mikudagur 15. apríl 1987síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Næ.
ven
ER
KUE NEED + 00
Síða 20
Svimjisamband Føroya:
Nú verður úttikið
til Guernsey!
Aftan á Føroyameistaraheitiå í svimjing fyrst í
mei mánaða fer endaliga uttøkan av svímji-
landsliånum, sum skal umboða Føroyar á
Oyggjaleikunum á Guernsey, fram. Brutto-
hópurin skal skerast niður frá 18 svimjarum til
tey 10, sum skulu mynda nettolandsliðið.
Nú ræður um at spenna
seg út og at venja dugliga,
um tú ætlar at sleppa at
umboða Føroyar í svimji-
kappingunum á Guernsey
í september!
Hetta eru boðini, sum
landsliðsvenjarin, Símun
á Hevdanum, hevur givið
teimum 18 svimjarunum,
sum eru á bruttolandslið-
num.
Av teimum 18 sleppa 10
at mynda nettolandsliðið,
sum skal luttaka á
Oyggjaleikunum.
Hesi 10 verða úttikin
aftan á Feroyameistara-
kappingina, sum verður
fyrsta vikuskifti í mai i
Vági
Símun á Hevdanum
sigur, at hesi 10 verða út-
tikin eftir, hverja tíð tey
hava í FM-kappingini.
Men hetta verður ikki ein-
asta útgangspunktið.
Tað hevur eisini týdn-
ing, hvussu væl svimjar-
arnir hava mett upp til
venjingarnar og hvenn
dent, tey leggja á venjing-
ina.
A teimum fyrstu
Oyggjaleikunum, sum
vóru á Ísle of Man í 1985,
A
Nr. 44 — 15. apríl 1987
luttóku eisini fleiri føroy-
ingar.
Har vóru úrslitini góð.
Fleiri feroyingar svumu
við í finalunum, og tað
eydnaðist einum føroy-
ingi, Elmar Ósá úr Klaks-
viik, at vinna eitt silvur-
merki í eini kapping.
Spennandi verður at
vita, hvussu væl føroy-
ingar fara at klára seg í
svimjikappingunum á
Guernsey í døgunum 10.
til 17. september i år. Vit
vóna tað besta!
Beltiroyndir
Moskvøldid skipaði Judo-
band Føroya fyri
tiroyndum í jiu-jits:
#.e. sjálvverju).
#Royndin fór fram i
Havn, har limir Havnar
dofelag fingu hevi at
hægri beltir í hesi
íbróttargrein.
” Allir, ið vóru til roynd,
komu igjøgnum.
Gult belti (5 kyu):
Thor Skytte, Kári Nolsee,
Kalmar Róðá, Fróði
Magnussen og Poul Petur
Thomsen.
Orange belti (4 kyu):
Tommy Djurhuus, René
Láadal, Jóannes Weihe,
Bugvi Poulsen, Jan Marni
Poulsen, Øssur Hilduberg
og Ancar Broner.
Venjari í jiu-jitsu í Havn-
ar Judofelag er Arni C
Joensen, og stigtøkud6m-
ari var Jákup Mortensen
saman við Arna C. Joen-
sen.
FF Um
-
TO AA |d [|
a ———}
tsu