Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. apríl 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Flaggdagin skipaði itróttafelagið Bragdið fyri síni fyrstu rennikapping. síðani felagið í vetur varð endurstovnað við broytt- ari endamálsgrein Høvi var hjá luttakaru- num at velja millum tvey strek 11 4 11.2 km og 21 km. ella hålvt marathon, sum hetta strekki eisini verður nevnt Tað vóru tilsamans 40 luttakarar í kappingini, harav nógv tey flestu valdu at renna tað styttra strekkið. 35 ímóti teimum 5 sum runnu allar teir 21 km. Í kappingini á 11 km- teininum gjerdist úrslitið netta Niels Jåkup Jakobsen 39:48 Í hálvum marathon gjerd- ist úrslitið hetta: 1. Absalon Hansen 1:11:33 2. Hans Abrahamsen 1:20:30 3. Petur Petersen 1:28:56 Um kappingina annars kann sigast, at hon var væl eydnad. Tad, at skipa fyri tilikari kapping i sam- band vid falggdagshaldið. visir seg at vera heppi, ti har er nógv fólk saman- komið. og nógv teirra vóru sera áhugað í hvussu kappingin gekst Umboð fyri Bragdið siga í viðmerking til Ítróttasosialin, at teir av hesi kappingini hava lært, hvussu tilikar kappingar skulu fyriskipast Aðrenn vit of kappingina nogv meira bert fyrireikingunum. um einir 1 —5 luttakarar komu Men nú vita vit. at væl verður tikið undir við tilikari kapping. og ti ætla vit at gera tær neyðugu fyrireikingarnar til kom- andi kapping. sum verður 1 august, siga umboð fyri Bragdið Eitt tað fyrsta, ið eigur at verða broytt. er at seta Væleydnað marathon upp tydiliga avmerking har málið er. og at halda áskoðararnar eitt sindur burtur frá í hvussu er helvtini av vegbreiddini soleidis at rennararnir ikki verða óneyðuga tarnaðir teir síðstu metrarnar til málið sj.