Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. apríl 1987síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 40 — 4. apríl 1987 | Eitt ? á gøtu mini ljós v/ Esmar A. Jacobsen Mangur kann halda ein veg rættan, men end- in á honum er heljarleiðir. — Orðtekini 16,25. Jú, tað er vist og satt, at mangur heldur ein veg vera rættan. Og vegirnir kunnu vera so ymiskir sum menn eru ymiskir av lyndi. Tað, sum fær mannin at halda, at vegur hansara er tann rætti, er aloftast tað, at hann hóskar væl til hansara egna lyndi og hansara evni. Ein sovorðin vegur til ríkidemi og til heiðurs kann í sjålvum sær vera meiua- leysur; men tað er tá ið hann verður gjerdur til hin »rætta vegin«, at hann verður manni at meini. Gloymir tú hitt ævinliga fyri tí, sum hoyrir hesum heimi til — veri tað so meinaleyst tað vera vil — so skalt tú vita, at endin á vegi tínum er heljarieidir. >Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og beta afturfyri við sál sini?« Mark. 8,36. Eisini í gudsdyrkanini heldur hver trúar- flokkur veg sín vera rættan, og tað man einki legið vera í tí; men felags fyri teir allar, annaðhvert teir bera heiðið ella kristið navn, men eru upphugsaðir av monnum, er, at endi teirra er heljarleiðir. Einans vegur er, sum ber til himins og ikki til heljar, og hann er ikki upphugsaður av monnum, men hann er: >Tað sum eyga ikki sá, og oyra ikki hoyrdi, tað sum Gud hevur tilbúgvið teimum, sum elska hann«. 1. Kor. 2,9. Henda vegin hevur Gud lagt — og til- búgvið teimum, sum vilja trúgva gleðiboð- skapinum um Jesus Kristus, sum kom til jarðar til at taka av okkum syndabyrðu okkara. Jesus sigur: >Ég eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær<. Jóh. 14,6. Ongan annan veg kunna vit koma; men tann vegin kunna vit koma! Lækna- vaktirnar Tórshavn: Selvi W. Olsen, tlf. 16611, leygardag og Annika Olsen, tlf. 17700, sunnudag. Vágar: TIf. 32413 Suðuroy (norður): Tlf. 71560 Suðuroy (suður): Tlf. 73030 Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00 -14.00. Tlf. 14544. Eysturoy: Andreas Petersen, tlf. 41086, leygardag og Magnus å Stongum, tlf. 23006 sunnudag. Norduroyggjar: Jasp- ur Petersen, tlf. 56400 Fittur hundahvølpur kann fåast TLF. 15650 Gudstænastur 5. sunnudag i føstu Havnar kirkja: Hans J. Joensen Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre, konfirmation Argir: Høgni Poulsen, altargongd Nólsoy: Axel Tórgarð Kollafjørdur: Marjun Bæk kl. 12.00 Haldørsvik: Gerhard Hansen kl. 12.00 Funningur: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Rituvik: Ejvind Vilhelm kl. 11.00 Leirvik: Torkil Beder kl. 11.00, konfirmation Selatrað: Peter Petersen kl. 12.00, konfirmation Klaksvik: Elsa Funding, altargongd Mikladalur: Henning Bøgesvang Bøur: David Johannesen kl. 11.00, konfirmation Skålavik: Jåkup R. Hansen kl. 12.00 Sandvik: Jonsvein Bech. Talvan gongur til frama fyri orglid Tvøroyri: Birgitte Johannesen kl. 11.00 Øravik: Jónsvein Bech kl. 12.00. Talvan gongur fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00. Sunnudagsskúlin og skót- arnir. Í øllum kirkjum i Suduroyar sunnara prestagjaldi gongur talvan til frama fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar. Í dag kl. 17.00 hevur Jákup R. Hansen barnaguds- tænastu á Sandi. Broytt kirkjutíð Á Tveroyri og í Kollafirði er kirkjutíðin nú kl. 11.00. Ebenezer Fundarreðin endar sunnukveldið kl. 18.00. KFUK-skótar og seniorar Mett verður í dag kl. 15.00 í KFUK (kapping). Konfirmantaveitsla verður mánakveldið kl. 20.00 í KFUK fyri konfirmantar og foreldur (Argja kirkja og Vesturkirkjan). Várgleði metir týsdagin kl. 16.00 í KFUK. 30. mars fingu Vón- bjørt og Emil Peter- sen, Sandur, eina dóttur. 31. mars fingu Annika Skaalum og Snæbjern í Dali, Tórshavn, eina dóttur. 1. apríl fingu Kirstin og Jóin Ellingsgaard, Eiði, eina dóttur. 27. mars fingu Margit og Niels Andreas, Streymnes, ein son. 1. apríl fingu Signy Jensdóttir og Lars R. Jacobsen, Tórshavn, 27. mars fingu Anna eina dóttur. og Jenis av Rana, Tórshavn, ein son. 1. apríl fingu Paula og Mortan Simonsen, 29. mars fingu Ivan Sandur, ein son. og Tóra Arge, Argir, eina dóttur. 3. apríl fingu Randi og Jens Jacob Olsen, 30. mars fingu Nico- Toftir, ein son. lina og Páll Poulsen, Tórshavn, ein son. Vit hoyra ofta hetta orðið, staddur, brúkt, og í flestu forum sagt og skrivað skeivt. Vit nevna nøkur dømi um rætt málbrúk. Hann var staddur har, tá ið vanlukkan var. Hann var hjástaddur. Tað er í teirri letuni. Teir vóru illa staddir. Teir vóru í vanda. Ein skipsmaður segði frá: »Vit vóru í tveimum ódnarveðrum, tá vóru vit illa staddir«. Menn hava tíðum verið illa staddir i bjørgun- um. Tá ið bilar fara út av vegnum og brotna illa, tá eru tey í bilunum mangan illa stodd. „Hvussu var statt hjá tykkum í dag?« spurdu menninir, tá ið báturin kom at landi. Tað man vera annað og betri málbrúkið enn tað, sum nú er vorðið alt vanligari, hetta: Hvussu stóð til? Um ein mann, ið var deyður, stóð skrivað, at hann var staddur hjá soninum, nú ið hann doyði. Hann hevði búð hjá soninum í næstan tjúgu ár. Í hesum ferinum ber ikki til at siga, at hann var staddur hjá soninum, tá ið hann doyði. Var hann staddur hjá soninum, tá ið hann doyði, so var hann stokkin inn á gólvið hjá honum, ella kanska var og ferðaðist hjá honum, tá ið hann brádliga doyði. Í einum blaði stóð soleiðis skrivað um eina bygd: Her í bygdini eru um 150 fólk stedd. Var tað ein dag at okkurt var í bygdini, og nógv fólk var komið saman, so var ikki óhóskandi at siga soleiðis, men blaðið skrivaði um bygdina og bygdarfólkið. Blaðið skuldi tí heldur havt skrivað: 150 fólk búgva í (og so navnið á bygdini). Mun Í mun til, í stóran mun, í lítlan mun, í hegan mun, í breiðan mun, uttan mun til er ikki føroyskt, hvar ið tað so stendur skrivað, og hver ið so sigur tað. Róðrargrunnur Føroya Sambært vidtøkunum letur grunnurin studul av rentunum fyri 1986 av inni- standandi peningi: | 1. Til at byggja neyst fyri. 2. Til at byggja bát fyri. Umsóknin skal sendast til RÓÐRARGRUNN FØROYA í Svanga 13, Tórshavn áðrenn 1. mei. NEVNDIN