hósdagur 12. desember 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 239 - 12. desember 2002
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum mintust okkum á
gullbrúdleypsdegnum 3.8.2002.
Kærar heilsanir
Elisabeth og Kjartan í Stovuni, Skálavík
Hey Gimpe
Hjartaliga tillukku á 50 ára
degnum ynskir
vinmaðurin
Góði Aleks!
Hjartaliga tillukku við 10
ára føðingardegnum ynskir
langomman í Vági
Góðu Janus og Marjus
Hjartaliga tillukku við 7 og 1 ára døgunum 11. des. og 8.
jan. Alt gott í framtíðini.
Heilsan abbin og fastir
Selma Petursdóttir
Kjærbo
Góða stórasystir, hjartaliga
tillukku við 20 ára degnum
tann 10. Okkum leingist
eftir tær.
Ragnhild, Dánjal Jákup
og Paulina
Hey!! Her er hon so...ein
Føroya Banka gella, altíð
við upp á tað ringasta. Hon
eitur Óluva Klein.
Heilsan »nissan«
Her síggja vit eitt dømi upp á, hvat hon er við uppá.
Morgunfimleikur á hægsta stigi. Eg havi verið sera fegin
um at hava verið tín nissa.
Heilsan »nissan«
Okkurt bilblað skriv-
ar, at Opel Zafira
OPC TurboVan er
heimsins kvikasti
vørubilur, onnur bløð
skriva, at hann er
kvikasti vørubilur í
Evropa. Sama ger,
bilurin er kvikur og
koyrir sum ein
sportbilur
BILAR
Magnus Gunnarsson
Opel Zafira, sum annars er
ein 7 persóna familjubilur,
er komin í eini OPC útgávu
við 192 hk og eini toppferð
uppá 220 km/t. 2,0 16V
turbo-bensinmotorurin
hevur yvirskot av kraft
bæði til yvirhálingar og
koyring í brøttum brekkum.
Við at koyra bilin merkist
beinanvegin at gott sam-
anspæl er millum hjólini og
fjaðraskipanina. Bilurin er
senkaður og hevur stramma
avfjaðring, ið samstarvar
væl við lágprofildekkini,
sum eru í støddini 225/45-
17. Ventileraðar
sport-
skivubremsur eru við øll
fýra hjólini.
Innan er Zafira OPC
eisini merktur av tí sport-
liga, hvít instrumentir á
instrumentborðinum, Ra-
caro-sportsetur. Eisini hev-
ur hann aircondition, fart-
pilot og el-síðurútar og el-
síðuspegl við hita. Hann
hevur fýra airbag, og 4-
kanals ABS bremsur, elek-
troniskan bremsukraftdeil-
ara (EDB) og elektroniska
stabilitetsskipan (ESP) við
Traction Control (TC Plus).
Karossaríið
hevur
inn-
bygdar trygdarzonir yvir
allan bilin. Vørurúmið er
1705 litrar.
Bilurin verður gjørdur á
Opel Performance Center
(OPC), ið er eitt dótturfelag
hjá Opel, sum heldur til í
Bochum í Týsklandi. Teir
hava serútbúgving í at gera
sportligar Opel bilar sum
t.d. Astra Coupé við V8
motori, 444 hk og koyrir frá
0-100 km/t uppá 4,0 sek.
Nr. 239 • hósdagur • 12. desember 2002 • 76. árg.
Opel Zafira OPC
TurboVan – heimsins
kvikasti vørubilur
Opel Zafira OPC TurboVan
Motorurin:
2,0 litur 16 V 4 syl. við 192 hk
bensinmotorur við turbo
0-100 km/t
8,2 sek.
Bensinnýtsla
9,9 km/l
Dekkstødd
225/45-17
Stødd og vekt
Longd
432,0 cm
Breidd
174,0 cm
Hædd
163 cm
Eginvekt
1450 kg
Totalvekt
2075 kg
Vørurúm
1705 litrar
Prísur
kr. 290.000
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
Opel Zafira OPC TurboVan.
Til tey sum ynskja sær ein
sportbil, men eisini hava
brúk fyri einum vørubili.
Jens Sigurð Simonsen
sølumaður hjá P/F
Meinhardt Arge sýnir her
bilin fram
Bilurin hevur myrkar rútar í vørurúminum
Zafira OPC innan. Stereoradio og CD spælarin
verða stillaði frá rattinum.
C
M
Y
K
31
30
Lesið
Sosialin