Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 46 — 24. apríl 1987 Londonferðin loysti seg Ferðafólkini væl nøgd við ferðina hjá Norrenu, sum gav yvirskot Ferðin hjá Norrenu um páskirnar til London og Edinburgh gekk avbera væl. Veðrið var gott, og alt riggaði líka væl, sigur Heri Niclasen á Smyril Line. Hann var sjálvur við á ferðini. Við vóru 630 ferðafólk, og manningin taldi 100. Tað var útselt, eingin koyggja var í yvirskoti. Skipið tekur annars yvir 900 fólk, men tað vóru fleiri familjur, sum rindaðu fyri allar koyggj- urnar á fýra manskamari, sjálvt um tey ikki skuldu brúka allar, fyri at vera fyri seg. Heri Niclasen letur væl at ferðafólkinum eisini. Tey flestu luttóku í út- ferðunum og øll vóru líka hampilig og í góðum lag. Eingin leyp fram av, heldur ikki tá Greenpeace mótmælti. — Tað vóru nógv, sum søgdu, at verður ein ferð sum henda gjerd eina ferð afturat, so koma tey við aftur, sigur Heri Niclasen. Smyril Line kann heldur ikki annað enn lata væl at. Umframt at alt var útselt, var tað ikki smávegis av pengum, fólk legdu eftir seg umborð á Norrenu. Bæði fyri mat, rúsdrekka og aðrar verur. Handlarnir í London hava kanska eisini merkt vitj- anina. Í hvussu er sigst, at tey vóru nógv, sum hvenn dag komu sleipandi um borð aftur við fyltum plastikkposum. Heri Niclasen sigur, at Smyril Line av álvara umhugsar at gera eina ferð aftur. Kanska ikki til teir somu býirnar, men kanska onkrar aðrar í Bretlandi. Tað er hósk- andi teinur at sigla og tekur ikki so drúgva tíð. Nú í Flensburg Norrena er í letuni í dokk í Flensburg. Tað skulu gerast nakrar smærri umvælingar og skipið skal málast. Síðan fer Norrena til Keypmannahavnar og 18. mei skal hon ein leigutúr í Eystursjógvin. Tá tann ferðin er av, fer Norrena ti IHirtshals, og haðani byrjar | summarsiglingin 30. mei. Hvussu verður til heystar, er ikki heilt greitt enn, men Smyril Line ” - TTT" 2433 338 7 ITEITILITTETTE vónar at fáa avtalu í lag aftur við NATO. Tað gevur væl av pengum, KH 5111 MA Fra RS 2 $ Í Síða 3 $ * Í á Á SMYRIL-LINE sum Smyril Line hevur brúk fyri. At nekrum ikki dámar, at Norrena verður 5 RRRRRRRRERERERRREGET 14“ 3 om ILL leigað til hernaðarvenj- ingar, mugu vit liva við, sigur Heri Niclasen. LA randi Fáir lærarar vilja til skúlan í Genner Áhugin er ikki tann stóri millum feroyskar lærarar at sekja starv á tí Norrena Eftirskúlanum í Genner. Nevndin hevur sekt eftir lærarum at byrja næsta skúlaár, men bara tvær umsóknir eru komnar inn. Umsóknar- freistin var úti mikudagin. Nakrir fyrispurningar hevur nevndin fyri skúlan tó fingið, upplýsir Hans David Matras, nevndar- formaður. Trý lærarasterv skulu setast fyri teir tríggjar lærararnar, sum fara av skúlanum í summar. Um- framt fyristeðufólkið eru seks lærarar á skúlanum. ocazino til Foroya Danski rokk-bólkurin Rocazino verður við í eini stórari = konsert, sum Havnar Bóltfelag skipar fyri í Havn næsta fríggja- kveld. Bólkurin hevur givið út fimm lp-plátur. Tann nýggjasta eitur >Lov At Være Sig Selv«. Hesin bólkurin viðger upp á ein skemtiligan máta ymsar spurningar, ið eru frammi í tíðini. Umframt i Feroyum skal Rocazino eisini vitja í Íslandi og í Grenlandi. Manningin í Rocazino er Úlla Cold, sangur, Jesper Winge Leisner, keyboard, Helge Solberg, bass og kór, Bjarne Jespersen, keyboard = og guitar, Jesper Bo, trummur og Michael Rasmussen, guitar, keyboard og kór. Eingin lærari er farin frá í úrtíð, sigur Hans David Matras. Men tað hava næming- arnir. Síðan skúlin byrjaði seinasta summar eru sjey næmingar farnir av skúlanum. Summir farnir av fríum vilja, aðrir eru koyrdir. Tí teir ikki hava dugað at lagað seg eftir reglunum, sigur Hans David Matras. Og tílíkt er vanligt á ellum eftir- skúlum, sigur hann. Í letuni eru 36 næm- ingar á skúlanum, og teir ganga í 9. og 10. flokki. Síðan Bergur Jacobsen fór frá sum skúlastjóri 1. mars, hevur Solveig Begesvang rekt starvið. Hon ætlar ikki at halda fram eftir summarfrítíð- ina. Nevndin hevur enn ikki sett nýggjan skúla- stjóra. Tað starvið verður ikki lýst leyst — nevndin finnur sjálv fram til stjóran. randi Klaksvíksgrunnur fyri norðoyingar Klaksvíkar Sjónleikar- felag er ikki til longur. Á eykaaðalfundi fyri páskir varð felagið avtikið, og samtykt varð at seta pengarnar hjá felagnum í ein grunn við heitinum Klaksvíksgrunnurin. Klaksvíksgrunnurin skal stuðla mentanar- ligum, sosialum, upplýs- 10.00 til 12.00. Lágargarður Røktar- og Umlættingarheimið, Stoffalág, 100 Tórshavn Leiðarin er at hitta á tlf. 12856 frá kl. Postur kann sendast til somu adressu. andi og eðrum tiltøkum, sum eru Klaksvíkini og Norðuroyggjum til frama, sigur endamálsorðingin fyri grunnin. Sjónvarpsfelagið átti 370.000 krónur, sum nú verða settar á bók. Tá upphæddin er komin upp á 500.000 krónur, fer grunnurin at virka. Reglugerðin fyri grunn- in sigur, at umsóknir skulu vera inni 1. juni i hverjum ári, og at lýsast skal í bleðunum í apríl mánað. Men tað verður ikki gjert, fyrr enn stovns- fæið er komið upp á hálva millión krónur. randi „storf“> Bryggjarí tif. 147 28 svarar eisini aftan á kl. 17