leygardagur 2. mai 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
i
i
i
i
Nr. 49 — 2. mai 1987 |
Hvort húsarhald
av við 5.110, kr.“
Landsstýrið — hin foroyski skattgjaldarin
— hevur mist 75 miljónir við tvingsilssøluna
av Global-skipunum.
Kr. 5.110,00 gjørdist rokn-
ingin til hvert húsarhald í
Feroyum frá Global.
Við tvingsilsseluna av
teimum fýra Global-
skipunum í Rotterdam
mikumorgunin misti
landsstýrið — tað vil siga
føroyski skattgjaldarin —
75 miljónir krónur. Hetta
svarar til, at hvert av
teimum 14.677 húsarhald-
unum í Feroyum hava
mist 5.110,00 krónur.
Eina slaka helvt av hesi
upphædd, millum 32 og 33
miljónir, hevur lands-
stýrið longu goldið —
partvís sum stuðulslán og
partvís sum veðhald.
Tað, sum írestar teim-
um 75 miljónunum skal
landsstýrið útvega fyrsta
dagin.
Undan tvingsilsseluni
bað Global landsstýrið um
at strika tað, landsstýrið
hevði í skipunum, men tað
vildi landsstýrið ikki.
Landsstýrið kravdi, at
henda skuld skuldi flytast
til nýggja felagið, tó
soleiðis, at hetta ikki
skuldi nerva raksturin
fyrstu árini. Hendan upp-
hædd skuldi trý tey fyrstu
árini bæði vera avdráttar-
og rentufrí.
Men hesum er Global —
ella nýggja felagið Island
Tankers — heilt sloppið
undan. Takkað verið
tvingsilsseluni og týska
bankanum.
Men hevur so hetta krav
landsstýrisins verið til
nakra nyttu?
— Pengarnir eru mistir,
- -
*íAindab AA
men hóast alt á náttúr-
ligan hátt við eini
tvingsilssølu. Var stødan
tann, at landsstýrið strik-
adi skuldina undan
tvingsilssøluni, vildi hetta
bert verið fyridømi fyri
onnur, sigur Vilhelm Jo-
hannesen, landsstýris-
maður. — Strikadu vit
skuldina áðrenn, kom
helst ein rúgva av fyri-
tekum til landsstýrið og
bað um tað sama, og vit
hevdu neyvan fingið
nakra tvingsilsselu aftur
— tí so var bert at koma til
landsstýrið eftir pengum,
sigur landsstýrismaðurin.
Avtalað spæl?
Tær 188 miljónirnar tykj-
ast at vera magiska talið
hjá Global.
Global hevur í longri tíð
sagt, at felagið vildi keypa
skipini fyri 188 miljónir
áðrenn tvingsilsseluna.
Hetta talið er komið fram
av tí, at bæði skipanevnd-
in hjá landsstýrinum og
aðrir serkenir hava mett,
at skipini kundu bera 150
miljónir. Munurin millum
tær 150 miljónirnar og
188 skuldi vera eginpen-
ingur.
— Á tvingsilssøluni
keypti týski bankin skip-
ini fyri 188 miljónir og tað
kann vera líkt til, at ein
avtala hevur verið millum
týska bankan og Global
frammanundan, sigur Vil-
helm Johannesen, tí nú
Ð
tykist sum skipini standa
Global í boði fyri hesa
magisku upphædd — 188
miljónir.
Global fær nú, eftir
ellum at dema, síni fýra
skip aftur fyri júst tað
krónutal, sum teir framm-
anundan hava sagt seg
vilja keypa tey fyri, og
sleppa heilt undan teimum
pengum, sum landsstýrið
eigur í felagnum.
12 miljónir frá
partaeigarum
Landsstýrið er tó ikki
Síða 3
Hetta er tað hvert einasta
húsarhald í Foroyum skal
av við
heilt úti av Gilobal-
myndini. Tað hevur enn til
góðar 12 miljónir hjá
partaeigarum av teimum
fýra Global-skipunum, og
hesar pengar fer lands-
stýrið at royna at krevja
inn, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.
tór.-
Næstu skipamálini
skjótt á
landsstýrisborð
Fyrsta dagin fær lands-
stýrið metingarnar frá ser-
ligu skipanevndini við-
víkjandi P/F Hevn, sum
eigur Helenu og skipa-
felagnum Faroe Trader,
sum eigur skipið við sama
navni.
Vilhelm Johannesen,
landsstýrismaður, sigur,
at viðvíkjandi hesum báð-
um skipunum er steðan
Faroe Trader skal
gjalda fyrsta avdråttin
nú
eitt sindur annarleiðis enn
við td. Global. Bæði
Helena og Faroe Trader
hava fígging úr Skips-
kredittfondinum og fara
hesi á tvang, verður tað í
Feroyum, og tað tekur
nakað av tíð.
Skipskredittfondurin
hevur boðað veðhaldar-
unum, tað vil siga lands-
stýrinum, egnsudviklings-
fondinum og teimum pri-
vatu, frá, at um hesi ikki
gjalda, fara skipini á
tvang. Og tað fara tey, um
ikki ein ella onnur loysn í
fíggjarviðurskiftunum
verður funnin.
Landsstýrið
55,4 miljónir
Fara hesi bæði skipini á
tvang, verður landsstýri-
sins partur í hesum fer-
inum stívliga 55 miljónir.
Veðhaldið í Helenu er
17,1 miljón og stuðuls-
lánið 9 miljónir. Í Faroe
Trader veðheldur lands-
stýrið fyri 14,8 miljónir og
stuðulslánið = er 11,7
miljónir.
-
í
— men
Landsstýrið hevur
goldið stuðulslánið og lagt
nakað út av veðhaldinum.
Hetta gevur tilsamanans
stívliga 23 miljónir. Eftir
eru so 32 miljónir, sum
landsstýrið eisini missir,
fara skipini undir hamar-
an.
Stendur illa til
Tað eydnaðist okkum ikki
í gjár at hitta reiðararnar
á hesum báðum skipum,
tað seinasta vit
frættu var, at illa stóð til.
Faroe Trader er trý ára
gamalt og fellur fyrsta av-
dragið uppá 7,7 miljónir
til gjaldingar fyrsta dagin,
men sum steðan var hjá
felagnum í februar, var
eingin króna í kassanum
at gjalda avdrag fyri.
Steðan hjá P/F Høvn er
heldur ikki góð. Í novemb-
er í fjer fullu 2,5 miljónir í
rentum til gjaldingar og í
mai fella aftur 2,5 milj. til
gjaldingar.
tór.-
Helena er bygd á Skála í
1985
JARTANN
DALSGAARD
( TÚYGGINGAR
N
UMBOÐS
STOVA
|MOYDALSVEGUR 6/
N TLF 1 5222 /
þ —
Nee