týsdagur 7. apríl 1987síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
skip í nýroyndunum helst
fara av knóranum, er tað
ikki tí at hetta er tilviljað,
og skal heldur ikki skiljast
so, at sitandi samgonga
onga hond vil rætta
kreppuraktum pertum av
flota okkara.
Talað verður um kreppu
í nótaflotanum, ídnaðar-
flotanum og feskfiskaflot-
anum, hesa mugu vit við-
gera, men haldi ikki tað er
rætt frammanundan at
góðtaka pástandir um
kreppu ella at slíkir einans
vinnast á við studningi úr
landskassanum, hon má
gjølliga kannast og
framtíðarútlitið metast,
áðrenn handlað verður, alt
annað kann gerast ov
dýrt.
Vit minnast, at undan-
farna samgonga segði øll
flakavirkini vera í kreppu
og játtaði teimum øktar
lánsbyrður, sum sjálvsagt
lítið vildu hjálpt. Vit
steðgaðu hesum og fóru
undir at kanna orsekirnar
og framtíðarvánirnar. Í
dag er bert okkurt
hendinga virki í trupul-
leikum, meðan øll hini eru
lagaliga umfiggjad og
rationaliserað Hette
hendi uttan at tað kostaði
landskassanum
stuðul, lán ella veðhald
ey Ka
Sosialisering!
Teir siga, at vit hava
sosialiserad, ti vit hava
kravt meira inn frá fólki;
men so er ikki. Hetta er
fyri munandi part farið til
at rinda ábyrgðir, teir
drógu uppá okkum og
annars til at konsolidera.
Sosialisera sleppa vit
ikki á skilagóðan hátt og
tá kann eisini vera líka-
mikið, so heldur fáa
nakrar av teim liberalu
lógunum, sum galda van-
liga løntakaran eisini aftur
í gildi fyri teir, sum læntu
sær samfelagságóða at
umsita uttan at taka
ábyrgdina við. Tað má
vera rætt so líðandi at
avsosialisera hallini, tá
tey vóru tey einastu
tjóðartiknu.
Undanfarna samgonga
reypaði ófert av yvirskot-
um á fíggjarlógini, men tá
av fjaraði, var seinasta:
árið eitt hundrað millióna
hall. Nú er aftur yvirskot í
landskassanum, men er
hetta onki reyp vert. Tey
eru avgjert neyðug, skulu
vit svara veðhaldsskyld-
um okkara og skulu vit
kunna avmarka lántekur
uttanlands og skapa
ágóða uttanlands. Tí ætli
eg mær ikki at lova linkan
í tolltrýsti ella avgjalds-
trýsti, tá slíkt er órealist-
iskt. Hinvegin hevði verið
rætt at roynt at linka
skattatrýstið í tí allar-
lægsta endanum í skatta-
talvuni nakað
Blokkurin
Hin nógv umredda
»blokkstudulsskipanin« er
Landsstýrið og stjórnir
hava gjert sáttmála, sum
nú verður lagdur fyri
tingið
Longu seint í sekstiár-
unum fóru danir at rógva
upp undir at fáa slíka
skipan í gildi Feroya og
Danmarkar ímillum, tí teir
skuldu nýta hana ímillum
statin og amtskommunur
og kommunur. Hendan
kom so í nýtslu í Danmark
fyrs í 70-unum og í Grøn-
landi í 1979.
Viðvíkjandi Føroyum
setti Anker Jergensen í
1977 eina »kommission«,
Fundarsamtykt:
sum var liðug við tilmæli
sítt í 1979, men Vit
greiddu ikki at fáa hetta í
gildi íðrenn valið í 1980.
Nýggja samgongan í 1981
frysti so ell viðurskifti
Danmarkar og Feroya
ímillum niður og framdi
soleiðis í veruleikanum
hóp av reellum yvirtøkum
— herundir havnastudn-
ingin — og afturstigum
fyri partar av fólki okkara,
serliga fyri tey, sum
skuldu vera vard av
sosiala trygdarnetinum,
og fyri tey, sum hava brúk
fyri útbygdari heilsurøkt.
Haldi vit í dag kunnu
vera nøgd við úrslitið,
sum er ein sámuligur, men
eisini heiðurligur sáttmáli
um samvinnu ímillum
tvær tjóðir, sum fram-
vegis ætla at samvirka á
jevnum feti til felags
gagns. Sáttmálin er fult í
samljóð við heimastýris-
lógina og gevur okkum
rúmari ræsur at fyriskipa
egnum útviklingi, uttan at
krónur og oyru leggja
bond á hendan útvikling
Enn einaferð hevur
avnaðarflokkurin víst, at
hann hevur dirvi og vilja
at tremja yð
tráð við útviklingir
Tað vil helst vera ov
mikið at droyma um, at
allir = heimastýrisflokkar
vilja kenna ábyrgd sína í
hesum máli.
Undirgrundin
Í undirgrundarmálinum er
enn ikki komið til semju;
men fara vit nú aftur at
skorða á her. Útlitið er
vánaligt, men høvdu vit
rokkið her, var eitt av
seinastu lyftunum áðrenn
seinasta val útinnt.
Til tess at fyriskipa
útvikling komandi krevst
ein útbygd almenn um
siting, her eru vit ikki nóg
væl fyri. Nógva virksemið
á kommunala og privata
ekinum ger, at privatir
keypa av okkara fræga
fólki. og hóast hevu
verið «4 verður linkað
1
tykist torført at kappast
við privata lenarlagið
Hetta darvað og
darvar skjótleikanum í út-
bygging, og er samstund
is, at vit knappliga noyð-
ast at útbyggja lutfalsliga
nógv helisliga og tekniskt,
skulu vit fylgja við. Og
sum kunnugt eru ikki bú-
skaparligir løgir til at taka
so rívan til.
hevur
Felagsgagnið
Flokkurin vil framvegis
halda seg á kósini, sum
var aftur at skapa ein
politikk, har kapitalur og
arbeiði skilabetri skapa
úrslit í eini stremban, sum
ikki bert er planlegd av
kapitalinum sum einstak-
IN ra00T
samfelagsogt I
samtelag genið k
k k
) £
i }
profittin
Ein politikk, sum forðar
fyri at teir ultrakor rva
tivu sleppa avskepla
okkara demokrati, tí teir
terrorisera hampafólk,
sum hava eina demokrat-
iska meining, sum óttast
krigg) og atomførslu og
berjast fyri at varðveita
vunnin rættindi.
Halda vit hesa kós,
koma vit aftur á beint og
kunnu bjóða okkum fram
aftur fyri veljaran, sum
sannar, at hann var á
Dia Hejgaard og Jergen
Thomsen práta saman á
landsfundinum
beinari leið, tá hann aft
sýndi javnaðarflokkinum
álit
Hann vónaði, at javn
aðarflokkurin gjerdi tað
betri enn aðrir, tí hann
fyrr hevði megnað meira
enn aðrir, tá svart sá út
Megnað, tí hann torir og
vil.
Tekur undir við miðvísa
Landsfundur Feroya
Javnaðarfloksins í Vest-
manna, 3. og 4. apríl 1987
tekur undir við tí miðvísa
uppbyggingarpolitikki,
umboð floksins hava rikið
á Feroya Legtingi og í
Feroya Landsstýri. Og
fundurin tekur undir við tí
nýggju stuðulsskipanini
Feroyar og Danmarkar
millum.
Landsfundurin heitir á
umboð floksins áhaldandi
at virka fyri floksins poli-
tikki, sum m.a. er:
— at beta korini hjá løn-
takarum, pensionistum og
ungdómi,
— at endurreisa búskapin,
— at minka um ójavnar í
skattaskipanini, og
— at loysa spurningin um
avgerðarrættin til undir-
grund okkara!
Búskapur
Landsfundurin tekur
undir við
búskaparpolitikkinum, ið
hevur vent gongdini, so
uttanlandsskuldin = sam-
mett við brutto-tjóðar-
úrtekuna er minkandi.
Framhald av hesum
politikki er at fáa eina mið-
vísa búskapar- og filøgu-
stýring, m.a. við at fáa
landsbanka at virka sum
skjótast.
Og landsfundurin heitir
á umboð floksins at
fremja ætlaðu broytingar-
nar í skattalógini, so allar
skattskyldugar inntøkur
koma til skattingar, og at
lætta um skattatrýstið
hjá låginntøkunum!
Fiskivinna
Landsfundurin ásannar,
— at fiskivinnan og ríki-
demi í sjógvi okkara er lív-
æðrin i føroyska samfe-
lagnum
— at tað tí er alneyðugt
vid miðvísari styring á
hesum øki, og fundurin
fegnast ti um. at fiski-
vinnufyrisiting er skipað í
landsstýrinum,
— at vandi kundi vera í
»skip-fyri-skip-politikkin-
um«, id bara tryggjadi
verandi eigarum
ognarrættin —fiskiskipa-
flotan, og fundurin fegn-
ast um, at eisini onnur
sleppa at royna seg nu,
— at tað er neyðugt at fáa
meira fyri okkara fiska-
verur, tí sterri nøgdir
kunnu ikki veiðast, og at
verandi seluskipan ikki er
nóg lidilig.
Landsfundurin heitir tí
á umboð floksins á løg-
tingi og í landsstýri um at
virka fyri, at alternativar
fiskaselur sleppa at royna
seg!
Fundurin er varugur
við, og tekur til eftirtektar
tær ávaringar, sum eru
komnar um, at Feroya-
leiðirnar verða sera hart
troyttar
Og landsfundurin er
varugur við, at ávísir
skipabólkar eru komnir í
trupulleikar av prísfalli og
minkandi veiðinegdum,
og heitir tí á floksins
umboð at gera neyvar
kanningar og taka spurn-
ingin til viðgerðar.
Onnur vinna
Landsfundurin tekur
undir við tí rikna ídnaðar-
og vinnupolitikkinum,
sum hevur til endamáls:
— at menna nýggjar
vinnugreinir,
— at útbyggja verandi
uppbyggingarpolitikkinum |
vinnu við tí fyri eygað at
leggja upp til eitt meira
fjøltåttad vinnulív.
Almannamál
Landsfundurin áleggur
ting- og landsstýrismann-
ing floksins steðugt at
reka ein miðvísan al-
mannapolitikk:
— at endurskoða okkara
almannaskipan og miða
eftir at fáa fólka- og av-
lamispensiónir á hædd við
livikostnaðin,
— at burturbeina mót-
rokningarnar í avlamis-
pensiónini, tá hjúnafelag-
=>
in hevur innteku,
Nr. 41 — 7. apríl 1987