Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mars 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mary Ann skrivar úr Nicaragua Kooperativið Camilo Ortega, Nicaragua, í februar. Eftir at hava koyrt 15-20 km suður úr býnum Matagalpa — t.e. góðar tveir tímar niðan í fjøllini eftir vánaligum vegum — kemur lastbilur okkara til kooperativið Camilo Or- tega. Kooperativið liggur ovarlaga á eini fjallasíðu — so ovarlaga, at okur hinumegin dalin síggja yvir tær ómetaligu vidd- irnar av fjallatindum, ið breiða seg sum eitt hav niðriundir okkum. Her búgva tær 22 familjurnar, ið fyri tveim- um árum síðan fluttu higar at dyrka tær 224 manzanas (uml. 125 ha.), sum staturin keypti til teirra frá einum góðs- eigara. Her á fjallasíðuni dyrka tey fyrst og fremst kaffi, sum tey selja, men eisini mais og brúnar benir til egna nýtslu, um- framt at tey halda mjólki- neyt. Vóru fátækir jarðararbeiðarar Ein av stigtakarunum til at stovna kooperativið, José Angel Miranda López, greiðir okkum sjey europeisku brigadistum, ið eru komnir higar at lut- taka í gerandislívi teirra, «Vit vóru fátækir jarð- ararbeiðarar, teir flestu áttu ikki jerð sjálvir. Flestu okkara arbeiddu hjá einum góðseigara á eini stórari hacienda her nærhendis fyri lítla og onga len. Men í 1981, tá jarðar- reformurin varð settur í verk, vendi bóndafelags- skapurin UNAG (Union Nacional de Agricultores y Ganadores, maj) sær til okkara og spurdi, um vit Fyrr átti ein góðseigari jørðina. Nú er hon felags hjá 22 nicaraguanskum familjum. Hetta er betri lív hjá teimum. Men ikki er lætt hjá øllum at venja seg við tað, tí tey kenna einki annað til enn at trælka fyri onnur. Nú skulu tey læra at hava ábyrgd hevdu áhuga fyri at stovna eitt kooperativ. Vit høvdu jú ongantíð átt jerð, so tað vildu vit heldur enn fegnir>. Teir greiða frá Teir sita einir seks lágir mans og nikka samtykkj- andi. Einans tveir stólar eru, so restin situr á rís- posum á hesi lítlu skriv- stovuni, ið eisini verður nýtt sum goymsla fyri handilsverurnar, tann nýggi lastbilurin dagliga flytir teimum úr Mata- galpa. Gólvið er tann bera mold frá gummistivlum teirra. Klokkan er átta á kveldi — teir eru júst lidnir við at turka og bera inn tað kaffið, sum í morgin skal flytast til Matagalpa. José López heldur fram: <Vit mettust so tíggju mans og stovnaðu kooperativið formliga. Saman við UNAG fóru vit so undir arbeiðið fyri at fáa jorð. Teir (Landbúnaðar- málaráðið, maj) bjóðaðu okkum jerð ymsa staðni, m.a. í San Dionysio og Sébaco, har vit kundu dyrka kál, leyk og tomat- ir. Vit vóru og kannaðu hesi tilboð, men okkum dámdi tey ikki. Slíkt eru vit ikki vanir at dyrka, so vit tóku ikki við tilboð- unum. Okkara «øki» er kaffi, mais og benir. Vit vóru eisini enn ov fáir til at byrja — einans tíggju mans. So vit hildu fram við at leita eftir aðrari jerð, samstundis sum vit royndu at fáa aðrar limir í kooperativ- i», greiðir José Lopez frá. $ Misrøkt al 1984 eydnaðist tað. Teir bjóðaðu okkum hesa hacienda'ina. Staturin keypti hana frá fyrr- verandi góðseigaranum fyri tvær miljónir cordób- as. Kvinnan, sum átti jerðina, hevði tríggjar synir. Men ein var farin til USA, og tað sigst at hinir báðir drukku illa, so jørðin varð ikki rekt. So hon seldi statinum hesa jerð- ina, sum síðani varð givin okkum at dyrka. Formliga byrjaðu vit í mars 1985 at arbeiða her. Alt var merkt av at vera illa hildið, og bleðini á kaffitrøunum vóru gul av misrekt. Nógv arbeiði hevur verið av tí. Men nú er hetta um at koma í rættlag>, sigur José López. Trødin var lítil Soleiðis fingu hesir bend- urnir egna jerð at dyrka. Men hvussu livdu teir fyrr? Vertur mín, Domingo López, greiðir frá: «I eini 'comarca' her nærhendis høvdu vit eina lítla trød, sum eg og bróður mínir hevdu fingið í arv frá pápa okkara. Her dyrkaðu vit kaffi, mais og benir, men einans til húsbrúk. Eg var elstur, so so hvert breður mínir giftust og fingu bern, máttu teir flyta burtur við familjum sínum tí troðin var ov lítil til meiri enn eina familju. Triggjar dagar um vik- una kundi eg arbeiða fyri meg sjálvan, men hinar triggjar mátti eg arbeiða fyri góðseigaran á eini stórari hacienda her nær- hendis. Trupulleikin við at býta vikuna soleiðis upp var, at triggjar dagar um vikuna at arbeiða fyri meg sjálv- an var alt ov lítið. Fyri t.d. at gera tann eina manzanain (0,56 ha, maj), har eg dyrkaði mais, til reiðar, nýttust mær átta dagar. Og fýra dagar til tann hálva manzanain, har eg hevði benir. Hetta arbeiði skuldi gerast fyrst í mei áðrenn regntíðin kom. Men tað tók mær ein heilan mánaða, áðrenn eg hevði fingið hesar 12 dagarnar, tí arbeiðið hjá mær sjálvum varð alla tíðina steðgað við at eg mátti arbeiða hjá góðs- eigaranum. Men soleiðis kravdi góðseigarin tað>, greiðir Domingo mær frá. Góðseigarin ráddi Domingo heldur fram: <Vanligt var at arbeiða «ajusto« (eftir avtalu, maj). Hetta fór soleiðis fram, at <el patrón> gav mær eitt <tilboð> um eitt ávíst arbeiði, sum hann vildi lata so og so nógv fyri at fáa gjørt. T.d. kom hann ein dagin og segði við meg: <Henda fjórð- ings-manzanain skalt tú gera til reiðar til sáðingar. Tú fært ein dag at gera INT. 34 På | HM", 17 tað i, og tú fær átta cór- dobas fyri tað>. «Nei», kundi eg so siga, <mær nýtist tveir dagar at gera hetta arbeiði, og eg skal hava 15 cordóbas fyri tað>. Men tað nyttaði alt onki. Eg hevði onki í at velja. At arbeiða «ajusto» merkti bara, at eg mátti ger: tað, hann kravdi, fyri dag-len, hann ásetti. jálvsut megnaði eg mátti liðugt dagin eftir, fáa nakað eyka fyri a arbeiða ein dag meiri». <Soleiðis var altid», greiðir vertur mín mær frá. <Tað var altíð <el patrón>, sum Vann». Eiga og dyrka nú í felag Tá hetta kooperativið varð stovnað fluttu Domingo López og familja hansara higar. <Tað er nógv betur at vera í kooperativi>, sigur hann avgjørdur á málinum. <Her taka vit sjálvir allar avgerðir saman. «Hetta er eitt CAS- kooperativ (Cooperativa Agricola Sandinista, maj)», heldur Domingo fram. «Ta merkir, at vit eiga og dyrka jerðina í felag. Býta uppgávurnar millum sín Vit eru 28 limir, sum býta ymsar arbeiðsuppgávur millum okkara. Tríggir hevuðsbólkar eru: Ein bólkur, sum átetur sær at viga, vaska og turka kaffi- berini, ein bólkur av ar- beiðformonnum, sum hava leiðsluna av ar- beiðinum i kaffiakrunum, og ein, sum skipar fyri Framhald å sidu 18 > i FOR var EN = ET