Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-03-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hendan myndin varð tikin tå menn løgdu graslikisvøllin í Havn Tað er nú komið fram í ljósið, at fuglfirðingar, eins og havnarmenn, fara at útvega sær ein gras- líkisvell Herfyri var ein fundur hildin í Fuglafjarðar Bygdaráð A hesum fundinum varð samtykt, at fuglfirðingar í fram- tíðini skulu leika fótbólt á graslíki Tá atkveðu- greiðsla var um hetta málið, vóru átta bygdar- ráðslimir fyri og ein ímóti at vellurin skal gerast veruleiki Funnu rætta vøllin i Tysklandi Síðan bleiv ein nevnd sett til at taka sær av hesum málinum. Í hesa nevnd vórðu trý umboð fyri Fuglafjarðar kommunu og tvey fyri IF vald. Nevndin hevur síðani verið víða um í vónini at finna tann rætta vellin. Nevndin var i: Noreg, Danmark, Svo ríki, Hollandi og Belgia og hugdi at teim ymisku vellunum, men tá teir fimm nevndarlimirnir komu til Týsklands. funnu teir rætta vellin Týski vellurin, ið er av slagnum »Balsam«, er ikki av sama slagi sum vellurin í Gundadali í Havn. »Balsam-vøllurin« er nakað tjykkri enn tann i Havn og sandur skal ikki stroyðast á hann Ikki tað stóra arbeiði Vellurin kann sjálvandi ikki leggjast omaná tann núverandi vellin, ymiskt forarbeiði skal gerast, men tað verður ikki tað heilt stóra. Tann nú- verandi vellurin varð bygdur í 1979, og er hann so væl drenaður, at tað er næstan óneyðugt at gera nýggj dren. Tó skal nýtt grundarlag vera undir nýggja vellinum Ikki bert skal gras- vellur gerast, eisini er ætlan frammi um at gera stadioneki, men tað kem- ur seinni Væntandi skal vellurin leggjast á í apríl og arbeiðið við at leggja vellin á tekur uml. einar tríggjar fýra vikur, hesa tíðina fara fuglfirðingar helst at spæla fótbólt á Skála Ein slíkur graslikisvøll- ur er ikki heilt ódýrur Týska verksmiðjan tekur einar 4 milj. kr. fyri nýggja gravellin hjá fugl- firðingum. Fótbólturin í Fuglafirði mennist Aftaná at fuglfirðingar hava fingið henda gras- vellin, fer fótbólturin í Fuglafirði væntandi at mennast í stórum. Slíkur vellur ber teir bestu meguleikarnar fyri góðum spæli við sær, so teir evnariki leikararnir i IF fara helst at fáa nógv burturúr P.H. vegis best Tað sær út til, at Ægir framvegis er besta svimjifelagið í landinum. Sjálvt um Havnin og Vágur eisini hava svimjihallir, so skarar Ægir framvegis framúr. Men tað skal tó sigast, at munurin er ikki so stórur nú, sum hann var fyrr. Ein máti at meta tey ymsu svimjifelegini eftir, er býti av medaljunum í eini svimjikapp- ing. Í smáunglingakappingini í Havn um viku- skiftið fullu heiðursmerkini soleiðis: 1. Ægir: 23 gull, 21 silvur og 7 bronsu. 2. Vágs Svimjifelag: 16 gull, 6 silvur og 7 bronsu. 3. Havnar Svimjifelag: 12 gull, 11 silvur og 10 bronsu 4. Fuglafjarðar Svimjifelag: 1 gull, 1 silvur og Í bronsu Tveroyrar Svimjifelag bronsu sj Ítróttaseminar: Born og ítróttur Bern og ítróttur var hevuðsyvirskriftin til ítróttarseminarið, sum Ungdóms- og Menning- ardeild ÍSF's skipaði fyri á Hotel Vágum um vikuskiftið. Tilsamans umleið 40 fólk, umboðandi so at siga allar ítróttagreinar, luttóku á seminari- num. Byrjað varð fríggjakveldið, tá Heðin Mort- ensen og Jon Hestoy legdu fyri við uppleggi um ÍSF — profil og struktur. Leygardagin fyrrapartin var evnið: Hví hverva so nógv í 14—18 ára aldri frá ítrótti, og hvat kunnu felegini og meguliga ÍSF gera fyri tey, ið hvørva? Í hesum spurninginum legdu Jens Erik Magnussen og Páll F. Joensen fyri. Seinnapartin leygardagin var evnið: Er tað rætt at velja ung út til landslið? Her vóru tað Páll F. Joensen og Hermann Lindberg, ið legdu fyri. Seminarið endaði sunnudagin við pallborðs- orðaskifti, har Anfinn Danielsen, Katrin An- dersen og Hartvig Hansen sótu við pallborðið og legdu vyri við evninum: Bern og ung ítróttarfelegunum og í kapping Alt í alt var hetta eitt sera áhugavert semi- nar,. sum allir luttakararnir segdu seg at hava fingið væl burturúr. Ítróttarsosialurin fer næsta týsdag at gera meira burtur úr tí, ið kom fram á seminarinum sj PPPÓÓ/PÞ———wwmwmll