hósdagur 26. mars 1987síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í seinastuni eru ymsir foroyingar farnir at
spekulera um misrættur millum kynini
bæði eisini fer fram í málinum. Um orð og
heiti hava kyn, sum tæna áhugamálum
kallkynsins, og hvat ið gerast kann fyri at
bøta um henda misrætt. Men eiga nú
kvinnur at frásiga sær rættin til at vera
»madur«? Hetta tjak hevur eisini tikið
seg upp í grannalandi okkara, Íslandi, og
eftirfylgjandi grein er úr kvinnutíðarriti-
num »Vera«, nr. 1, 1987, og høvundurin
eitur Bergljót Baldursdóttir
Íslendingar eru stoltir av
sinum tungumáli og tað er
ikki logið, tí íslendskt mál
er nær knytt sjålvstødis-
striånum og vordid sym-
bolskt fyri mentan og
sjálvsteði tjóðarinnar.
Håtidarligar letur verður
havt á lofti at málið er
dýrmætasta ogn tjóðar-
innar, og dentur verður
lagdur á at halda málið
reint, verja og rekta tað.
Ofta verður tað tikið illa
upp, um onkur sigur okk-
urt, ið metast kann vera
«skeivt» mál. Summi
tykjast liva í stødugum
ótta fyri at málið man fara
at doyggja út, og illa
verður tikið ímóti broyt-
ingum sum fara fram í
málinum, og nýskapan-
um, serliga um tær kunnu
leiðast aftur til útlendska
ávirkan. Broytingar tykj-
ast vera av tí illa, og tekin
um vandan fyri at málið
skal ganga til grundar.
Í hesum úrskurðum
liggur goymd tann áskoð-
an, at einaferð, fyri lang-
ari tíð síðani, varð til eitt
heilskapað tungumál —
íslendskt — hjá okkara
forfedrum. Tað mál er
sambært hesum tað veru-
liga, sanna íslendska, og
nútíðar íslendskt sostatt
minni, ella rættari sagt
«vånaligari», islendskt
enn tað gamla. Men
tungumál eru sambært
náttúru sína sveiggilig.
Tey verða til og mennast í
fólkinum og fyri at tæna
samskiftum tess. Bert
tungumál sum latin, sum
ikki verða tosað, broytast
ikki. Mál sum ikki menn-
ast og broytast eru deyð
mål. Broytileikin er ikki
vandatekin, men tekin um
eitt <heilsugott> mál.
Sera tætt samband er
millum eitt mál og sam-
felagið sum brúkar tað.
Málið broytist við broytt-
um samfelagsformum.
Nýggj ting verða til og tá
torva nýggj orð. Broyttar
samfealgsumstødur og
samfelagsskipanir hava å-
virkan á málið. Málið hjá
formødrum okkara kundi
brúkast í teirra samfelagi.
men tað hevði gagnast
okkum lítið í dag, og enn
minni høvdu vit skilt tað
fullkomiliga.
Vesturlendsk mál
endurspegla vestur-
lendska mentan, og á
sama hátt endurspeglar
nútíðar íslendskt tað sam-
felag sum vit búgva í.
Sum vit vita hevur mann-
fólk havt rættin til at skil-
greina og skapa samfe-
lagið, og á sama hátt
hevur mannfólk havt
rættin til at forma og av-
gera hvat ið mett verður
rætt mál og hvat skeivt.
Íslendsk
starvsheiti
Eins og aðrar vestur-
lendskar kvinnur hava
íslendskar rent seg á tað
at móðurmál teirra er kall-
kynsmál. Íslendska málið
endurspeglar eitt sam-
felag sum er formað av
mannfólki. Lýsandi dømi
er eitt nú tað, at flestøll
starvsheiti eru í kallkyni.
Samstundis eru vanligu
reglurnar tær, at vit skulu
brúka kallkynsorð um
mannfólk og kvennkyns-
orð um konufólk. Sjálv-
andi eru nógv undantek
frá hesum reglum, og nú
ið kvinnur í vaksandi mun
fara í sonevnd mannfólka-
sterv, eru hesi undantøk
vorðin fleiri og fleiri.
Greitt er, at saman-
stoytir verða í teim mál-
um, har málfreðislig kyn
ikki svara til kyn teirra
sum víst verður til. Nógv
halda tað vera ófýsiligt at
brúka setningar sum so-
leiðis ikki samljóða —
sum til demis fylgjandi
setningar: <Tingmaðurin
og maður hansara vóru á
framsyningini», ella
<tingmaðurin var í reyð-
um kjóla>, hóast hesir
setningar eru målfrødis-
liga rættir.
Í dag lata vit ofta kyns-
leikan vera avgerandi og
vísa útum setningin, so at
hann ikki er í innri sam-
ljóði. og sostatt ikki kann
metast målsliga rættur.
Sum dømi kann eg nevna
fylgjandi = setning úr
<Alþingistíðindum>, sum
ljóðar soleiðis: <Háttvirdi
heilsumálaráðharrin er
stedd her og eg havi hug
at spyrja hana ...> Sagn-
orðið <stedd> sum er í
fyrsta persóni og kvenn-
kyni vísir á kallkynsnavn-
orðið <heilsumálaráð-
harri>. Sama kann sigast
um orðið <hana>. Annað
dømi er úr BA-ritgerð
Gudrúnar Theodorsdótt-
ur, «Kyn og kynferdi» frå
1985: «Skuladreingir
kappadust um at bjóða
nyggja læraranum upp at
dansa ti hon så so gott
ut». Í hesum setningi
svarar navnorðið ikki til
persónsfornavnið, <hon>
vísir á kallkynsnavnorðið
«lærari». Målfrødisliga
rættur setningur hevði
verið — «Skuladreingirnir
kappadust um at bjóða
nýggja læraranum upp at
dansa ti hann sá so gott
ut».
Tá samanstoytir verða
millum målfrødisligt kyn
og kyn tess sum víst
verður til, stendur valið
millum tað at hava
setningarnar málsliga
rættar, men samstundis
merkingarliga 6samlj6d-
andi, ella merkingarliga
rættar og målsliga skeiv-
ar. Fyrrnevndi setningur
um tingmannin og mann
hansara er målfrødisliga
rættur, men vandamálið
er at tingmenn vanliga
ikki hava <menn>.
Hann er húsmóðir
Hóast kvinnur í vaksandi
mun verða umreddar í
kallkyni, halda nógv tað
vera óhóskandi at brúka
starvsheiti í kvennkyni tá
tað ræður um mannfólk
sum taka við vanabundn-
um konufólkastervum.
Fara mannfólk i tilik størv
verður starvsheitið broytt
uttan nakað roks. Tað
tykist niðursetandi fyri
mannfólk at siga seg vera
sjúkrasystir, jarðamóðir
ella fyristødukvinna, og
sidst av øllum mugu vit
siga <hann er húsmóðir>.
Tað er aldri nakað iva-
mál nær sipað verður til
mannfólk, men eitt sum
gentur mugu læra tá tær
læra móðurmálið, er til
dømis nær orðini «teir»,
<hann> og <maður> eisini
vísa á tær, og nær ikki.
Verður eisini sipað til
kvinnur í eftirfylgjandi
setningum?: <menn fóru
at leggja til merkis at ...>,
«teir stóru í dag eru telv-
arar, poppsangarar og
rokksangarar>, «eru allir
komnir?>, «årsins madur»
0.S.V...?
Ofta eru kvinnur
komnar illa fyri tå tær
hava verið umrøddar við-
hvert í kallkyni og við-
hvort ikki. Margurite
Riche (1975) kannaði 200
ára dómsegu Kanada og
legði til merkis, at vegna
ógreiðu merking orðsins
<maður> (<man>) stóð tað
til tolking dómara og log-
froðinga gjøgnum tíðina,
um ymiskar lógaravgerðir
eisini vóru galdandi fyri
kvinnur. Kvinnur hava tí
livað í teirri óvissu, at tað
til hverja tíð hevur verið
tíðarandin ella gildismet-
ing dómara sum ávirkaði
løgfrødisligu stødu teirra í
samfelagnum.
Tó tað ljóðar ótrúligt,
eftir arbeidslysingum í
bloðunum at døma, so
stendur í javnrættarlóg-
unum, at lýsingar eftir
arbeiðsfólki skulu stílast
til bæði kyn. og at bannað
er at lýsa eftir kvennkyni
ella kailkyni. Tá henda lóg
kom í gildi kann sigast at
siðbundin kvinnusterv
vórðu legd niður og øll
starvsheiti vórðu kallkyn.
Orð sum (tað íslendska)
<starfskraftur> vórðu sett
í staðin fyri starvsheiti
eins og «telefondama» og
<skrivstovukvinna>, men
siðbundin starvsheiti í
kallkyni fingu loyvi at
verða verandi. Utlendskar
kanningar vísa, at kvinn-
ur taka ikki lýsingar til
sín, har orðið <maður>
kemur fyri, hóast orðið er
ætlað báðum kynum
(samanber íslendsku orð-
ini = <karlamaður< og
«kvenmadur» — ensku
«man» og «woman»). Bem
og Bem (1973) uppdagaðu
at kvinnur í minni mun
sekja um siðbundin mann-
fólkasterv tá orðið <mað-
ur> (<man>) verður brúkt í
lýsingunum, hóast orðið
hevur verið ætlað skilt í
breiðari merking. Hvat
vid størvum sum <fulltrúi,
verkstjóri, umsjónarmað-
ur og deildarstjóri>? Hesi
starvsheiti eru øll í kall-
kyni og verða brúkt um
siðbundin mannfólka-
størv. Munnu kvinnur
halda tey sipa til sín eins
væl og til kallkynið?
Íslendsk starvsheiti
sum «kennari, hjukrunar-
frødingur, ritari» og orðið
«starfskraftur» eru i dag
serliga knytt at kvenn-
kyninum, men í brúki
hava tey, eins og onnur
kallkynsstarvsheiti, við
sær samanstoytir millum
målfrødisliga kynið og
kyn teirra sum víst verður
til, tað vil siga tá hesi orð
verða brúkt um kvinnur.
Hvat kann gerast'
Nógv halda tað hóska ís-
lendskum málburði betur
at broyta starvsheitini, so
tey sum eru kvennkyn
verða brúkt um konufólk
og tey sum eru kallkyn um
mannfólk, og harvið halda
fast við vanligar ís-
lendskar reglur. Tað er
vist, at á henda hátt hevur
íslendskt mál higartil
komið sær undan saman-
stoytum millum mál-
freðislig kyn og kynleika
fólks, og soleiðis kann
eisini forðast fyri stødugt
fleiri samanstoytum.
Samanstoytir sum hesir
hava ofta við sær at málið
lagar seg eftir broyttum
umsteðum. Tað fer eisini
onkursvegna at laga seg
eftir broyttu steðuni hjá
kvinnum í samfelagnum,
um hon varar nóg leingi.
Málkensla fólksins hev-
ur ávirkan á hvussu málið
mennist. Fólk 'roynir
onkursvegna at sleppa
undan tí sum argar mål-
kensluna, og nógv halda
tað vera ófýsiligt at tosa
um kvinnur í kallkyni. Tí
er vandi fyri, at kyns-
skipanin í íslendskum ella
brúk hennara broytist á
onkran hátt (í nógvum
indo-europeiskum málum
eru málfreðisligu kynini
heilt dottin burtur). Krav-
ið um at øll starvsheiti á
íslendskum skulu vera í
kallkyni hevur sítt at siga
við at skunda undir broyt-
ingar av málfreðisligu
kynunum.
Nr. 36 — 26. mars 1987
Broytingar verða í mál-
inum líka mikið hvat hver
sigur. Í hesum sambandi
verður tað annaðhvert
starvsheitini ella mál-
frødin, sum fer at broyt-
ast. Og líka mikið hvat
hendir, so fara teir sum
halda seg tosa <rætt mál>
ivaleyst at mótmæla við
feitum bókstavum.
Sjálvandi fara broyting-
ar í málinum ikki fram
eftir einum degi, tær taka
langa tíð, og í Íslandi eru
umsteðurnar soleiðis, at
málið broytist heldur
spakuliga. Tað er millum
annað av tí at Ísland er ein
oyggj. vit liggja ikki nær
uppat eðrum málum, og
bókmentaligir síðir eru og
hava verið sera sterkir.
Vit kunnu hava ávirkan á
málsligu menningina við
serligum fyriskipanum
(t.d. í skúlum og almenn-
ari málstevnu í fjelmiðl-
um), men enn sum fyrr
mennist og broytist málið
eins og alt annað í sam-
felagnum. Hesum kann
ongin steðga, uttan mun
til hvussu nógv vald við-
komandi hevur.
Tilvísanir:
Alþingstíðindi,
1986 (s. 1631)
Bem, S. og Bem, D.
1973, <Does Sex-biased
Job Advertizing «Aid á
Abet> Sex Discriminati-
on>. Journal of Applied
Psychology 3, nr. 1., s.
6-18.
Richie, Margurite,
1975, «Alice through the
Statues>, Mc.Gill Law
Journal, 21, Winther bls.
702.
Gudrun Theodorsdótt-
ir, 1985, <Kyn og kyn-
ferdi> BA uppgáva í Há-
skóla Íslands.
hefti 9,
(kp. umsetti)
i
|
H
Í
Í