týsdagur 28. apríl 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
|
EB-GÍ 1. deild
kvinnur
Aftaná 2. deildar dystin
menn millum EB og
Sumba á Eiði sunnudagin,
varð ein dystur spældur
millum EB og GÍ 1. deild
kvinnur, sum í fjør endaðu
ávikavist sum nr. 3 og 2 í
landskappingini, so lagt
var upp til ein spennandi
dyst.
Nógvur vindur var, so
tað var ikki so gott at
spæla. Dysturin var sum
væntað javnur og spenn-
andi og tá o.u. Í min. var
eftir av fyrra hálvleiki,
fekk GÍ mál. Tað var
Maria Olsen, sum varð
spæld frí frammanfyri
EB málið og sum lætt
fekk skotið bóltin framvið
EB „málverjanum til
steðuna 1-0.
Seinni hálvleikur var
eins og fyrri hálvleikur
javnur og orsakað av tí
nogva vindinum var ógvu-
liga torfert at spæla. Onki
mál kom afturat í dyst-
inum, so GÍ fór heim aftur
við einum 1-0 sigri og 2
stigum.
b.
NSÍ - KÍ 2-2 (1-1)
Undirhaldandi
dystur í Runavík
Fyrsti = landskappingar-
dysturin í 1. deild í ár varð
leiktur í Runavík leyg-
ardagin millum NSI og
KÍ. Veðrið var av tí besta
og heilt fitt av áskoðarum
var komið til dystin.
Tað var KÍ, ið legði
harðari út og hevði eisini
fleiri vandamikil álop.
Men tað var kortini NSI,
sum fekk fyrsta málið
umi. eitt korter inn í fyrra
hálvleiki. Dånjal Petur
Joensen skeyt hetta
málið. Men stutt eftir
javnaði Olgar Danielsen
út fyri KÍ. Aftaná hetta
leikaði hart á framman
fyri báðum málunum, men
málverjarnir, Jógvan
Linklett og Hegni Mikkel-
sen, vardu manniliga.
Tempoið var rættiliga
høgt og sum frá leið stóðu
NSlararnir seg betur og
betur. Tað vóru eisini teir,
ið legdu harðari út í seinna
hálvleiki og aftaná einar
25 min. fekk nýggi leik-
arin hjá NSÍ. bretin,
bóltin uttanfyri 16 m
teigin og skevt eitt brand-
skot móti KÍ málinum
dygst úti við stongina og
Jógvan Linklett hevði
ongan meguleika at
bjarga. Og nú stóð 2-1 til
NSÍ. Men letu seinni fekk
KÍ brotsspark. Poul Erik
varð settur at skjóta
brotssparkið og hetta
setti hann trygt í netið til
2-2
Fleiri mál komu ikki í
dystinum, hóast fleiri mál-
meguleikar til báðar part-
ar. Sum heild var hetta ein
undirhaldandi og lívligur
dystur, ið átti at givið
NSI-arum gott mót.
Gdm
Nr. 47 — 28. april 1987
EB-Sumba á Eiði
Tað var væl av vindi á
Melini á Eiði sunnudagin
tá EB og Sumba skuldu
metast í sínum fyrsta
dysti í ár. Av og á regnaði
eisini, so líkindini vóru
ikki góð at leika fótbólt
henda dagin.
EB byrjaði at spæla
undan vindinum, men
megnaður teir ikki at taka
ta yvirvåg, sum ein hevði
væntað, við so nógvum
undanvindi.
Tað var Sumba, sum
fekk tann fyrsta góða
meguleikan. Ein langur
bóltur varð sendur fram
um EB verjuna í hegru
síðu. Jan Poulsen fekk
fatur á honum og rak við
bóltinum inn um 16-met-
urin og skeyt, men við
síðuna av.
Spælið gekk javnt á til
báðar síður og tá o.u. 25
min. vóru farnir, varð
demt brotsspark til EB.
Virgar Dahl bleiv fríur í
brotsteiginum hjá Sumba
og bleiv feldur.
Nikkel Nielsen varð
settur at skjóta og skoraði
hann trygt.
Sumba gav so bóltin
upp, sendi ein langan bólt
fram í høgru síðu, har ein
EBari og ein sumbingur
máli, sum John Ellings-
gárd eisini gjerdi. EB
verjan fekk ikki sparkað
fóru rennandi eftir bólt-“ bóltin burtur og endaði
inum. Tá bólturin næstan
var fairn afturum baklinj-
una, gav EBarin hinum
eitt skump, eftir áskoðar-
anna tykki eitt lógligt
skump, men dómarin
demdi brotsspark til
Sumba, sum sagt ein iva-
som avgerð. John Ellings-
gárd varð settur at skjóta
og hann skoraði eisini
hóast EB málverjin fekk
hondina á bóltin.
Restina av fyrra hálv-
leiki hevði EB yvirvág,
men eydnaðist teimum
ikki at skorða, so hálv-
leikssteðan var 1-1.
Í seinna hálvleiki var
tað Sumba, sum spældi
undan vindinum, men
megnaðu teir heldur ikki
at taka yvirvágina í dyst-
inum. Spælið gekk javnt
til báðar síður, nógv luft-
spæl og skeivar avlever-
ingar, hetta orsakað av
vindinum.
Tá 10 min. vóru farnir
av seinna hálvleiki, legði
Sumba seg á odda við
hann hjá John Ellings-
gárd, sum skeyt eitt gott
skot dygst úti við
stongina og inn um mál-
linjuna, til steðuna 2-1.
Aftaná hetta málið
bardust sumbinar fyri at
fáa eitt mál afturat, men
eydnadist hetta íkki.
Eiðismenn bardust fyri
ikki at tapa og hetta gav
úrslit tá 22 min. vóru
farnir. Tað var Pól Suni
Dam, sum fekk bóltin eftir
klumpspæl frammanfyri
sumbiarmálinum og hálv-
fluktaði bóltin í netið til
støduna 2-2. Restin av
dystinum var jevn og
ongir nevnuverdir megu-
leikar = komu afturat,
soleiðis at endaliga steðan
gjerdist 2-2. Dómarin kom
væl frá dystinum, burtur-
sæð frá straffiskparkin-
um, sum varð dømt til
Sumba.
b.
MB-B36 í Miðvági
Ein av teim fýra fyrstu
dystunum í landskapp-
ingini í 2. deild var í ár
millum MB og B36 og
varð he='n dystur spældur
í Miðvági.
Veðrið at spæla henda
dagin var av tí besta, nær-
um stilli og turt. Teir
fyrstu 15-20 min. av dyst-
inum vóru merktir av
nervum og spenningi og
orsakað av hesum vóru
nógvar avleveringar
óneyðugt slesaðar burtur.
Spælið gekk annars javnt
á.
Fyrsta málið kom tá o.u.
20 min. vóru farnir av 1.
hálvleiki. Tað hendi eftir
at ein B36 leikari skuldi
hevda bóltin inn til mál-
mannin Jan Alberg, men
fjarsteðan var ov long og
Jens Erik Rasmussen
kundi ótarnaður koma
ímillum og langa bóltin í
netið til 1-0.
Eftir at hetta mál var
komið byrjaði MB at
pressa meira, men B36
verjan stóð seg væl, og tá
35 min. vóru farnir av
fyrra hálvleiki, byrjaði
verjan uppá eitt væl
gjøgnumspælt mål. Ein av
verjuspælarunum spældi
ein bolt fram á miðvellin,
sum so spældi hann víðari
yvir á hegru síðu til unga
spælaran
Hann trekti framvið ein-
um MBara og tá hann var
komin nakað fram um 16-
meturin spældi hann ein
stuttan bólt til Berg, sum
vendi
Steinbjørn
sær og langað
bólti í netið til støduna 1
Teir síðstu minuttirnar
av fyrra hálvleiki hevði
B36 tað betra spælið, men
eydnaðist tað tó ikki at
fáa mál.
Seinni hálvleikur byrj-
aði við yvirvág til MB og
hevdu teir best meguleika
at fáa mál. Einaferð mið-
skeiðis í hálvleikinum
hevdu teir ikki minni enn
4 skot upp í slag innanfyri
16-meturin, men eydnan
var ikki við teimum. Tvær
ferðir hevdu teir 3 horna-
sperk upp í slag, men
heldur ikki hesa ferð var
eydnan við teimum.
Harafturímóti kann sig-
ast, at eydnan var við
B36. Tá o.u. 10 min. vóru
eftir av dystinum bleiv ein
møguleiki í høgru síðu.
Hetta hendi aftaná eitt
skot á mál, men sum rakti
ein MBara í endan. Bólt-
urin stekk út til Jákup
Símun Simonsen, sum
stóð væl fyri at skjóta,
men hann tekur stutt og
greitt og spælir inn á 5-
meturin til Berg, sum fær
slongt beinið á hann og
inn í málið til støduna 2-1
til B36.
Nú kom rættiligt lív í
B36 leikararnar. 3 min
aftaná fekk B36 aftur mál
Tað var Kári Gullfoss,
sum nakrar min. áðrenn
var innkomin. fekk ein
olt á iðvellinum, og
mstundi m MB
við fullari ferð mitt ígiegn-
um verjuna og bleiv púra
fríur, og kundi ótarnaður
seta bóltin trygt í netið og
harvið sláa sigurin hjá
B36 fastan.
Dysturin annars var
ikki so væl spældur sum
væntað. Urslitið kundi
eins væl verðið ein sigur
til MB, men sum nevnt
var eydnan ikki við
teimum henda dagin.
Um démar kann sigast,
at hann kundi væl komið
betur frá uppgávuni, men
hann hevur staðið roynd-
ina á dómaraskeiðnum,
sum nýliga hevur verið og
dómaraeygleiðari var til
dystin, so væntandi verð-
ur hetta rættað til eina
aðru ferð.
B36 hevur tryggjað sær
2 stig og MB náddi ikki at
koma upp á stigatalvuna
hetta fyrsta umfarið av
landskappingini 1987.
b.
NU er at spenna Í
BELTINI