Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgevari: PÆ Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Nr. 48 — 30. apríl 1987 1. mai Í MORGIN er 1. mai. Hetta er al- tjóða arbeiðaradagurin. Kring heimin verður hesin dagur há- tíðarhildin við fundum, rødum og skrúðgongum. HESIN dagur verður eisini hátíð- arhildin heima hjá okkum. Á mai- fundum kring landið verða reður hildnar um kor verkafólksins. Vit gera støðuna upp við at líta aftur um bak og við at seta okkum nýggj mål at røkka. Ein slíkan dag tosa vit eisini um altjóða solidari- tet og um frið og avvápnað. KORTINI fara vit her at halda okkum til tey heimligu viðurskift- ini. Arbeiðsdagurin hjá hesi lands- stýrissamgongu er meiar enn hálvrunnin. Tá samgongan var skipað, fekk flokkurin, sum hetta blað umboðar, litið upp í hendi at umsita tað týdningarmikla máls- øki, ið eitur arbeidaramål. Hósk- andi er tí at gera støðuna upp á hesum øki. Í TINGSETUNI 1985 fingu vit nýggja lóg um fritid vid løn. Eftir trimum árum verður frítíðin longd úr fýra upp í fimm vikur. Í sama tíðarskeiði verður frítíðarpro- sentið hækkað úr 9,5 upp í 12. Frítíðarpeningurin verður nú latin løntakarafeløgunum i — vard- veitslu, soleiðis at hesi nú fáa tann rentuágóða, sum stendst av at goyma frítíðarpeningin. Í TINGSETUNI 1986, sum júst er endað, hendi eisini nakað á hesum målsøki. Lógin um trygd- argrunn veiðimanna er nú broytt, soleiðis at hesin grunnur nú eitur trygdargrunnur fyri avreiðingar og lønir á fiskavirkjum. Hetta merkir, at grunnurin nú eisini um- fatar tey — timalønt og fastlønt — sum arbeiða á fiskavirkjum, meðan hann áður bert var gald- andi fyri veidufør og manningar. Í TEIMUM báðum komandi ting- setunum kunnu vit eisini vænta okkum lógarsmíð, sum fer at bóta um kor verkafólksins. Ein trygdargrunnur fyri teir løntak- arar, sum eru í vinnu hjá eðrum enn fiskavirkjum, má fáast at virka. Tingið hevur samtykt lóg um slíkan grunn, men skal lands- stýrið við kunngerð áseta nærri reglur um, hvussu hesin grunnur skal umsitast, og nær hann skal fara at virka. MEN ONNUR mål eru eisini eftir at loysa. Her hugsa vit um eina arbeiðsmarknaðarpensión gald- andi fyri fiskimenn, timalønt og onnur, id ikki fáa aðra pensión enn fólkapensiónina. Her verður loyst úr lagdi nú fyrsta dagin, og vónandi røkka vit málinum, áðrenn hetta valskeiðið er úti. Tað er so málsetningurin. ÆTLANIN er eisini at røkka á mål í spurninginum um at fáa eina fastlønar- ella minstulønarskipan fyri tey, sum arbeiða á fiskavirkj- um. Her verður somuleiðis loyst úr lagdi nú um dagarnar. UM SOMU tíð verður Arbeiðs- eftirlitið útbygt við deildum kring landið. Lógin um arbeiðaravernd er broytt. Eitt arbeidsumhvørvis- ráð verður skipað, og arbeitt verður við at gera eina arbeiðs- umhvervislóg. ALT Í ALT er talan sostatt um seks stórmál á arbeiðsmálagkin- um hesi árini. Hetta er nakað, vit kunnu og eiga at fegnast um ein fyrsta mai. v. BAN Vegna flyting i nyggj hølir… Vit hava stongt og lata upp aftur 4. mai i nyggjum hølum å Hoyviksvegi 59 (har Før- oya Búnaðarfelag var áður) PFf VILHELM NIELSEN e JÓNAS BRONCKSGØTA 35 - 3800 TORSHAVN ek DEL. Í Box 90 Telefon (298) 11140 — Telex 81232 | OPEL | ; 5 i i : É F í