Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | | I i $ Me 43 TI EDR LSE? Funnu ongan annan at leiða = forhoyr Tað verður Allan Moltke Hansen, dómarafulltrúi, sum skal leiða tænastu- mannaavhoyringarnar um Vágs skúla. Avhoyringarnar vera á sýsluskrivstovuni á Tver- oyri og tær kyrja triðja páskadag, 21. apríl. 14 fólk skulu avhoyrast og vikan er sett av. Avhoyr- ingarnar vera fyri aftur- lætnum hurðum. Tað ljóðaði herfyri, at Landsstýrið hevði mist tolið við Allan Moltke Hansen,s um fyri hálvum- eðrum ári síðani varð til- nevndur forhoyrsleiðari. Landsstýrið bað stutt og greitt Landsskúlafyri- sitingina finna ein annan. — Men hon svaraði, at hon hevði ongan, hon kundi vísa á, sigur Jógvan Durhuus, landsstýris- ; m: BERT BRÁÐ GAGE KRR BEER í ; LUT 5 $* gggg uRRR GATÅ HUN á Fakfelag sta maður í skúlamálum. — Vit hava fingið at vita, at avhoyringarnar byrja 21. apríl og vænta, at so verður. Allan Moltke Hansen sigur, at ongin hevur biðið hann um at fara frá sum forhoyrsleiðari. Hann veit ikki meira um hetta, enn tað, Útvarpið hevði í tíð- indunum herfyri. — Skal eg frá, rokni eg við at fáa hetta formliga at vita. Endamálið við tænastu- mannaavhoyringunum er at fáa fram, hví 13 lærarar í Vágs skúla eru so mis- negdir við skúlastjóran, at teir legdu niður arbeiðið, tá skúlin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina í 1985. hd Reyðikrossur er bygdur úr eik og furu í 1940 og er 30 bruttotons. Hann var fyrst og fremst sjúkraflutningsbátur, men varð eisini brúktur til onnur almenn endamál. Her er tað til dømis løgreglan, sum skal okkurt erindi út á bygd. Býarmyndin broytist: Reyðikrossur farin úr Vågsbotni — Fingu bara 150.000 kr. fyri hann, ti hann ikki kundi brukast til fiskiskap Nú er Reyðikrossur seld- ur. Tveir ungir menn, Olav- ur Joensen á Skipanesi og Tórmund Johannesen í Havn, hava keypt hann fyri 150.000 kr. ovnað i Oyndarfirði Eitt nýtt fakfelag er sett á stovn, og tað hevur heim- stað í Oyndarfirði. Felagið eitur Oyndarfjarðar Ar- beiðarafelag. Felagið varð stovnað 2. apríl og hevur umleið 30 limir. Í nevndina vórðu vald Herver Rasmussen, for- kvinna, Marita Jespersen, næstforkvinna, Erika Petersen, kassameistari. Anni Nielsen, skrivari og Heini Gaard. Arbeiðarafelag = hevur áður verið í Oyndarfirði, men nógv ár eru síðan tað datt niðurfyri. Nú er meira tímalent arbeiði í Oyndar- firði og tí skuldi grundar- lagið verið gott hjá felag- num. Oyndarfjarðar Arbeið- arafelag hevur sekt um limaskap í Feroya Arbeið- arafelag, sum við tí nýggja felagnum hevur 39 limafeløg. randi Reyðikrossur fór hós- kveldið úr Vágsbotni, har hann hevur ligið í eitt hálvt ár, inn á Skålafjørå- in. Nýggju eigararnir sleppa ikki at brúka Reyðakross til vinnuligan fiskiskap. Men tað skilst, at teir ætla at leiga hann til ferðir og útferðir innan- oyggja. Tá Landsstýrið lýsti Reyðakross til selu, stóð í lýsingini, at keyparin slapp ikki at brúka hann sum útróðrarbát. Og hetta gjørdi, at ongin vildi geva nakað serligt fyri hann. Fleiri sýndu áhuga, men boðið frá teimum báðum, Ólavi og Tórmundi, var tað hægsta. Lagdur Reyðikrossur varð lagdur seinasta heyst, tí Lands- stýrið helt ikki, at tað loysti seg at umvæla hann fyri yvir 200.000 kr. Tað Slapst ikki undan hesi umvæling, tí Skipasýnið kravdi hana. Tað vigaði eisini, at sjúkraflutning- arnir við Reyðakrossi vóru fáir seinastu árini. Nú hevur Strandferðsl- an sjúkraflutningin, Reyðikrossur hevði. Manningarnar á Rituni, Tróndi og Sam hava til- kallivakt, er bráðneyðugt at fáa sjúkling til Havnar. Annars hevur Lands- stýrið fingið álit frá arbeiðsbólkinum, sum varð settur í 1983 at koma við uppskotum um sjúkra- flutningin sum heild í Fer- oyum. Í bólkinum vóru J. Karter Hejgaard, settur sjúkrahússtjóri, Jóhan Restorff Jacobsen, stjóri á Strandferðsluni og Jóhan Ziskason, leiðari á Vaktar- og bjargingartænastuni. hd Síða 5 Ákærdur fyri óviljað manndráp — Føroya rættur skal viðgera deyðs vanlukku í desemb- er í fjor Fútin hevur nú sent Feroya rætti ákæruritið um ein 28 ára gamlan mann, sum tann 5. desember i fjør koyrdi å triggjar dreingir å Tvør- oyri Tann eini drongurin fekk so stóran skaða, at hann fimm dagar seinni doyði á Landssjúkrahús- inum. Hann var 15 ár. Maðurin er ákærdur fyri rúsdrekkakoyring, pro- millan var oman fyri 1,20, óviljað manndráp, ósketni og fyri at hava koyrt last- bil uttan at hava stóra koyrikortið. Lastbilurin var eitt sindur tyngri enn 3,5 tons, sum er markið millum vanligt koyrikort og stórt. Fútin sigur eisini, at bremsurnar hjá lastbilin- um vóru ikki heilt í lagi. Blóðroynd varð eisini tikin av teimum trimum dreingjunum. Teir vóru Skeivu megin Vanlukkan hendi um kveldið, klokkan umleið 21.50. Koyrilíkindini vóru sera ring, myrkur og regn. Teir tríggir dreingirnir gingu lið um lið á vegnum — gongubreyt er eingin — í skeivari síðu, hegru- megin, tá lastbilurin rakti teir aftanífrá. Van- liga hevur verið ráðlagt fólki at ganga í vinstru síðu, har ongin gongu- breyt er, júst fyri at minka um vandan fyri at verða koyrd niður aftanífrá. Og við nýggju ferðslulógini er hetta vorðið lóg. Gangast skal vinstrumegin, um hetta ber til. Bilferarin hevur noktað seg sekan í óviljaðum manndrápi. Hann hevur greitt frá, at hann sá ikki dreingirnar. Hann helt seg hóma okkurt, tá hann var langt burturi, men misti hetta burtur aftur. Ongin onnur ferðsla var í nánd, tá vanlukkan hendi, so ongi vitni eru. Fulltrúin hjá fútanum, sum hevur skrivað ákæru- ritið, visti ikki, um dreing- irnir høvdu endurskin. Í eðrum slíkum sakar- málum um ferðsluvan- lukkur, har brennivín hevur verið uppií, hevur dómurin verið fýra-seks mánaða treytaleys fongsulsrevsing og mistur rættur at koyra í fimm ár hd