leygardagur 4. apríl 1987síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — Ivamái?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Týdningarmiklar kanningar við Gjógu
Kanna um frískur
laksamurtur er
smittuberari av
furunkulosusjúku
Feroyskir djóralæknar og
ein skotskur serfreðingur
innan fiskasjúkur gera í
hesum degum nakrar sera
týdningarmiklar kann-
ingar við Gjógv. Kannað
verður um frískur ali-
fiskur = hevur herviligu
sjúkuna furunkulose í
sær
Sett eru upp 16 ker, og í
hverjum kari eru 150
laksamurtar. Teir koma
frá teimum 16 føroysku
smoltsteðunum Laksa-
murturin verður smolt í
næstum.
Tað er landsdjóralækna-
stovnurin, sum stendur
fyri hesum kanningum og
í hesum sambandi er ein
serkønur aliteknikari
komin til Føroya år Skot-
landi. Tad er ein kvinna,
sum starvast å lærda hå-
skúlanum í Sterling nær-
hendis Edinburgh. Skotar
hava gjørt slikar kann-
ingar, og ti er umrådandi
at hava roynd fólk at
hjálpa sær. Harafturat
trýtur fólk í Feroyum til
at taka sær av slíkum
kanningum.
Aki Mortensen, lands-
djóralækni, sum stendur
fyri kanningunum, sigur,
al endamálið við hesum
tiltakinum er at finna
fram til, um frískur laksa-
murtur er smittuberari av
furunkulosesjúkuni.
Tað var henda herviliga
sjúkan, sum rakti ein
stóran part av smoltinum
hjá Harenga i fjør, og sum
kostaði tí almenna nógvar
mill. kr., tí allur fiskurin
mátti drepast fyri at for-
koma sjúkuni og smittuni.
Aki Mortensen sigur, at
teir nú spræna eitt bi-
nýrahormon i fiskarnar
Hetta ger, at immun-
verjan hjå fiskinum
verður oydiløgd. Harum-
framt lata teir fiskin
lands-
stendur fyri
Áki Mortensen,
djóralækni,
arbeiðnum
svimja í 16 stig heitum
vatni. Hetta skuldi so
gjørt, at fiskurin skjótari
verður sjúkur. Tá skuldi
so borið til at funnið fran
til, um hann er smittaður
av furunkulose
Aki Mortensen vónar.
at tey eru liðug við kann
ingarnar um einar tríggjar
vikur. Tá skuldi so borið
til at siga rættiliga neyvt,
um furunkulose finst á
føroysku smoltstødunum
Møguleiki verður tå
eisini at vita, hverjar
aðrar sjúkur fiskurin fær,
tá hann verður so nógv
stressaður.
Sjálvur haldi eg, at
kannignar
nógv at
hesar hava
ómetaliga
fyri alivinnuna, sigur Aki
Mortensen
Hann vísir á, at hetta
hevur eisini nógv at siga
fyri steðuna hjá Harenga í
Getu, tí har hava teir jú
bannað fyri at selja smolt.
Geva hesar kanningar-
nar við Gjógv eitt gott úr-
slit, so er greitt, at tað
siga
få
Nýggi djóralæknin i ali-
sjukum, Ole Jiirgens, er
vid i kanningunum vid
Gjógv. Við lið hansara
Heidi Hansen,
aliteknikari, og Armeall
Flindt frá universitetinum
í Sterling í Skotlandi
bannið kann setast úr
gildi, sigur hann.
— Men hvat nú um
furunkulosan finst millum
teir laksamurtarnar, ið nú
ganga við Gjógv?
Aki Mortensen: — Stað-
festa vit furunkulosusjúk-
una hjá laksamurti nú, so
er onki annað at gera enn
at brynja okkum út til at
stríðast ímóti hesi sjúk-
uni. Vit mugu vera til
reiðar at viðgera fiskin,
um sjúkan brýtur út og
annars vera á varðhaldi.
jan.
Laksamurtur úr øllum
Feroyum svimur nú í 16
kerum við Gjógv