Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Kristina Næss: — Hevði ikki væntað gull! Kristina Næss luttók í 4 kappingum, og hon fekk trý heiðursmerki. Áðrenn kappingina hevði hon ikki væntað sær at teljast millum tríggjar tær bestu í nakrari kapp- ing, so hon er sera væl negd við síni úrslit. Tað kann kanska undra onkran, at Kristina, sum í fjør gjørdist heimsmeist- ari í tveimum kappingum, ikki hevði væntað sær nakað heiðursmerki her, men tað er kortini onki logið í tí. Tað er nevniliga so, at í NM-kappingum verða rerslubrekað býtt upp í 5 bólkar, alt eftir brekinum, meðan tað í HM-kapping- um verður býtt upp í 10 bólkar. Tað hevur við sær, at sjálvt um ein gerst heims- meistari í eini kapping, hevur ein ikki so stóran meguleika í NM, orsakað av bólkingini, tí tá verður sterri munur á ferleik- anum í bólkinum. Kristina heldur annars, at tiltakið sum heild eydn- aðist stak væl. Spurd um tað er lættari at kappast í Feroyum, sigur Kristina, at tað er tað ikki. — Her kennir man fleiri, p og tað er ti fyri meg tor- førari at luttaka i kapping her enn uttanlands. Annars heldur Kristina fram við venjingini og hon skal i juli aftur til kapp- ing. Hesa ferð verður tað til Paris Open, sum er ein stór kapping við luttak- arum úr nógvum londum. sj. Jéhan Samuelsen: — Voni at fleiri brekað fara at íðka ítrótt — Eg hevði ikki væntað mær nakað serligt úrslit, so eg eri væl negdur við kappingina. Hetta sigur Jóhan Samuelsen úr Havn, sum luttók í tveimum kapp- ingum. Í báðum kappingunum gjørdist hann nr. 5 av 6 luttakarum. — Ég fór ikki við til kappingina fyri at vinna, tí tað visti eg framman- undan, at eg ongan megu- leika hevði til. — Men eftir sum kapp- ingin var í Feroyum helt eg tað vera stuttligt at vera við, og eg eri væl negdur við kappingina. Spurdur um hann ætlar sær at halda fram við kappingum, sigur Jóhan, at tað væntar hann ikki. — Sum sagt fór eg bert við til stuttleika, tí kapp- ingin var í Feroyum. Men sjálvt um Jóhan ikki hevur so stórar ætlanir um at luttaka í kappingum, so ætlar hann Heimahjálpin Sekt verður eftir tilkomnum fólki at arbeiða sum heimahjálp í Havn sum avloysarar í feriutíðini og at heita á, tá sjúka berst á. Um tú hevur áhuga fyri hesum, so ring ella send skrivliga umsókn til HEIMAHJÁLPARSKIPANIN tlf. 1 4895 - box 357 Bryggjubakki 4 - 110 Tórshavn sær framhaldandi at venja, og hann vónar, at henda kappingin í Feroyum hevur fingið so góða reklamu, at enn fleiri brekað fara at taka lut í ítrótti. Um tað verður, so hava vit vunnið nógv við hesi kappingini, sigur Jóhan Samuelsen at enda. Aðal- fundur Ítróttasamband Før- oya lýsir aðalfundin at vera tann 9. mei 1987. Dagsskrá sambært grein 13 í lógini. STARVS- NEVNDIN Nr. 45 — 23. apríl 1987 Gunn Andreasen: — Betri enn væntað Tann 14 ára gamla Gunn Andreasen luttók í trim- um kappingum. Upp á fyrispurning um hvussu hon er negd við kappingina, sigur Gunn, at hon er væl negd. — Kappingin gekk betri hjá mær, enn eg hevði væntað frammanundan, sigur Gunn Andreasen. Hon greiðir víðari frá, at hon byrjaði at venja við ÍSB í 1986, og í letuni venur hon tvær ferðir um vikuna. Harafturat greiðir hon frá, at hon í letuni ikki veit um nakra kapping fyri framman, men hon ætlar at halda farm við venjing- ini. Gunn hevur eina ferð fyrr luttikið í kapping. Tað var í februar mánað, tá hon saman við hinum svimjarunum hjá JISB, sum kappaðust á páskum, luttók í Malme-Open kappingini. Símun Petur Zachariassen: — Eg haldi fram! Aftanå at NM-kappingin å páskum var liðug, spurdu vit Símun Petur Zachariassen, um hvussu honum dámdi kappingina. — Mær dámdi væl at luttaka í kappingini, og eg ætli avgjert at halda á við venjingini, so eg meguliga kann luttaka í svimjikapp- ing aftur, sigur Símun Petur. Símun Petur greiðir frá, at hann luttók í tveimum kappingum. Hann sigur, at hann hevði ikki væntað Joan Poulsen: tey heilt stóru úrslitini, so hann er negdur við kappingarnar, men hann ætlar í framtíðini at gera enn meira við venjingina. Símun Petur byrjaði at svimja við ÍSB í mei mánað 1986, og hann venur í dag tríggjar ferðir um vikuna, mánadag, mikudag og hósdag. Umframt svimjing ger i .mun Petur eisini fimleik við ISB eina ferð um vikuna. sj. — Hevði ikki - væntad at fáa heidursmerki - Joan Poulsen lúttók i trimum kappingum, og hon fekk tvey heiðurs- merki. Eitt silvur og eitt bronsu. Joan Poulsen greiðir frá, at hon hevði ikki væntað at fáa nakað heiðursmerki í kappingunum, so hon er avbera væl negd við síni úrslit. Joan byrjaði at svimja í 1983 og hon hevur sein- astu tíðina vant hvenn morgun. Í letuni gongur hon á háskúla í Danmark, so hon venur við einum donskum felag. Spurd um hon hevur nakra aðra kapping fyri framman, sigur Joan, at tað hevur hon ikki í letuni. Men kortini ætlar hon at halda fram við somu venj- ingini, og um hevi býðst hevur hon ætlanir um at luttaka í kappingum seinni. sj. Dr