hósdagur 23. apríl 1987síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Í samband við at Kardu-
mummubýurin fekk virð-
islenina fingu vit okkurt
»kut« úr leikinum í norð-
urlandahúsinum mána-
dagin
Nakrir næmingar úr 5. b. í
Tórshavnar kommunu-
skúla undirhildu við sangi
og tónleiki
Havnar Sjónleikarfelag
fekk í ár barnamentanar-
virðislenina hjá Skúla-
bókasavnsfelagnum fyri
barnasjónleikin Karde-
mummubýin eftir
Thorbjern Egner
Hetta hendi í samkomu
i Norðurlandahúsinum
annan páskadag.
Í grundgevingini fyri
virðislenina sigur trý-
mannanevndin, Lena Øre-
gaard, Oddvå Nattestad
og Julianna Næs, at hon
heldur, at Havnar Sjón-
leikarfelag = hevur við
hesum leiki gjert eitt
framúr gott arbeið, har
bæði fullkønir og minni
royndir sjónleikarar í
felag hava víst eitt avbera
gott úrslit.
Nevndin sigur, at
leikurin við sínum
hugflogi hevur evnað at
skapað og stimbrað bæði
stuttleika og lívsgleði hjá
tí einstaka barninum.
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Eisini hevur verið so væl
fyriskipað, at bern úr
flestu bygdum í Feroyum
kunnu hava sæð leikin
Barnamentanarvirðis
lenin er ein seymað mynd,
sum Astrid Andreasen
hevur gjert. Umframt
myndina fekk sjónleikar-
felagið ein kekk uppá 1000
krónur.
Olivur Næss, formaður í
Havnar Sjónleikarfelag,
tók ímóti virðislenini og
helt fyri, at Karde-
mummubyurin fór ikki at
vera seinasti barna
sjónleikur hjá sjónleikara-
felagnum. Ein tílík virðis-
løn er ikki bert eitt
herðaklapp, men stimbrar
okkum somuleiðis at
halda fram, segði Olivur
og legði afturat, at Sjón-
leikarfelagið vildi heldur
enn fegið fingið fatur á
enn fleiri børnum og ung-
um at spæla sjónleik.
tor.-
Limir ur Havnar Sjónleik-
arfelag takkadu fyri vird-
islønina vid at framføra
brot ur sangleiki