Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. apríl 1987síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — ivamål? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! Ebenezerkórið fimti Sangfundir í kvold og sunnukvoldið Sangkórið hjá Ebenezer hevur fimti ár á baki í ár. Í hesum sambandi verður skipað fyri sangfundum við ellum kórleiðarunum umframt teimum umleið 70 fólkunum, sum eru við í kórinum. Sangfundirnir verða í Ebenezer í kvøld klokkan 20 og sunnukveldið klokkan 18. Líta vit aftur um bak, so byrjaði sangkórið Ebenezer sum gentu kór, men skjótt varð byrjað at venja blandað kór. Fyrsti kórleiðarin var Viggo Dal- Christiansen, sum var kór- leiðari í 17 ár, fram til 1954. Tá tóku so Jens Gutte- sen og Knút Háberg við sum kórleiðarar og eru teir síðani givnir. Jens gavst tó fyri bert fáum árum síð- ani, aftaná at hava verið í trúgvari tænastu í so nógv ar. Men hesi seinastu árini eru so nógv yngri andlit komin til og hava tikið við eftir teimum gomlu. Hesi eru Jens Christian Gutte- sen, Alexander Samuelsen og Olavur Jøkladal, sum er dagligur leiðari. Nógv er gjert burtur úr venjingunum nú undan sangfundunum og hava tey m.a. vant ein danskan sjæl<, sum var tann fyrsti sangurin, ið kórið vandi fyri fimti árum síðani. Hóast sangurin nýliga er týddur til føroyskt, so fara tey at syngja hann donskum — nú hetta 50 ára minnið skal haldast. Her kann eisini nevnast, at tað verður Viggo Dahl Christiansen sjálvur, sum fer at stjórna kórinum. Eisini Knút Háberg fer at stjórna, tá tey syngja ein svenskan sang. Tey hava annars vant onnur verk eisini, eitt nú Halleluja kórið úr Hándels Messias. Umframt hetta eru so nógvir aðrir sangir á skránni. Nógv hevur verið vant. Her eru tey í Norðurlanda- húsinum í samband við, at Sjónvarp Feroya tók upp Roknað verður við at rættiliga nógv fólk fara at vitja sangfundirnar hetta vikuskiftið. Annars hevur Sjónvarp Feroya gjert upptekur við kórinum, so eisini fólk kring alt landið, sum ikki hava hevi at koma til fundirnar, sleppa at hoyra hetta stóra og ljómssterka sangkórið. Så | 4 Teir tríggir veteranarnir í Ebenezerkórinum, f.v. Jens Guttesen, Viggo Dahl Christiansen og Knút Háberg, líða á, meðan tað stóra og ljómssterka Ebenezerkórið Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. syngur til uppteku hjá Sjónvarp Feroya Stevnan um sosialmål heldur fram i dag Stevnan sum um sosialmál, Javnaðarflokkurin byrjaði skipar fyri Norðurlanda Husinum A gjårkvøldid. Tá tosaði Atli Dam, løgmadur um blokk- studulsskipanina. Stevnan heldur fram i dag kl. 10. Tå fer Grethe Lundblad ur Svøriki at greida frå eftirlønarvidur- skiftum i Svøriki, hvussu henda skipan verður fíggjað og um íbúðar- spurningin. Ur Danmark er Hans Hækkerup komin. Hann fer at grieða frá steðuni í Danmark við serligum at- liti til ATP-skipanina. Eisini fara Ingeborg Vinther, forkvinna í Feroya Arbeiðarafelag og Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felag at greiða frá hvussu fakrerslan hevur hugsað sær pensiónsviðurskiftini skipað. Eftir dogurðastegð verður fundurin uppaftur tikin kl. 13.30. Tá verður bólkaarbeiði og kl. 16 verður panelfundur. Í panelinum eru Grethe Lundblad, Hans Hække- rup, Atli Dam, Ingeborg Vinther og Karl Johansen. Eftir panelfundin fer Johan Samuelsen at siga sína hugsan um hvussu sosialverkið virkar, sæð út frá einum brúkarasjónar- miði. Stevnan leygardagin endar við felagsábiti í hølum Føroya Arbeidara- felags. Sunnudagin kl. 14.00 fara Jåkup Lindenskov og Jóannes Dalsgaard, legtingsmenn og Vilhelm Johannesen, landsstýris- maður at siga sína hugsan um tey viðurskifti, eru komin fundinum. sum fram á tor.- Oli i Åarstovu Bretska passpolitiið vil síggja myndirnar av fólkunum, sum fara við Norrenu, áðrenn tey fara úr Føroyum. Tað er nevniliga ikki vist, at ell líkjast sær sjálv- um, tá farið verður í land í Bretlandi.