Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1987síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44 * mikudagur 15. apríl 1987 Hvat siga 1. deildar- liðini í fótbólti til kappingina í ár! Vit hava tosað við felogini, sum hava lið í 1. deild, og m.a. spurt, hvussu vónirnar eru til kappingina í ár. VB Nýggja liðið í 1. deild, VB, byrjaði at venja longu í januar. Vit hava tosað við formannin í Vágs Bólt- felag, Julius Vest Joen- sen, og biðið hann um eina viðmerking. Um vónirnar til kapp- ingina sigur Julius, at teirra fremsta mál er at vera í 1. deild aftur í næsta ár. Annars sigur hann, at vant verður uml. 3 ferðir um vikuna, og hava teir eisini spælt nakrar venj- ingardystir. Venjingar- dystirnir hava gingið hampuliga væl. Um liðið annars kann sigast, at leikararnir fyri tað mesta eru teir somu sum í fjør, men tó hava teir ein nýggjan málmann, ið er íslendingur. Kl Eitt av veteranliðunum i føroyskum 1. deildarfót- bólti er Norðoyar liðið KI. Liðskiparin í ár, Oddbjern Joensen, sigur í samreðu við Ítróttar-Sosialin, at vónirnar hjá honum per- sónliga eru góðar, og vónar hann at KÍ kemur at liggja millum trý tey fremstu liðini. Venjarar hjá KÍ í ár eru tveir danir. Annar leikar við 1. deild sum framherji. Vant verður minst tríggj- ar ferðir um vikuna og har- afturat koma so venj- ingardystirnir. Tað eru fleiri nýggj ung andlit at síggja á liðinum í ár, so spennandi verður at síggja hvussu leikur fer. HB Aftaná vinardystin leyg- ardagin móti KÍ fingu vit orð á Bjarna Jacobsen, sum í fleiri ár hevur verið við á liðnum hjá HB. Hann segði m.a. at teir í ár hava fleiri nýggjar leik- arar. Jóannes Jacobsen og Kári Reynheim, sum báðir vóru í Noregi síðsta ár, eru nú aftur at síggja á HB- liðnum. Aðrir nýggir leik- arar eru m.a. Jógvan á Kák sum málmaður, Suni Jacobsen og Regin Nolsøe, sum ikki hava verið við nú í fleiri år, og Sonni Jensen, ið fyrr hevur leikt við ÍF. Venjarar í ár eru Jóhan Nielsen og Bjarni Klementsen. Vant verður fýra ferðir um vikuna Eisini HB hevur leikt nakrar venjingardvsti } hava úrslitini verið Oddbjeri Joen form hjå KI sum ov góð, heldur Bjarni Jacobsen. Um vónirnar í ár sigur hann, at strembað verður fram í móti eini góðari plasering. LÍF 1. deildarliðið hjá lorvík- ingum verðu í ár stórt sæð tað sama sum í fjør. Men tó er onkur nýggjur leikari við. T.d. hava vit frætt, at Tom Joensen, sum í fleiri ár hevur leikt við EB, verður at síggja á LÍF- liðinum. Vit hava tosað við ein av nevndarlimunum og sigur hann seg vóna, at LÍF kemur at liggja miðskeiðis í deildini, tá ið kappingin er av. Annars verður vant einar tríggjar ferðir um vikuna. Um venjingar- dystirnar verður sagt, at teir hava ikki gingið ser- liga væl, hetta nea. orsakað av at fleiri leikar- ar eru skaddir. GÍ Feroyameistari í 1. deild í fjør var GI. Vit hava frætt úr Getu, at manningin á liðnum verður tann sama í ár. Teir byrjaðu at venja hálvan februar og vant verður einar 3 - 4 ferðir um vikuna. GI hevur eins og hini liðini eisini leikt nakrar venjingardystir, men hava hesir ikki gingið serliga væl Kortini verður yknað við eini hampuliga sering um seg seinastu årini, er B68. Vit hava tosað við for- mannin, Niclas Davidsen. Hann upplýsir m.a., at teir hava sama fólkið í ár sum í fjør. Teir byrjaðu venj- ingina uml. 1. mars og venjari er danin Svend A. Strandholm. Eisini B68 venur tríggjar ferðir um vikuna. Spurdur um hvussu vónirnar eru til kappingina í ár er Niclas ógvuliga varin við úttal- ilsum. Men hann sigur tó, at eitt og hvert lið byrjar uppá eina kapping fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt. Soleiðis eisini við teimum. TB Vit hava tosað við ein av nevndarlimunum í TB og sigur hann okkum m.a., at 1. deildarliðið hjá teimum í ár verður nakað tað sama sum í fjør. Venj- ari verður aftur í ár ís- lendingurin Egil Steintór- son. Teir byrjaðu venj- ingina um 1. mars og vant verður einar tríggjar ferðir um vikuna. Um venjingar- dystirnar verður sagt; at teir higartil eru negdir, men eru venjingardystir sjálvandi ikki altíð eftir- farandi. Ætlanin er í ár at fáa eitt hampuliga gott úrslit. NSI Uti i Runavik fingu vit eina viðmerking frå einum av spælarunum, Trúgva Mortensen. Trúgvi segði at í ár ætlaðu teir at liggja ovar- laga og helst vinna meist- araheitið og at vónirnar til hetta vóru góðar, hóast úr- slitini av vinadystunum ikki hava verið av tí besta. Venjri hjá NSÍ í ár er Kristin Vestergaard úr Vågi, og byrjadu teir at venja hålvan februar. Annars hevur NSÍ fingið ein nýggjan spælara úr Onglandi, sum eitur Peter Frayny. Hann hevur m.a. leikað á enska unglingalandsliðnum. G-B ” Aðalfundur Regluligi ársaðalfundurin hjá Judosambandi Fer — oya verður í ÍSF-húsinum 15. mei 1987. kl. 15.00 Skrá sambært lógini Judosamband Føroya 0 Ér