Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-04-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. apríl 1987síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Minnast ætan listamann — Filmsfelagið sýnir tveir filmar, tann fyrsta og tann seinasta, hjá Tarkovskij, sum doyði í fjør. Andrej Tarkovskij gjørdist heimskendur fyri sermerktu filmar sínar Ein av teimum seinastu degunum í 1986 doyði sovjetiski filmslistamað- urin Andrej Tarkovskij í útlegd, 54 ára gamal. Navn hansara verður ikki gloymt. Við tveimum sýningum fer Filmsfelagið at minnast hendan mæta listamannin, sum gav filmslistini so nógv nýtt og spennandi. Sunnudagin 3. mai eru „Barnaár Ivans« (Sovjet 1962) å skrånni. Og 10. mai land 1986). Bådar syningar vera i Sjónleikarhúsinum kl. 15.00 — stundisliga! »Barnaår Ivans« koma í staðin fyri „Andrej Rubljov«. Filmsfelagið hevur fingið at vita, tað ikki kann fáa tann filmin kortini, tí hann fór illa í danskari biohell herfyri. Fyrsti og seinasti »Barnaår Ivans« er fyrsti" filmurin hjá Tarkovskij í fullari longd (96 min.). Mosfilm bað hann gera filmin, júst sum hann hevði tikið prógv sum leik- stjóri. Tað sigur ikki so lítið um Tarkovskij og gávur hansara, at hann megnaði at lýsa annan heimsbar- daga, stóra fosturlands- kríggið, á ein heilt annan hátt enn vanligu sovjet- isku myturnar. Her eru ongar hetjur, reinar og stórbærar, í ellum ræðu- Tarkovskij hevur valt at sýna, hvussu kríggið oyðileggur sinnið hjá einum menniskja, enntá einum barni, smá- dronginum Ivan. Åskodarin upplivir kriggid gjøgnum Ivan og i honum. Ivan er sjålvur vorðin kríggið. Hann dugir bara at hata og oyði- leggja. Men í dreymunum leikanum. vr Nr. 48 — 30. april 1987 Filmurin »Barnaår Ivans« letur åskodaran uppliva kríggið saman vid einum små drongi. Sovjetisku myndugleikunum dámdi i skriftini fyri krígsfilmar. Men uttanlands fekk hann alt fyri € Venedig. sleppur hann úr krígsham- inum. Hesin munur millum dreym og veruleika, spenningurin millum tað, sum rørist í fólki, og tað, sum er uttan um tey, eyðkennir Tar- kovskij (og landsmenn hansara). Sjálvandi vístu sov- jetisku myndugleikarnir filminum frå sær. Men å filmshåtidini i Venedig i 1962 fekk »Barnaår Ivans« fyrstu virdisløn. „Offrið< (148 min.) er seinasti filmurin hjå Tar- kovskij, gjørdur i Svøriki. Tå hann i einari veitslu heima hjå sær sjålvum heldur, triði heimsbardagi er byrjaður, biður ateist- urin Alexander til Gud. Hann lovar at offra alt, sum hann er góður við, fyri á tann hátt at gera tað gjørda ógjert. Men kríggj verður onki. Alexander noyðist kortini at offra. Hann hevur átikið sær eina ábyrgd, skapandi luttøku í lívinum. Gerð hansara er eitt mótmæli móti tí æviga tjakinum og tigandi samtykkinum. „Offrið< er ein framúr vakur filmur, sum veru- liga fær áskoðaranum nakað at hugsa um. Foto- grafur er Sven Nykvist, sum m.a. Bergman ofta hevur brúkt. Ferð í løgnum landi Andrej Tarkovskij er í senn gátuferur og djúpt eksistentiellur. Tí er hann ein sonn avbjóðing. Hann bjóðar fordómum okkara av, kastar legnar sjónir í hevd og hjarta (hann hugsar nevniliga ikki bara við hevdinum). At síggja ein film hjá Tarkovskij er at ferðast inn í eitt legið land. Kanska er tað landið hjá Tarkovskij. Men ferðin er eisini ein sjálvrannsóknar- ferð. Ein ferð inn í seg sjálvan. Og júst tí hevja filmar hansara seg upp um ta subjektivismu, sov- jetiska stýrið hevur ákært hann fyri. Júst tí eru filmarnir stór list. Stór listaverk, tí inn- lit Tarkovskijs málar stórar myndayrkingar á tjaldið. Men sum ell onnur sonn list, setur listin hjá Tarkovskij krev. Hon krevur, at fólk tora at taka móti henni við opnum sinni. Torir tú? kki filmin, tí hann var ikki gjørdur eftir upp itt altjóða viðurkenning, á filmshátíðini Aðalfundurin útsettur Aðalfundurin hjá Films- felagnum, sum skuldi vera í morgin, er, sum áður frá- boðað, útsettur til sunnu- dagin 17. mai kl. 15.00 í Sjónleikarhúsinum. Tá verður eisini sýndur filmurin — »Leopardurin« hjå Visconti. Nekur hava svarað spurnarblaðnum »Tiggju bjartastu filmsminnini«. Nevndin í Filmsfelagnum hevur avgjert at leingja freistina til 10. mai, so fleiri hava meguleika at vera við. Indiskir filmsdagar Filmsárið endar tó ikki við aðalfundinum. Seinastu dagarnar í mai vera ind- iskir filmsdagar í Havn, væntandi í Sjónleikar- húsinum. Tríggir nýggir filmar úr India, sum í letuni verða sýndir í Danmark, koma til Feroya. Filmarnir eru »Aaghat (Fierce Blow), »Mirch Masala (Chilli Bouquet)« og »Massey Sahib«. Nærri verður fráboðað um hetta tiltakið seinni.