leygardagur 2. mai 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 49 — 2. maí 198
>
Gudstænasta í
Sandavágs kirkju
Í hesum degum eru liðin
70 ár síðani kirkjan í
Sandavági varð vígd
Hann, sum teknaði og
bygdi hesa ståsiligu
kirkju, var Magnus á
Kamarinum. Ímillum
virðismiklar og áhuga-
verdar lutir, sum í kirkj-
uni eru, er ein, sum
prógvar, at Sandavágur
er fyrndargomul bygd,
nevniliga ein stórur
steinur, sum stendur
innari í kór mannfólka-
megin. Í hann er rist við
rúnum, at Torkil Ønund-
arson, eystmaður av
Rogalandi bygdi henda
stað fyrst.
Sandavágs „Sangkór,
sum byrjaði í 1929, hev-
ur alla tíðina havt fast
tilknýti til kirkjuna. Tey
have fyri tað mesta
sungið í kirkjuni í sam-
bandi við hegtíðirnar, og
nú sunnudagin syngja
tey í báðum gudstæn-
astunum, sum verða, nú
kirkjan fyllir runt.
Tann fyrra gudstæn-
astan verður kl. 11, tá
prædikar David
Johannesen, prestur, og
kl. 18 verður aftur farið í
kirkju. Tá prædikar Ger-
hard Hansen, prestur.
Útvarpið sendir
gudstænastu úr Sanda-
vágs kirkju kl. 11, har
sóknarpresturin David
Johannesen, prædikar.
Sunnudagin kl. 13.40:
>Nú fridkast væl á bøi«
— Føroyskir sangir
Eitt av okkara elstu kør-
um, sum tó ikki hevur
verið so nógv at hoytra
uttanfyri eingjargarðar-
nar, er Sandavágs Sang-
kór, sum byrjaði í 1929.
Fyrsti leiðarin var Jacob
Olsen, sum seinni gjerd-
ist lærari á Tveroyri. Av
eðrum leiðarum kunnu
vit nevna Jørgen Jo-
hannesen, sum stjórnaði
kórinum 1944—62, og
nú hevur Johannes Ol-
sen ábyrgdina av kóri-
num.
Kórið hevur verið
góður stuðul fyri kirkju-
sangin í Sandavági, og
hevur so gott sum altíð
sungið hegtíðsdagar í
kirkjuni.
Sunnudagin hátíðar-
halda tey í Sandavági
sjeyti-ára vígsludagin
hjá kirkjuni, og í sam-
bandi við báðar guds-
tænasturnar, sum verða
tann dagin, fer kórið at
syngja.
Meðan tey vandu fyrr
í vikuni, fingu tey eisini
stundir til at syngja
nakrar sangir inn á band
til útvarpið, og teir
sangirnir verða at hoyra
í sendingini við feroysk-
um sangum sunnudagin
kl. 13.40.
Kórið syngur summar-
sálmin hjá Mikkjali á
Ryggi „Vælkomin
summartíðin<, „Kirkjan
hon er eitt gamalt hús“,
verður sungin við einum
nýggjum lagi eftir Knúd
Olsen, kórið syngur
„Klettur klovin fyri
mær« og >Hoyr andans
rødd«, og at enda sålmin
hjå Mikkjali å Ryggi
„Alt, sum frítt og fagurt
er«. Johannes Olsen
stjórnar kórinum, Bjarki
Johannesen spælir orgul
og Súni Kristiansen
tverfloytu.
00
ERNA AAA KARKARI
PG PEP PPP PPP PP DDK DE PN PEP SL DE Pt PE PE PE PP PLS
Sunnudag kl. 14.00:
Síða 13
Á ferð á bygd — við Ljósá
Sigmar Bláberg og
Steintór Rasmussen
hava vitjað við Ljósá.
Teir práta við Signar
Hammer, Andreas Poul-
sen, Poul Johs. Poulsen
og Heðin Poulsen.
Andreas og Poul Johs.
Mikudagin kl. 20.00:
Poulsen tosa um epla-
velting og útróður í
bygdini. heðin Poulsen
hevur renovatiónskoyr-
ingina fyri
Streymoy og Norður-
Eysturoy.
Kálvarnir fara
fyri hundarnar
Sendingin snýr seg um
framleiðslu av føroysk-
um neytakjeti.
Sigmar Bláberg prátar
við Klæmint Weihe,
vanliga nevndur Kemm i
Lamba. Hann er einasti
bóndi í landinum, sum
hevur fjós til neyt at
drepa — hann fæst als
ikki við mjólkineyt. Til-
samans hevur hann ein-
ar 112 oksar, sum verða
flettir tá teir eru 15—17
mánaðar gamlir.
Sigmar hittir eisini
Páll Patursson í Kirkju-
be, sum hevur mjólki-
neyt. Hann er ein av
teimum, sum ikki slepp-
ur av við kálvarnar.
Prátað verður eisini
við slaktaran í SMS.
SMS innflytir jú ein hóp
av kjeti. Sigmar hittir
eisini Jógvan Djurhuus,
landsstýrismann og teir
tosa um kjetpolitikk.
Eisini verður prátað við
Hanus Wardum og við
Hanus Vang um eitt
flettingarvirki, sum ætl-
anin er at fáa í lag.
Norður-
Maskinmeistari
til
Elfelagið S.E.V. |
Tvey størv sum maskinmeistari hjá
Elfelagnum S.E.V. eru leys at søkja
Annað starvið hevur tænastustað á
Fossáverkinum í Vestmanna, hitt starv-
ið við elverkid Oa Strond.
Harafturat verður sekt eftir feriuav-
loysara fyri maskinmeistara á Fossá-
verkinum summarið 1987.
Umsøkjarar skulu hava fulla maskin-
meistaraútbúgving ella aðra útbúgving,
ið kann javnmetast við hesa.
Lønin verður sambært V lønarflokk
eftir såttmåla millum Maskinmeistara- |
felagid og S.E.V.
Nærri upplysingar um størvini fåast
vid at venda sær til leidararnar å vid-
komandi el-verkum ella til skrivstovu
felagsins i Torshavn, tlf. 11366.
Umsóknir saman vid møguligum
prógvum og ummælum skulu sendast
til Elfelagið S.E.V., Postboks 319, 110
Tórshavn og skulu vera S.E.V. í hendi í
seinasta lagi tann 15. mai 1987.
Elfelagid S.E.V.
lestrarnir
4.—9. mai 1987
Egon Hansen í Havn lesur
Sálmar og bíbliuorð:
Mánadagur 4. mai
nr. 425 Eg vóna vil ið hvussu fer
Hebr. 6,18—19
nr. 427 Guðs kirkjulið, gitnan ger skapara tín
Týsdagur 5. mai
nr. 337 Vermir tú ta stirdu jørð
Jóhs. 3,30
nr. 406 Alt, sum frítt og fagurt er
Mikudagur 6. mai
nr. 341 Sjá, nú stígur sólin
Matt. 5,6
nr. 34 Set alla gerð í Jesu navni á
Hósdagur 7. mai
nr. 311 Um morguntíð og so á kveldi síðla
Sålm. 27,14
Friggjadagur 8. mai
nr. 5 Harranum lovið
Jes. 40,31
nr. 422 Í neyð og váða
Leygardagur 9. maí
nr. 10 O, um eg hevði túsund tungur
Jes. 40,1—2