týsdagur 7. apríl 1987síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Nr. 41 — 7. apríl 1987
Hvor vil hava ein
PÁSKAGEST
Í samband við norðurlandameistara-
kappingina í svimjing fyri brekað á
páskum vil ÍSB geva gestum okkara
høvi til at koma í samband við eina
foroyska familju, og tessvegna søkja
vit eftir fólki, sum kann taka sær av
einum ella tveimum brekaðum svimj-
arum páskadag seinnapartin millum kl.
16 og 20.
Um onkur hevur hug til at veita okkum
eina hjálpandi hond við hesum tiltaki
eru tygum hjartaliga vælkomin til at
seta tygum í samband við ÍSB átlf.
12606 elia 11958 millum kl. 15 og 17
skjótast gjørligt. Har fáa tygum eisini
nærri at vita um ætlanina.
Vónandi hevur onkur tíð.
Vinarliga
ÍSB
Skrivstovufólk
Søkt verður eftir 2 skrivstovufólkum,
sum kunnu átaka sær alt vanligt skriv-
stovuarbeiði í Landsskúlafyrisitingini.
Størvini eru leys at seta til 1. mei.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Starvsmannafelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi v.m.
skal vera Landsskúlafyrisitingini,
Falkavegi 6, 110 Tórshavn í hendi í
seinasta lagi 22. apríl 1987 kl. 16.00.
LANDSSKÚLAFYRISITINGIN
3. apríl 1987
Framsýning
við tekningum og
málningum
verður í morgin og ovurmorgin
8. og 9. apríl
frá kl. 15.00 til 18.00
í atelieri mínum á
Liitzenstreð 13
Ingálvur av Reyni
Sekt verður eftir
lærarum
|
Tann Føroyska
Eftirskúlan
Genner
til komandi skúlaár
Undirvíst verður í 9. og 10. flokki 18
tímar um vikuna, harafturat luttaka í
vaktarskipanini á skúlanum.
Umsókn skal stílast til Hans David
Matras, Uppsalagøta, 700 Klaksvík, og
skal vera nevndini í hendi í seinasta lagi
22. apríl 1987.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til Hans David Matras, tlf. 55506.
i Nevndin fyri
Ti NORRØNA EFTIRSKÚLANUM
Skrivstovufólk
Á skrivstovum okkara eru tvey størv
sum skrivarar leys at søkja.
Umsøkjarar mugu vera kønir i føroysk-
um og donskum måli — kunnleiki til
enskt gevur fyrimun.
Løn sambært såttmåla millum Starvs-
mannafelagid og Tryggingarsambandið
Føroyar/ Føroya Livstrygging.
Umsókn við avriti av prógvum og við-
mælum verður at senda til:
FØROYA SJÓVÁTRYGGING
ella
FØROYA LIVSTRYGGING
Postboks 329
110 Tórshavn
Adalfundur
Ítróttasamband Føroya lýsir adalfundin
at vera tann 9. mei 1987.
Dagsskrå sambært grein 13 í lógini.
STARVSNEVNDIN
Avloysari
til Trygdareftirlitið
í Vagum
Søkt verður eftir einum fólki, sum av-
loysara í uml. 5 mánaðar, til Trygdar-
eftirlitið á flogvøllinum í Vágum, at
byrja sum skjótast.
Starvið er hålvdagsstarv og lønt eftir 18.
lønarflokki í tænastumannalógini.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um
aldur, útbúgving v.m. verður at senda
inn higar sum skjótast.
FØROYA GJALDSTOVA
Tórshavn
Búmerki til
Vágs Kommunu
Vágs kommuna bjóðar til almenna
kapping um uppskot til búmerki fyri
kommununa.
Rætt til at luttaka hava øll búsitandi í
Føroyum og føroyingar búsitandi uttan-
lands.
Uppskotið kann verða í litum ella
svart/hvítt.
Hóskandi stødd er A4.
Luttakarar kunnu senda inn eitt ella
fleiri uppskot.
Hvort uppskot skal sendast inn í aft-
urlatnum brævbjálva við sama frámerki
á og við navni og bústaði hjá luttakara-
num innani.
Býráðið skilar sær rætt til frítt at velja
millum uppskot ella onki at taka.
Tað verða latnar 3 virdislønir :
1. virdisløn kr. 4.000, -
2. virdisløn kr. 2.000, -
3. virdisløn kr. 1.000, -
Uppskot, sum fåa virdisløn, eru ogn hjå
Vågs kommunu.
Uppskotini skulu sendast til Vågs
kommunu, og brævbjålvin skal merkjast
>Búmerkjakappinga.
Uppskotini skulu vera kommununi í
hendi í seinasta lagi 15. mai 1987.
Vágs Býráð
|
|
————