týsdagur 7. apríl 1987síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
Nr. 41 - 7. april 1987
Studentaskúlin i Eysturoynni
— ikki sendast sum drunnur
— At senda drunn er føroyskt, men tað, at senda avgerd-
ina um staðfesting av studentaskúlanum í Eysturoynni,
sum drunn til danskar skúlamyndugleikar, brýtur við alt,
sum foroyskt er, skrivar Petur Eli Mikkelsen, skúlastjóri í
Gøtu.
Tað prutlar undir lokin-
um, kjakið gongur so bleð-
ini bólgna upp og ongantíð
hevur so nógv sverta verið
brúkt til tess at lýsa vilja-
loysi, dugnaloysi, hjálpar-
loysi og í onkrum feri
eisini ábyrgdarloysi teirra,
sum hava fingið litið til at
stjórna føroyska skúla-
verkinum.
Nú er tað so, at pappír
er tolið, og sverta fæst fyri
lítið og lætt, so vit eru
ivaleyst fleiri, sum seta
spurning við, um stevið
veruliga fer í slíkum
durðadansi, sum segur
ganga frá.
Asannast má tó, at tá
talan er um stersta ung-
dóms- og bygdamenning-
armál, sum frammi er í
tíðini, og sum rakar flest
heim í eystur-Feroyum og
nær sagt allan ungdóm,
sum er í útbúgving, so var
tað vorðið sum skelkur at
fáa, tá 14. September
leygardagin 14. mars
leggur landsstýrismann-
inum í skúlamálum í
munnin, at nú skal moder
Danmark greiða studenta-
skúla-flekjuna í Eystur-
oynni. Tjóðveldiskvernin
ber tíðindi frá Jógvan
Durhuus soleiðis: >Nú
skal kannast, hverjir fyri-
munir eru við at hava
báðar skúlarnar á sama
stað, tí hugsast kann, at
nógv kann sparast, við at
lata báðar skúlarnar vera
felags um summi av høl-
unum«. Hetta er greið tala
og sigur bara so mikið
sum, at nú skal hin fer-
oyski studentaskúlin
tengjast at einum lítlum
parti av Danmark í Før-
yum, hinum sokallaða
hægri handilsskúlanum,
sum síðan einaferð í sjeyti-
árunum hevur ligið á ljóði,
skuldi fara í gerð á ó-
bygdum í Kambsdali
Tað má vera føroyska
landskassanum, lands-
stýrismaðurin vil lætta
um byrðuna, og má hetta
tí merkja, at vit nú skulu
taka samráðingar upp við
danskar myndugleikar og
tingast um, fyri hvussu
náðiligar upphæddir, vit
kunnu lirka feroyskar
studentar inn í avlopshøl-
ir, ella meguliga onkran
krók í kjallaranum á
hesum reint danska
stovni.
Er veruliga ætlanin at
traðka hasa getuna, so
kemst ikki uttanum, at
vápnið er funnið til heilt at
forkoma handilsskúlanum
og hartil at skjóta eina
loysn av studentaskúla-
málinum langt út í fram-
tíðina.
Eingin ivi er um, at
rúgvusmikið tilfar er latið
denum, sum grundgeving
fyri tervi, at byggja
handilsskúlan í ti vavi,
sum tilætlað er, og man
ikki onkur fara at vakna
við kaldan dreym, tá
longu nú, áðrenn spakin er
settur í, samráðingarnevd
kemur úr Feroyum at
tingast um avlopshelir at
nýta til útbúgving av fer-
oyskum studentum. Hvat
skulu vit vænta, vónandi
siga, teir »godt børn, vi
skal bygge jer en student-
erskole«, ella kann tað
hugsast, at teir fela seg
hildnar fyri gjøldur,
krevja kortini å bordid og
krevja alla sakina til
viðgerð av nýggjum.
At senda drunn er fer-
oyskt, men tað, at senda
avgerðina um staðfesting
av studentaskúlanum í
Eysturoy sum drunn til
danskar skúlamyndug-
leikar, brýtur við alt, sum
føroyskt er.
Hinvegin er neyvan
hugsandi, at danir eru
sinnaðir, at stuðla fer-
oyskum uppgávulyndi og
vilja loyva eina slíka
undanstekking burtur av
sjálvsstýrisleið.
Nei, studentaskúlin er
føroyskur burturav,
føroysk er hondin, sum
heldur um styrisvølin, og
føroysk var tungan,s um å
Gøtusandi svór ungdóm-
inum eið um skjóta loysn í
hesum teirra lagnumáli.
Nú eru tvey ár farin, og
eitt sindur eftir.
Peningur er játtaður til
projektering, men hóast
hetta koma vit ikki ein
tumma longur, fyrrenn
okkara myndugleikar
hava staðfest skúlan.
Nú leikar á sum ongan-
tíð, arbeiðsumsteðurnar
eru trongdar niður í
armóð. Hvussu verður?
Allur ungdómur í eystur-
sæst
Feroyum, foreldur teirra,
og øll vit, sum starvast við
bæði studenta- og grund-
skúlan í Getu líta suður
mót Tinganesi og seta vón
okkara til landsstýris-
mannin í skúlamálum. Tað
er frætt, at nakað er í
umbúnað, og eingin trýr,
at tos um fleiri kanningar
er annað enn undanfersla
og viljaloysi.
Nei, eg trúgvi ikki
einum orði av hasum, sum
14. September leggur
Jógvani Durhuus í munn-
in, eg kenni hann fyri
sterri dygdir enn bara at
lata standa til, og als ikki
sum orðloysing og dólg.
Øll vit, sum hoyrdu
pisureðuna vita, at hetta
er Jógvan, tá frásegu-
maðurin, sum í nevndu
grein í 14. September
afturgevur hann soleiðis:
„Eg havi alla tíðina lagt
dent á, at fáa málið um
byggingina av studenta-
skúlanum í Eysturoynni
avgreidda. Eg haldi ikki,
at hann kann bíða longur«.
Hatta er mannsømandi
tala, og aftan á hasa
avgerð tína vilja vit allir
fylkjast, men dagur
dettur av degi, málið má
loysast nú, og tingið fer
skjótt heim, um brúk
skuldi gjerst fyri tí.
Jógvan málið er
óplettað feroyskt, lat
hetta koma fram 6dålkad,
og far ikki leid tina saman
við dáranum. Nú er
stundin komin, reis teg úr
sæti og vís at
Á
tá ið grent lýsir
dt
Síða 19
Petur E. Mikkelsen, skúla-
stjóri: Neyvan hugsandi,
sinnaðir at
upp-
at danir eru
stuðla føroyskum
gávulyndi
Her er tann nevin, sum slær
í borðið mót órættis lag
og ripar á múla
tann fremmanda skúla
sum drepur okkum dag eftir dag
Petur Eli Mikkelsen
Føroya Handverks-
meistarafelag
AÐALFUNDURIN
verður á Hotel Hafnia »Parnassinum«
fríggjadagin tann 10. apríl 1987, kl.
19.30.
Fundarskrá samb. grein 8 í lógini.
Allir meistarar hava rætt — og eiga eis-
ini at møta til fundin.
FØROYA HANDVERKSMEISTARAFELAG
NEVNDIN