hósdagur 26. mars 1987síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
>
Upplýsing er amboð
hjá fakfeløgunum
Upplýsingarfelagsskap-
ur Verkamanna hevur nú
havt sítt fyrsta skeið.
Skeiðið varð hildið sein-
asta vikuskifti í Havn á
Ferðamannaheiminum
hjá Feroya Arbeiðara-
felag.
Skeiðið hevði
arbeiðsrættur. Næsta
vikuskiftið er aftur
skeið, við heitinum
heitið
álitismannaskipanin og
trygdarumboðsskipanin.
Áhugin vísir seg at
Lisbeth Petersen, for-
kvinna í sosialu
nevnd hjá Tórshavn-
ar býráð, er ikki heilt
negd við greinina í
Sosialinum týsdagin
um Ellisheimið.
Tað vóru býráðs-
skrivarin og sosial-
deildarleiðarin, sum
segdu Petru Hansen
vera stórur í fakfeløgun-
um fyri at koma á skeið.
Skeiðið um arbeiðsrætt
var fullteknad, og til
næsta skeiðið er langur
bíðilisti. 20 fólk sleppa
til hvert skeiðið.
Átta fakfelog eru limir
í Upplýsingarfelagsskapi
Verkamanna, og tey
hava oll hevi til at senda
limir á skeiðini.
— Hetta er ein góður
máti at styrkja fakfelog-
ini, vóru fólk samd um.
upp. Sosiala nevnd
bara góðkendi upp-
segnina.
Lisbeth Petersen
heldur tað vera skeivt
at skriva, at sosiala
nevnd fekk bræv frá
álitiskvinnuni
Jastrud Clementsen.
Lisbeth fekk bræv.
At hinir limirnir í
sosialu nevnd fingu
sama bræv veit
Lisbeth ikki annað
um, enn at tað hevur
staðið í blødunum.
Fyrrapartsstarv
Frá 1. mai, meguliga fyrr, hava vit i
umleid 5 månadar bruk fyri einum av-
loysara fyri barnagarðslærara.
Meira fæst at vita við at venda sær
til barnagarðin.
Drotning Ingridar
Meiniaheitst 5
TIf. 122 53
Upplýsingar-
felagsskapur Verka-
manna eigur at halda
fram við skeiðvirksem-
inum og geva so nógvum
sum gjørligt møguleika
at sleppa á skeið. Í
hvussu er eiga allir
nevndarlimir og onnur
álitisfólk at fáa slíka út-
búgving. var ein niður-
staða.
Eisini at
randi
Fakfelagsfólk:
ikki arbeiðsrætt
sum tann danska
Arbeiðsrætturin heldur við arbeiðsgevarum
Arbeiðsósemjur verða ikki
loystar upp á sama máta í
Feroyum sum í Danmark.
Høvudsmunurin er, at vit
í Førovum íkki hava
nakran arbeiðsrætt. Ar-
beiðsrætturin í Danmark
dømir, tá annar parturin
hevur brotið såttmålan,
og avgerðin kann takast
eftir fáum døgum.
I Feroyum tekur tað
ofta langa tid at loysa ar-
beiðsósemjur. Tað kann
vera ein meinbogi bæði
hjá fakfeløgum og arbeids-
gevarum. Men ein ar-
beiðsrætt sum tann
danska er einki at ynskja
sær, hildu luttakararnir á
skeiðinum hjá UV sein-
asta vikuskifti.
Tað var sakferarin
Trygvi Jacobsen, sum á
skeiðinum greiddi frá
donsku skipanini, og
saman við honum saman-
mettu luttakararnir við
foroysk viðurskifti.
Tey stóru fakfeløgini í
Danmark velja tilsamans
seks umboð í Arbeiðs-
rættin og 14 tiltakslimir.
Helst í rættin
við felagnum
Lík er til, at antin Føroya
rættur ella ein gerðar-
rættur noyðist uppí fyri at
fáa greiði á, hver nevndin
er í Tórshavnar Komm-
unala Starvs- og Tæn-
astumannafelag.
Felagið gongur í tveim-
um. Tveir aðalfundir hava
verið, ið hver valdi sína
nevnd. At felagið ikki
kann arbeiða upp á henda
mátan, eru báðir partar
samdir um.
Tað tekur drúgva tíð at
fáa svar, um Feroya
Rættur skal døma. Gerð-
arrættur er skjótari og
kann taka avgerð eftir fá-
um degum, um báðir part-
ar eru sinnaðir at fáa eina
loysn.
Hver nevnd er lóglig,
og hver aðalfundur var
lógligur veldst um, hvat
viðtekurnar fyri felagið
siga. Báðir partar siga seg
hava rætt út frá viðtek-
unum.
Annar parturin hevði
eykaaðalfund fyri góðari
viku síðan. Nevndin, sum
tá varð vald, er Petra
Hansen, Poul Niclasen,
Óluva Isaksen, Marna
Debes og Grimhild
Gregoriussen. Forkvinna
er Petra Hansen.
Hin parturin hevði aðal-
fund í seinastu viku og
valdi í nevnd Øssur
Simonsen, Brynjolv
Ellingsgaard, Jónsvein
Lamhauge, Fanny
Joensen og Marin Kristnu
Persson. Formaður í hesi
nevndini er Øssur Simon-
sen.
randi
Arbeiðsgevararnir velja
tað sama. Oll fakfeløg eru
ikki umboðað í Arbeiðs-
rættinum. Dómararnir,
sum partarnir velja í Ar-
beiðsrættin nýtast íkki
at vera løgfrødingar. Teir
útpeika so aftur formann,
triggjar næstformenn,
tveir tiltakslimir og skriv-
ara. Formansskapurin
skal vera løgfrødingar, og
oftast eru teir dómarar í
Hægstarætti ella Lands-
rættinum, og hava so
hetta arbeiðið afturat.
Dómararnir verða allir
valdir bara fyri trý ár í
senn. Ikki sum í vanliga
rættinum, har teir verða
valdir fyri lívið.
Arbeiðsrætturin viðger
bara mál viðvíkjandi brot-
um á sáttmálan millum
fakfeløg og arbeiðsgev-
arar. Báðir partar kunnu
leggja mál inn fyri Ar-
beiðsrættin, men í Dan-
mark eru tað oftari ar-
beiðsgevararnir, ið fara til
Arbeiðsrættin. Í nógvum
forum snýr tað seg um
verkføll, ið Arbeiðsrætt-
urin demir at vera ólóglig.
Mál viðvíkjandi tulk-
ingum av sáttmálum
verða vidgjørd í gerðar-
rætti. Somuleiðis ósemj-
ur. tá eingin sáttmáli er
millum partarnar.
Avgerðir hjá Arbeiðs-
rættinum og gerðarrætt-
inum kunnu ikki skjótast
inn fyri aðrar dómstólar.
Millum fakfelagsfólk í
Danmark er mótsteðan
stór ímóti Arbeiðsrætt-
inum. Arbeiðsrætturin
heldur oftast við arbeiðs-
gevarunum, siga fakfelog-
ini. Tá Arbeiðsrætturin
fellur dóm, verður annar
parturin demdur at
gjalda. Av upphæddini, ið
arbeiðsgevarar eru dømdir
at gjalda er ein stórur
partur ov lítið goldin løn
o.t. Revsiupphæddin er
bara ein lítil upphædd fyri
arbeiðsgevararnar. Men
tað eru nógvir pengar, ið
Arbeiðsrætturin hevur
dømt fakfeløgini at gjalda
sum revsing. 99% av
pengunum, ið Arbeiðs-
rætturin hevur dømt sum
revsing, hava fakfelogini
goldið, skrivar Ole
Krarup, professari á Uni-
Nr. 36 - - 26. mars 1987
versitetinum í Keyp-
mannahavn, í bók síni um
arbeiðsrætt. Ole Krarup
undirvísir í arbeiðsrætti.
Einki í Føroyum
Forsegan hjá Arbeiðs-
rættinum í Danmark er,
at har varð í 1899 stovn-
aður >Den Permanente
Voldgiftsret<. Í 1910 varð
tann rætturin avloystur
av >Den Faste voldgifts-
ret«, og í 1973 kom so Ar-
beiðsrætturin.
Login um »Den Faste
Voldgiftsret« var eisini
galdandi fyri Føroyar.
Men tað er lógin um ar-
beiðsrættin ikki, og tann
lógin avloysti ta fyrru,
sum tó ongantíð varð sett
úr gildi fyri Feroyar, men
gerðarrætturin er ikki til
longur.
Alt hetta kom fram í
sambandi við Merkja-
málið. Føroya Rættur
vísti Merkjamálinum frá
sær við ti grundgeving, at
tað átti at verða vidgjørt í
gerðarrætti. Ta avgerðina
kærdu arbeiðsgevararnir
fyri Landsrættin, har
tveir dómarar segdu, at
málið áttið at verða við-
gjørt í »Den Faste Vold-
giftsret«, meðan tann tridi
helt, at málið átti at verða
vidgjørt i Føroya Rætti.
Arbeidsgevararnir kærdu
aftur. til Hægstarætt, og
har søgdu fýra dómarar.
at sjålvt um lógin um
»Den Faste Voldgiftsret«
enn var galdandi fyri Før-
oyar, kundi málið
kortini ikki viðgerast har.
ti stovnurin var ikki til
longur. Ti søgdu teir, at
Merkjamálið átti at við-
gerast í gerðarrætti. Tann
fimti dómarin helt fast við
„Den Faste Voldgiftsret«.
Arbeida vid
målinum
Fyri nøkrum årum sidan
heitti Føroya Arbeidsgev-
arafelag å Føroya Lands-
styri um at fåa settan å
stovn ein arbeidsrætt i
Føroyum. Í 1985 sendi
Landsstýrið fakfelogun-
um málið til ummælis.
Fakfelogini settu tá niður
ein arbeiðsbólk og heitu á
Landsstýrið um ikki at
gera meira við spurningin,
fyrr enn arbeiðsbólkurin
hjá fakfelogunum er
komin við sínum áliti.
randi
so