mikudagur 15. apríl 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Jóannes Dalsgaard á tingi:
Tað eru ikki
pedagogarnir
sum stjala
okkara børn
— Men tað eru handlarnir, kioskirnar, videohandlarnir, SMS og
oll tann ódámliga mentanin, sum kræddarar, kremmarar og
handilsmenn hava smoygt niður yvir hetta góða fólk her býr,
segði Jóannes Dalsgaard m.a. í talu síni á tingi, tá uppskotið um
barnastyrk var til viðgerðar.
Jóannes Dalsgaard vísti á
tað orðaskifti, sum hevur
verið í grannalondunum
um familjupolitikk. Hann
helt, at soleiðis sum orða-
skiftið er ført i Føroyum,
so er tað farið av sporin-
um, tí tað er í stóran mun
ikki teir spurningarnir, ið
málið snýr seg um, ið
verða umreddir. Hann
— Vit hava fingið eitt
ídnaðarsamfelag uppá
gott og ilt, og har teir ið
styðja hesum samfelag,
kapitalurin og vinnulívs-
kreftirnar, ikki spyrja
eftir familju ella familju-
mynstri, tá teir skulu
hava framleiðsluna at
koyra. Tað teir krevja er
kapitalgegn og arbeiðs-
megi. Arbeiðsmegin
verður tikin inn á virkini
eftir teirra tervi, og hon
verður koyrd út av virk-
inum eftir tervi. Tað er
sum um at alt samfelagið
skal laga seg eftir hesum
og ikki eftir, hvat vit
tilvildarligu = politikarar
ella maðurin á getuni
halda.
Alternativið til tað er
eitt væl stýrt og væl til-
rættalagt samfelag, har
vit settu okkum nakrar
málsetningar um, hvussu
vit vildu liva, hvat vit
vildu hjálpst við, hvat vit
vildu loyva vinnulívinum
at gera við borgararnar
0.s.fr.
Um orsøkina til, at okk-
ara samfeleg síggja so-
leiðis út, segði Jóannes
Dalsgaard, at vinnulívs-
menn í tíðarskeiðnum føa
1750 og heilt upp til okk-
ara eld konsentreraðu
vinnulívið í býnum, tí tað
var bíligast fyri teir at
byggja eina verksmiðju í
Glasgow, í Keypmanna-
havn og. úti Rættará,
heldur enn at byggja 10
verksmiðjur úti kring
landið.
Og soleiðis fingu vit
hetta familjumynstrið.
Frá miðjuni og
út til høgru
Jóannes Dalsgaard vísti
síðani á, at tað vanliga eru
flokkar frá miðjuni og út
til høgru, sum tosa nógv
um familjupolitikk og um
steðuna hjá barninum.
— Men júst hesir flokkar
droyma ikki um at vilja
broyta henda
vinnustrukturin ella ein
samfelagsstruktur, sum
hálar mammuna og påpan
út úr heiminum, tá hetta
passar teimum, sum skulu
vinna pening og tveita tey
út aftur, tá tað ikki passar
teimum, nevniliga tá tað
skal rationaliserast á
virkjunum.
— Her var ein maður á
tingsins reðarapalli, sum
vísti á, hvussu gott tåa
var at vaksa upp í einum
heimi, har mamman var
heima, og hann dugdi ikki
at ímynda sær eitt heim,
har mamman ikki var
heima.
Slíkir politikarar
gloyma, at nógv tann
stersti parturin av fólkin-
um í okkara samfelag
hevur einki val, tey hava
ikki ein »jordiskan« møgu-
leika at velja' um
mamman skal vera heima
ella ikki, tí vit liva í einum
lønarbeidi. Vit liva ikki
longur i teirri tíðini, tå
hvør familja sjålv fram-
leiddi tað, sum hon skuldi
brúka. Vit liva av tí, sum
vit kunnu selja okkara
hendur fyri. Og Jóannes
Dalsgaard helt fram:
Sakin nógv
í tjakinum
— Tað eru ikki tær
eru noydd til at arbeiða.
Men tað eru jú júst teir
somu menn, sum fortelja
okkum, hvussu ræðuligt
tað er, at mamman ikki
kann vera heima.
Tað er ikki konan á
Bacalao, sum hevur bygt
SMS, og tað eru ikki
kvinnurnar á flakavirkin-
um í Nólsoy, sum dúva
uppá, at vit skulu hava
eitt mastodont skrímsl
inni á Sundi til at trekkja
tær síðstu mammurnar,
sum ganga heima, út úr
heiminum.
Alt hetta sakni eg í ein-
um orðaskifti um familju-
politikk. Og tað er so
serliga ein flokkur eg
hugsi um. Politikararnir í
hesum flokki droyma ikki
um at pilka so frægt sum
eitt klípi burtur úr tí sam-
felagsbygnaði, sum tving-
ar bæði mammuna og
pápan út at arbeiða — sum
tvingar ta einsamellu
mammuna í Havn fyrst at
fara til arbeiðis á Bacalao
kl. 8 til 17 og síðani at
vaska í SMS frá kl. 18 til
21, og so kanska fara heim
og tá kanska at fara út at
leita eftir sínum barni.
Hesir ávísu politikarar-
nir droyma ikki um at
gera nakað, nei tvertur-
ímóti lovprísa teir hesum
samfelagnum og framvísa
tað sum eitt tað besta í
vesturheiminum, men tað
er tað so als ikki.
Hetta er ein groteskur
samfelagsútviklingurin, ið
hevur verið um allan
vesturheimin, og sum er
úrslitið av eini eirindar-
leysari profittjagstran.
Men tað er so eingin flokk-
ur, sum kann siga seg
ósekan fyri og heldur ikki
teir norðurlendsku javn-
aðarflokkarnir.
Barnanevnd!
. A
joannes
x
LK.
ema
barna-
sum skal
stovn
konventión —
Nr. 44 — 15. apríl 1987
vera ein rættiliga breið
nevnd, umboðandi bæði
familjur og fakfólk — sum
kundi endavent allari
steðuni hjá familjuni og
bernunum og líkasum sett
hesar báðar spurningar-
nar, sum hava verið
frammi, upp móti
hverjum eðrum: nevni-
liga, at vit ongantíð hava
havt tað so gott sum nú,
samstundis sum spurt
verður, um vit veruliga
hava tað so gott.
— Sannleikin er tann, at
tað hava ongantíð verið so
mong, sum hava havt tað
so materielt gott sum í
dag, men um somu tíð eru
tað í roynd og veru rætti-
liga nógv fólk, sum ikki
hava tað gott.
Brúkararesið
Tað kunnu vera fleiri or-
sekir til hetta! Fólk verða
so hart pressað, tey verða
lokkað, trúað og tvingað
inn í hetta vitleysa brúk-
araresið, sum noyðir bæði
mann og konu at arbeiða
fyri at klára rentu og av-
drátt og fyri at fáa sær tak
yvir hevdið. Men tað eru
so eisini nekur, sum bert
hava eina inntekur, og tey
hava tað ikki serliga gott,
serliga um talan t.d. er um
eina arbeiðarainnteku.
Ein arbeiðari á Bacalao
vinnur kanska einar 8000
til 9000 kr. um mánaðin.
Um talan es um ein einsa-
mallan uppihaldara, so
kunnu vit rokna við, at
hann býr í einum kjallara
fyri 5000 - 6000 kr. um
mánaðin í húsaleigu.
Omaná tað skal so leggj-
ast trygging, sjúkrakassi,
matur, klæði, telefon,
video, sjónvarp o.s.fr.
Og hvussu ber tað so til,
at bernini ikki bera seg at
soleiðis sum vit vænta, at
skulu
tey gera, nú te}
hava tað so gott, spurdi
1 -
k ett í
q n er
31 eV t
spurnartek ð tað
vit senda tey út í. Vit
eitt fullkomiliga náðileyst
kappingarsamfelag, har
tað ræður um at klára seg
Og hann, sum ikki klárar
seg, hann er »lost« — hann
dettur av i svinginum og
reisist ikki aftur. Men tey,
sum klåra seg, tey klåra
seg betri og betri og verða
lent betri og betri eftir tí
Jóannes Dalsgaard
spurdi síðani, hvat tað er,
sum trýstir familjurnar út
í tær stóru skuldirnar.
— Tað er einki annað
enn hetta brúkararesið,
sum er skapt av reklam-
um, av handilsmonnum,
av vinnulívsmonnum
0.s.fr. Onkur skal jú rinda
hesi slottini, sum liggja
uppi á Hálsi. Tað eru tey
ungu, sum skulu seta seg í
búgv, ið skulu gjalda tey.
Tað er skaptur ein ávísur
mentalitetur, sum hverki
tey ungu ella sum onkur
hevur nevnt, Húsaláns-
grunnurin, hevur skapt.
Tað hava okkara smartu
vinnulívsmenn, teir,s um
eiga SMS, teir, sum eiga
borgirnar á Hálsi og teir,
sum eiga fyritøkur runt í
verðini.
Ikki pláss fyri
børnunum
Við tí gongd samfelagið
hevur, tí máta vit plan-
leggja uppá, útbyggja
uppá, so er ikki pláss fyri
bernunum.
Jóannes Dalsgaard vísti
her til ætlaðu berghols-
gerðina millum Signabe
og Kaldbaksbotn og segði,
at her er trumfað eitt
berghol igjøgnum.
— Hvar skulu børnini i
ti byarpartinum i Havn
vera, sum nú fáa alla hesa
feðsluna inn í sítt tún.
Landsverkfreðingurin
hevur sagt, at vegakervið
í Havn kann klára hesa
ferðsluna uttan nakað,
SKULU Tey yr
1
innes ne annars
fyri, at tað er neyðugt við
senda tey nevniliga út í einum tjaki um uppaling.
þ—""
Ivan Johannesen:
Børnini
eins og
burhøsn
Sambandstingmaður-
Ivan Johannesen helt
uppskotið vera ein |
bata, men helt fyri, at
tervurin á pengum er
sterri, tá bernini eru
millum 7 og 16 ár,
enn tá tey eru heilt
smá.
Um barnauppaling-
ina seðgi hann ann-
ars, at hon er at
sammeta við steðuna
á hesnagarðinum í
Rituvík.
— Bernini spæla
ikki longur niðri á
sandinum ella í
bønum eins og vit
gjørdu sum smá-
dreingir. Tey verða
stikað inn á stovnum
á sama hátt sum búr-
hesn, sum er
beinleiðis til staða
fyri tann nåttinliga
útviklingin.
— Í dag eru bernini
vorðin meira eitt haft
um beinini ístaðin
fyri, at vit gleddu
okkum um tey, so
samfelagið er við at
koyra tann skeiva
vegin, segði Ivan Jo-
hannesen.
— Uppaling hevur allar
dagar, uttan júst í okkara
tíð, verið tjakevni. Okkara
fólkaskúlalóg leggur upp
til, at vit skulu uppala
okkara bern til demokrat-
isk menniskju. Vit hava
latið ein stóran part av
uppalingini av okkara
bernum til fólkaskúlan, og
vit eiga tí at styrkja henda
skúla og geva honum
góðar meguleikar at fylgja
endamálsgrein síni.
Stjala okkara børn
uppskot iyri
nakað, sum skal koma
Framhald á síðu 10