótu og nikkaðu so pent á hverjum fundi hjá okkum, tí vit blivu jú potentiellir veljarar einaferð. Og hyggja vit eftir hvar ið teir legtingsmenn og landsstýrismenn innan Tjóðveldisflokkin koma, so hevur eingin av teimum nakrantíð verið limur í Unga Tjóðveldinum. Teir verða rekrutteraðir alla meguliga aðrastaðni frá. Nr. 34 — 21. mars 1987 Loysingamaður til min doyggjandi dag Men eg tori ikki at taka loysing við teirri manning vit hava í dag. Nú eru bert breyðpolitikarar eftir í Tjóðveldis- flokkinum, sum ikki eru førir fyri at lyfta arvin eftir teim- um gomlu, sigur Bjarki Højgaard, tjóðveldismaður. Tað var Bjarki, sum var við at stovna Unga Tjóðveldið fyri 20 árum síðani. Hvussu skal ein ungur tjóðveldismaður tá hava áhuga at gera eitt arbeiði innan ein slíkan flokk. Og taka vit ungdómin sum heild, so er áhugin fyri politikki ógvuliga lítil. Ti eingin lítur longur á ein fólkavaldan legtings- mann. Ein líkasæla hevur breitt seg út ímillum ungdómin, og tað má vera ein smeitur fyri okkara sovnevnda sigur hann. — Kann tað so vera líka mikið hver ið situr í einum demokrati, landsstýri? — Av øllum illum vil eg heldur hava tjóðveldis- menn og javnaðarmenn at sita har. Annars er svarið ja. — Gera okkara fólka- valdu so onga nyttu? — Fyri tað fyrsta, so vil eg koma við hesum pá- standi: Eingin politikkari «fødir» eitt hugskot av sær sjálvum. Hugskotið kemur av getuni. Hann metir onkrum floksfelaga antin á fundi ella aðra- staðni. Er tað nakað høpi í uppskotinum og hann metir tað kann tæna honum (og flokkinum). so leggur hann tað fram. Verður tað framt, ja so fær hann æruna av tí Verður tað ikki framt, ja so fær onkur annar skuld- ina fyri tað. Hyggja vit so okkum um í okkara lítla fiskivinnusamfelagi i At- lantshavinum, so er eingin styring og eingin skipan i ti sum fer fram. Hundrað- tals miljónir eru mistar innan fiskivinnuna, handilsflotan og ídnaðin á landi. Taka vit alivinn- una, okkara framtíðar- vinna, so er heldur ikki har nøkur samskipað ætlan gjørd. Taka vit idn- adin, ja so mugu privatir taka um endan (her hugsi eg um Sundsdepilin), fyri at fåa ein styring i lag. Og Føroya Landsstyri i sinum maktarloysi roynir at spenna fot fyri hesum fyritakssemi. Soleidis kundi eg hildið fram. Fólkakirkjan einasta sjálvstýris- uppskotið Bjarki heldur ikki, at hetta landsstýrið kann sigast at vera nakað sjålv- stýrislandsstýri. Einasta sjálvstýrisuppskotið í hes- um valskeiðnum er upp- skotið um yvirtøku av fólkakirkjuni, men hetta varð felt. Um undirgrundina, sum er eitt sera aktuelt evni sigur Bjarki, at hetta er eitt mál, sum er av al- stórum týdningi fyri okk- um. Vit tann danska stjórnin jú meira ella minni seldi rættin til at utvinna vita at olju úr t undirgrundini til Møller sekstiarunum lonsku A.P einaferð tá ið oljar var bilig pg nakra olju har. I En ildi at X.P 60.000,- fyri hesi rættindi Tann danska Møller batalti einar i stjórnin sum soleiðis hevur mist llan rættin til sína egnu indirgrund (vit tosa her grund. Her eiga vit at maður og standa sum eir £ krevja rætt okkara. Mei aftur siggja vit her hvussu ið løgtingsmenn — okkara egnu landsmenn tó ikki tjóðveldismenn og javnað armenn royna at selja t av okkara ognum Hernaðarmálið — ein farsa Hernaðarmálið er ein farsa varð bygd i ti skeiðinum, tå ið P.M. Dam såli var løg- maður. Eg stóð sjálvur á keiuni tá ið P.M. Dam kom úr Danmark við Tjaldrinum og váttaði frá brúgvaveinginum, at eingin hersteð skuldi byggjast undir hansara stýri, sigur Bjarki Høj- gaard og heldur fram: Segan sigur okkum nú nakað annað. Eg havi gingið kravgongur fyri meg, og nú ganga synirnir hjá mær kravgongu fyri friði niðan til ta somu - Nato-stødin