Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 1987síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tann ólukkuliga heksin Einaferð var tað ein gomul og ljót heks. Hon var egiliga rík, men hon hugsaði ikki um pengar, o nei; hon hugsaði um tann vakra prinsin, sum búði ikki langt frá henni. Heksin hevði spurt hann, um hann vildi giftast við henni — hann hevði tå flent og blakað hana út, og sagt, at vísti hon seg har aftur, so skuldi hann brenna hana á báli. Seinni frætti hon, at prinsurin ætlaði sær at giftast við einari prinsessu. Prinsessan var vekur og ung, men heksin var serstakliga ljót og var hon minst 300 ár, so tit kunnu síggja, at hon hevði ikki nógvar meguleikar. Men heksin vildi ikki gevast, hon broytti seg til eina vakra gentu, og seymaði sær ein flottan kjóla, og gekk ímóti tí vakra húsinum, har prinsurin búði. Prinsessan var um hetta mundið hjá prinsinum, og gjørdu tey alt klárt til brúdleypið, sum skuldi vara í 3 mán- aðar. Knappliga hoyrdi prinsurin, at onkur græt uttanfyri, og tá ið hann fór út at vita, hver har var, sá hann eina øgiliga vakra gentu sita á einum steini, og græt hon so nógv, at jørðin var vát. „Hví grætur tú so illa»« spurdi prins- urin og var farin at elska hesa ólukku- ligu gentu. Gentan, sum var heksin, turkaði tárini og segði: Guð hjálp mær, eg skuldi gifast við einum ónd- um manni, og elskar hann at sláa meg og pína, og sigi eg nei, so eri eg deyð í morgin, so eg tordi ikki annað enn at rýma heimanífrá. Men finnur pápi mín meg, sum eg veit hann ger. ..< Heksin græt uppaftur meir og prinsurin lovaði at hjálpa henni. Ein vika gekk, og prinsurin elskaði gentuna meir og meir, hann segði beint út við prinsessuna, at hann ætlaði sær at giftast gentuni sum hann elskaði. Brúdleypið vardi í 43 vikur, og vóru ell lukkulig uttan tveir persónar, prinsess- an og heksin. Heksin broyttist altíð til seg sjálva beint áðrenn sólin kom upp um morgunin, hon fór tí altíð út, og bíð- aði til hon var aftur blivin tann vakra gentan sum prinsurin elskaði so nógv. Men ein morgunin kom prinsessan til tað vakra húsið, og sá hon tí heksina. Hon leyp til prinsin og bað hann um at koma við sær, og hann so gjørdi. Heks- in royndi at krógva andlitiðá sær, men tað var ov seint, tey hevdu sæð hana. Prinsurin ætlaði at brenna heksina á báli, men ein gamal maður, sum altíð hevði elskað hana, bjargaði henni. Men prinsessan og prinsurin giftust, og hann visti ikki av, at hann átti lítla dóttur við heksini, men tað er so ein onnur sega.