hósdagur 2. apríl 1987síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AIR IAAAK
i | hr i '
“. Få
Nr. 39 — 2. april 1987
Fer partrolingin
at oyda grunnarnar?
Er hetta ikki ætlanin, verður mælt til:
Uppskot 1: Taki teir bátar, sum kunnu nýtast til lemma-
trolarar, úr aftur partrolingini.
Uppskot 2: Latið lemmatrolararnar, sum enn eru eftir,
røkja ein part av grunninum, og pørini ein annan
Viðmerkingar:
Meini sjálvur, at tað er
rætt at gera vart við
henda spurning nú, hóast
tað er í seinna lagi, helst
ov seint!
Ég ivist í, um hetta fær
nakra sum helst ávirkan á
avvarðandi myndugleikar,
tí lurtað verður bert eftir
teimum stóru kanónun
um, sum ongantíð hava
drivið fiskarí. Hetta man
eisini vera orsekin til, at
vit ongantíð frætta i fjøl-
miðlunum frá hesum
monnum.
Lemmatrol/
partrol
Sjálvur havi eg nú fiskað
undir Feroyum við lemma-
trolara í 13 ár, og eg má
viðganga, at eg ongantíð
havi borið ótta fyri ovur-
fisking, um lemmareið-
skapurin var tann effek-
tivasti, men nú partrol-
ingin, sum til tíðir er 10
ferðir so effektiv, hevur
vundið uppá seg, fer at
enda galið. Við hesum
verður ikki sagt, at par-
trolarin, tá árið er úti,
hevur fiskað 10 ferðir so
nógv sum lemmatrolarin.
Heldur hevur lemmatrol-
arin fiskað meira. Men tá
reiðskapur, sum partrol,
kann liggja og darga dag
út og dag inn eftir grunn-
inum og fáa 25-50 kassar í
háli, og ein lemmatrolari
fær 2 kassar á somu leið,
so oyðist grunnurin, og
hetta er hent á stórum
ekjum kring Feroyar
Smáfiskurin
Hugsið tykkum eisini,
hvussu nógvan småfisk
partrolið drepur millum ár
og dag. Smáfiskur, sum
fer út igjøgnum mesk-
arnar kanska fleiri ferðir
um dagin og til endans
doyr Lemmatrolarin
rýmir sjálvandi frá 2
kassa fiskaríi — leitar eftir
meira fiski, fiskar soleiðis
har meira fiskur er og
vanliga betur og sterri
fiskur. Sagt við eðrum
orðum, so fiskar lemma-
trolarin har sterri torvur
eru.
Fiskurin
styggist
Haldi eisini, at partrol-
ingin styggir fiskin so
nógv, at hann rýmir.
Hetta meti eg út frá tí, at
tá partrolarar fáa nógvan
fisk, og vit eru á somu leið,
so sæst eingin fiskur,
hóast ekkoloddini eru
framúr góð. Fiskurin er so
styggur, at hann ikki tolir
óljóð frá skipinum, og tá
er jú ófert hjá partrolar-
unum.
Lærið av royndum
Tað, sum hendir á Feroya-
grunninum í dag, minnir
nógv á tað, sum hendi
undir Grenlandi, tá
fiskurin hvarv. Tá vóru
kendir skiparar, sum
hildu, at partrolingin hjá
spaniólum fór at gera enda
á fiskarínum har. Tað
gekk bara stutt tíð, til
fiskurir heilt broytti
Tradagøta 43, Postsmoga 2108, 165 Argir
POSTORDRAR AVGREIDAST Å
TLF 17850
BUSSLEID 3 KOYRIR TIL DYRNAR
gongd og skipari, sum
hevði fiskað har yviri í
nógv ár, málbar seg
soleiðis, at nú var tað ein
fyrimunur, at vera ó-
kendur við grenlendskar
fiskileiðis, um ein skuldi
fiska har. Hesi orð fekk
eg við mær, tá eg fyrstu
ferð fór til Grenlands sum
trolaraskipari. A Fylla-
banka og Fiskanesbank
anum upplivdi eg tað
sama, sum hendir undir
Feroyum nú. Har var
eingin fiskur at fáa, ongin
fiskur at síggja, men
spaniólar fingu ovmikið
við partroli. Uttan iva
hevur segan endurtikið
seg við Flemmish Cap.
Hver stýrir
í Føroyum
Mær tykir, at menn eru í
Feroyum, sum stýra
ellum uttan um
politikararnar, og hesir há-
meta partrolingina.
Tá nú hetta er komið á
prent, kann tað lesast
aftur um tvey ár, tá eingin
fiskur livir efti ruttan fyrit
fiskur livir eftir uttan fyri
tey stongdu økini.
Nevndu menn styra øllum
fundum, sum felagið Trol-
skip og Reiðarafelagið
halda. Ongin legur orð av
munni, uttan teir sjálvir;
teir vita alt best, og tí
halda vit okkum burtur
frá hesum fundum.
Gongdin
seinastu árini
Seinastu 13 árini havi eg
ongantíð verið bangin fyri
fyrr enn
fiskastovninum,
partrolingin vant rætti-
liga upp å seg. Fyrst var
liga upp á seg. Fyrst varð
havið eystanfyri oytt,
síðan Mýlings og Mikines-
grunnurin, í fjør Munka-
grunnurin og i år
Kanturin vestanfyri. Í
summar man ternið koma
til djúpa vatnið.
Fiskur fyri skeyti
Um tit nú ongum av
hesum trúgva, hvat so við
ellum teim 1000 tons-
unum, sum fara fyri skeyti
í t.d. posaspreinging, hol á
belli og posa. Hetta kemur
nógv oftari fyri hjá par-
trolara enn hjá lemmatrol-
ara. Hava vit so nógv at
taka av, at 10% B fiskur
ongan týdning hevur?
Ískoyti til
uppskot 1
Fullmanni skipini. Nú-
verandi gongdin er nevni-
liga, at manningartalið
minkar úr 13 niður í 8, fyri
at fáa nakran forvinning,
og henda gongdin er skeiv
bæði fyri skip og
manning. Leggið so hini
skipini og gjaldið fyri at
skrappa. Loyvið so
monnum, sum sigla, at
byggja hóskiligar bátar,
upp til eitt tal, sum er
hóskandi fyri fiskastovn-
arnar. Tað er av týdningi,
at menn, sum sigla, hava
skipini, og ikki aðrir, sum
mugu hava onnur virki
fyri at fáa bátarnar at
ganga. Berið so í bandi, at
manningarnar fáa eina
meira menniskjaliga til-
veru við t.d. at sigla 2
túrar, í landi 1 túr. Hetta
kann gjegnumferast við
at kvotera pr. mann,
soleiðis sum gjert verður í
Skotlandi.
Tá ið hetta er gjert,
opnið so allar kassar aftur,
og setið meskavíddina
upp til td. 155 mm. So
ganga ikki nógv ár — til
vit hava eins væl rektar
grunnar,
rundan um
Minnist til,
1 :
londini
okkum
hvat Vit
sum
kallaðu bretar fyri, men
teir rektu grunnar okkara
munandi betur, enn vit
gera í dag. Setið ein mann,
teir eru so nógvir framm-
anundan, at stýra ráveru
tilgongdini, so at virkini
fáa eina javnari tilgongd,
meguligt fæst
burtur úr fiskinum
og mest
Partroling
aðrastaðni
Nýliga var eg saman við
einum skotskum skipara.
einum skotskum skipara,
sum átti skip og skuldi
byggja ein sterri trolara.
Hann greiddi frá há-
lendingum, sum partrola
og fullkomiliga oyddu
grunnar, so ikki sást
fiskur aftur. Hann helt
eisini, at vit vóru ikki
góðir við okkara grunnar.
Er tað hugsandi, at ís-
lendingar og norðmenn
ikki DUGA at partrola??
Verða vit noyddir
at leggja um?
Tað er ivasamt, um nakað
verður gjørt við hesi
viðurskifti, tí kanónirnar
ráða, og politikarar skulu
bara makka rætt, hava
passaliga veikan rygg og
lata standa til. Stórt spell,
at so illa varð fyristaðið,
at teir lemmabátar, sum
fiskaðu betur enn teir,
sum nú eru eftir, ikki
skuldu klára seg, men
máttu leggja um til par-
troling. Hetta vóru bátar,
sum ikki stóðu í meiri
peningi, enn teir,
hildu á við lemmatroling.
sum
Hetta vísir bert, hvussu
tað er, tá
fiskimenn sjálvir eiga og
reka bátarnar, men henda
kanón
nógv eðr isi
tíðin er farin, ti
irnar vita alt, hava altid
rætt og mugu råda
fiskifrød-
tad
Undrist å, at
ingar kunnu siga, at
ongan tydning hevur
hvenn reiðskap vit nýta
Ponsini, sum landað
verða, eru avgerandi. Nei,
ålvaratos, rokna tit ikki
við, at ein reiðskapur
drepur meira fisk, enn ein
annar — > fisk, sum
ongantíð kemur til sættis.
Grundarlagið hjá
lemmatrolarunum er máað
undan og verður einki
gjert, so er tað bara ein
tíðarspurningur, til teir,
sum vóru við til at byrja
lemmatroling undir
Feroyum, mugu leggja
um, men letuvinningur
verður tað. Tað eru vit
allir sannførdir um.
Jósup Henriksen, skipari.
M/tr Vesturvarði. Roynt
við lemmatrolara undir
Feroyum síðani 1974.
Vit umndirritaðu taka
undir við uppskotunum og
brævinum:
Birgir Michelsen, skipari.
M/tr Dalenni. Roynt við
lemmatrolara undir Før-
oyum síðani 1976
Svabo Poulsen, skipari.
M/tr Hamraberg. Roynt
við lemmatrolara undir
Feroyum síðani 1980
Wensil Nattestad, skipari,
M/tr Føstuvardi. Roynt
við lemmatrolara undir
Feroyum síðani 1976
Jónleif
Mi/tr.
Roynt
undir
1979
Låberg, skipari
Hvannholmur
lemmatrolara
síðani
við
Feroyum
Hetta opna bræv er sent
til
Fiskivinnustovuna
Fiskivinnunevndina
Føroysku blødini