Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 4. apríl 1987 | Fýra aftrat — Uppsagdar á Ellisheiminum Og fleiri uppsagnir í væntu. Allar, sum ikki vilja á fund við Kjartan Kristiansen, verða uppsagdar. Fyrst varð Petra Hansen uppsegd á Ellisheiminum í Havn. Í gjár fingu fýra Krevja málið kvinnur aftrat, sum hava arbeitt á Ellisheiminum, uppsegn frá Lýráðnum. fyri býraðið Óhugnalig framferð á Ellisheiminum Seinnapartin hósdagin hevði sosiala nevnd hjá Tórshavnar býráð snar- fund, fyri at taka steðu til tær fýra uppsagnirnar á Ellisheiminum. Meirlutin atkvøddi fyri, meðan Ingi Mohr og Leivur Johannesen mót- mæltu. Báðir kravdu upp- sagnirnar fyri býráðið. ingi Mohr helt, at einasti máti nú var at sekja eftir nýggjum fyristeðufólki til Ellisheimið fyri at fáa vidurskiftini í rætt lag aftur á Ellisheiminum. Eftir somu treytum, sum tá fyristeðufólk varð sett á nýggja rektarheimið í Eysturbýnum. Ingi Mohr helt tað eisini vera åbyrgdarleyst av býráðnum at geva býráðs- skrivaranum og sosial- deildarleiðaranum so stóra ábyrgd, sum at vera ovasti myndugleiki yvir starvsfólkasetanum. Leivur Johannesen segði, at framferðin hjá býráðnum var óhugnalig móti teim 16, sum mótmæltu at Petra Hansen varð uppsegd. Býráðsskrivarin og sosial- deildarleiðarin eru politi og dómstólur í sama máli. Hann helt tað vera óneyðugt hjá býráðnum við fleiri forhoyrum, tí politiið hevur fingið málið. Sum viðmerking til málið sigur Leivur Jo- hannesen: — Harafturat skuldu ell viðurskiftini eisini komið fram í sakarmálinum, sum fyristeðukvinnan á Ellisheiminum sigst at hava reist móti Jastrud Clementsen. Tá tað málið kemur fyri, ivist eg ikki i, at allar á Ellisheiminum vilja lata seg avhoyra í rættinum, sigur Leivur. — Eg skilji væl, at tær ikki vilja standa skúlarætt hjá Kjartan Kristiansen, sum herfyri gjøgnum útvarpið hótti við at koyra fleiri. Undir slíkum viðurskiftum er so lítið at tosa og samráðast um, sigur Leivur Johanne- sen. Á fíggjarnevndarfund- inum var Ingi Mohr einastur at mótmæla upp- segnini. randi Frá í dag skulu tær ikki vísa seg aftur á arbeiðs- plássinum. Grundgevingin hjá bý- ráðnum — t.v.s. býráðs- skrivaranum og sosial- deildarleiðaranum — er, at tær fýra ikki hava viljað mett á fundi. Ikki at koma á fund við arbeiðsgevaran er uppløgd uppsagnar- grund, sigur byrådsskriv- arin Kjartan Kristiansen. Tað er tað sama sum sjálv at siga upp, sigur hann. Í seinastu viku var Jastrud Clementsen, vara- álitiskvinna, á fundi við býráðsskrivaranum og sosialdeildarleiðaranum, saman við sakferara sínum. Har greiddi hon nærri frá innihaldinum í brævinum, sum hon vegna starvsfólkini sendi lim- unum í sosialu nevnd og fíggjarnevndini, býráðs- skrivaranum og sosial- deildarleiðaranum. Tað var brævið, m.a. um stuldur, sum í broyttum líki varð almannakunn- gjørt í Fjúrtanda Sep- tember, og sum varð latið politinum. Nóg mikið av fundum Síðan varð ein onnur kvinna á Ellisheiminum boðsend á fund í býráð- num. Men gjøgnum sak- førara fekk býráðið at vita, at fundurin bleiv ikki. Tad var eingin orsøk til at hava fund, tí málið varð latið politinum. Tríggjar aðrar fingu eisini boð at meta á fundi, men býráðið fekk somu boð: Eingin fundur við Kjartan Kristiansen og Eyðun Jensen. Tað hava verið fundir millum býráðið og starvs- fólkini. Hvat har kom fram, vil býráðsskrivarin ikki siga. Tað er íkki neyðugt við fleiri fundum, halda starvsfólkini. Men Kjartan Kristian- sen er ikki samdur. Hann heldur ikki, at býráðið hevur fingið nóg mikið at vita. Málið má lýsast nærri, sigur hann. Ikki friður Kjartan Kristiansen sigur, at hann og Eyðun Jensen hevdu væntað, at friður fór at vera á Ellis- heiminum, tá Petra Han- sen var koyrd. Men so varð ikki. Hann helt seg skilja á starvsfólkunum, at tey hevdu vilja til at loysa trupulleikarnar við at tosa saman. Hansara fatan er, at tað eru onnur, sum einki hava við Ellis- heimið at gera, sum ikki vilja loysa málið. Hósdagin fekk Jastrud Clementsen sum álitis- kvinna boð um, at tær fýra, sum ikki vildu koma á fund við býráðið, fóru at verða uppsagdar. Hós- kveldið góðkendi ein meir- luti í sosialu nevnd upp- sagnirnar og somuleiðis ein meirluti í fíggjar- nevndini. Og seinnapartin i gjár vórðu uppsagnirnar koyrdar ut til tær fyra kvinnurnar. Kjartan Kristiansen sigur seg vóna, at friður nú verður. Stervini hjá teimum koyrdu verða lýst leys fyrsta dagin, sigur hann. Síða 3 Men hann ætlar sær at kalla hinar á fund. Og tær, sum ikki koma á fund, hava sjálvar sagt seg upp, sigur hann. Kjartan Kristiansen hevur somu uppfatan sum onnur, at starvsfólkini nú ganga í tveimum bólkum. Hann sigur seg ikki taka dagar millum partarnar, men kortini verða bara tær í eðrum partinum koyrdar. Tí tær ikki vilja á fund, sigur hann. Sakferarin hjá starvs- fólkunum hevur mælt til at seta tænastumanna- kanning í verk á Ellis- heiminum, men tí hevur Kjartan Kristiansen av- víst. Tað snýr seg fyri tað mesta um vanlig starvs- fólkaviðurskifti, sigur hann. Starvsfólkini hava heilt aðra fatan. — Vit hava einki at tosa við Kjartan Kristiansen um meira, siga tey. randi Almennur fundur um Marknagilsvegin tí nógv hava mótmælt Tað eru ikki øll, sum eru eins væl nøgd við býráðs- avgerðina um at leggja ringvegin millum Oyggj- arvegin og verandi Marknagilsveg. Nógv av teimum, sum búgva við ovaru síðu av Marknagilsvegi, hava mótmælt til Yvirfriðingar- nevndina, og hevur nevnd- in tí gjert av at lýsa til al- mennan fund í dómhús- inum 7. apríl kl. 14.30. Jógvan Andreasen, formaður í Yvirfriðingar- nevndini, sigur, at tað er av praktiskum orsekum, at teir hava lýst hendan fundin, soleiði at tey, sum hava klagað, fáa megu- leika til at siga sína hugs- an. Spurdur um Yvirfrið- ingarnevndin hevur megu- ligar fylgjur í huga, tá nevndin tekur avgerð, sig- ur Jógvan Andreasen, at kommunan metir eisini á fundinum og roknar hann við, at umboðini fyri kommununa har fara at gera greitt, hverjar fylgj- ur tað fær, um vegurin ikki verður lagdur har hann er ætlaður. Ein tílíkur fundur er ikki ætlaður sum nakar kjakfundur, men heldur at líkna saman við ein rætt- arfund, har tey, sum bein- leiðis eru partar í sakini fáa hevi til at fera síni sjónarmið fram. Tað er ikki meiningin, at almenn- ingurin skal hava hevi til at úttala seg í málinum, sigur Jógvan Andreasen. Yvirfriðingarnevndin hevur ikki viðgjert málið um Marknagilsvegin og NATURFREDNING Det meddeles herved, at Tórs havnar Býráð har ansøgt fredningsmyndighederne om tilladelse til anlæg af ringve nordvest for Marknagilsvegur i Tórshavn (| »undir vidarlund im i Kerjum« En række enkeltpersoner har overfor Overfredningsnævnet fremsat indsigelser mod projektet I den anledning afholder Overfredningsnævnet offent ligt møde på Domhuset havn tirsdag, den 7. april 1987 kl. 14,30 Umiddelbart efter mødet vil besigtigelse af det omhand lede område eventuelt finde sted Førøernes Overfredningsnævn den i. april 1987 Joen H. Andreassen fmd Tórs Framhald á baksiduni