týsdagur 5. mai 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Nr. 50 — 5. maí 198
hóast alt er hend ein
broyting í orðaskiftinum
um almennar stovnar hjá
landspolitikaranum og tað
kunnu øll hóast alt gleðast
um, hóast tráðurin er
tunnur at hanga í. >Fyrr
varð ongantíð tosað um,
hvar ein almennur stovnur
skuldi liggja, men hetta er
nú nakað broytt. Nú siga
landspolitikararnir, at
hesin stovnur liggur best í
Havnini, so vit leggja
hann her, meðn miðað
eigur at vera ímóti at fáa
stovnar fluttar út úr
Havnini«. Borgarstjórin
upplýsti, at Havnin fær í
dag umleið tað sama inn í
skatti bert frá almennum
stovnum, sum Runavík og
Klaksvík, t.e. næst- og
triðsterstu plássini fáa í
tilsamans, alt
íroknað. Hetta er bert á
rakstrarsíðuni Síðani
kemur ílegusíðan, te.
bygging, byggivirksemi
og aðrir tænastustovnar,
ið knýttir eru at hesum, og
ikki minst tann blómandi
handilsskapur, ið veksur
upp um hetta »eldorado«
av almennum stovnum, og
síðani midsavning av
mentunarfólki 0.s.fr.
»Hvat ætla tit tykkum at
gera“, spurdi borgar-
stjórin hjástaddar leg-
tingslimir og landsstýris-
fólk. »Fjøldin av Føroya
fólki, t.e. teir 30.000 føroy-
skatti
ingarnir, sum búgva
uttanfyri Havnina, har
kanska 90% av út-
flutninginum stavar,
krevja av tykkum at hetta
skal broytast«.
Kommunurnar
saman í
størri eindir
Hava so landspolitik-
ararnir alla skuldina? Til
hendan spurning svaraði
borgarstjórin avgjert nei.
»Eg kundi hugsað mær at
býtt landið upp í tvey. Tað
eru oyggjarnar, Fugloy,
Svínoy, Kallsoy, Mykines,
Hest, Koltur, Skúvoy,
Stóra Dímun og meguliga
Nólsoy. Fyri hesar oyggj-
ar mugu gerast ser-
skipanir, ið muna, so fólk
kann hava tað gott, tí tað
verður ikki tey komandi
árini hesi koma inn í vega-
skipanina. Síðani mugu
kommunalpolitikarar gera
sær greitt, at kommun-
urnar mugu saman í sterri
eindir — í ellum ferum
arbeiðsliga — so pláss
verður fyri eini góðari og
vælútbygdari = umsiting,
sum kann átaka sær
meira, tað veri seg
tekniskar deildir fyri ekið,
sosialar deildir, skúla-
viðurskifti, so sum lærara-
lønir o.a. tann grund-
leggjandi heilsurøktin
o.s.fr. Kommunulógin i
1972 varð gjørd við tí fyri
eyga, at vit skuldu fáa
færri og størri kommunal-
ar eindir, kanska 10 ístað-
in fyri 50. Hetta er neyð-
ugt, so vit sjálvi kunnu
umsita ein sterri part, fáa
sterri avgerðarrætt og
taka fulla ábyrgd av tí, vit
gera. Men hetta tekur tíð.
Kommununar inntekur er
bert skatturin, 12-18%,
meðan restin, tveir trið-
ingar av ellum skattinum,
fer í landskassan, saman
við ellum tollinum og
eðrum inntekukeldum.
Hetta býtið hevur ongan
veruleika og má broytast,
so tað gerst meira liviligt
hjá kommununum«.
Inntøkan 20-30%
hægri í Havnini
>Hyggja vit bert at miðal-
inntekuni hjá borgarum í
Havnini og sammeta hana
við inntekuna hjá hinum
partinum av Feroyum, so
liggur hon ímillum í miðal
20-30% hægri. Hetta ber
ikki til at liva vid, og
hevur hetta verið við til at
koyra Føroyar út í figgjar
ligan vandasjogv«
Jogvan vid Keldu undr
adist at bygdapolitikarar
eru so ósamdir, tá ið tað
snýr seg um at hjálpa
hverjum eðrum, ella rætt-
ari sagt so samdir, tá ið
tað snýr seg um treyta-
leyst at geva seg yvir, at
byggja Havnina upp.
„Enn standa bygdirnar 6-
samdar, og tí er alt við at
enda í ruðuleika<.
At enda í innlegginum
spurdi Jógvan við Keldu
landspolitikararnar:
„Ætla tit at standa stillir,
ella vera so ósamdir sum
tit nú eru meðan
bygdirnar og plássini, tit
umboða, fara í sor? Eg
veit at tit siga nei? Men
síðani er næsti spurning-
ur. Hvat verður so næsta
útspælið hjá tykkum til
veruliga at fáa gongd á
miðspjaðingina?<
Spurningurin ikki
um almennu
skattakrónurnar
Nógv varð tosað um hesar
spurningarnar og fleiri
legtingsmenn, býráðslimir
og ein landsstýrismaður
hevdu viðmerkingar til
hesi málini. Harímillum
Atli Dam, legmaður, ið
segði at tað var ringt at
tosa um hesi viðurskiftini,
tá ikki var heilt greitt
hvat tosað varð um. Atli
Dam segði m.a.: >Onkur
segði, at tað var greitt, at
tað vóru tær almennu
skattakrónurnar, vit
tosaðu um. Fyri mær er
tað ikki spurningur um
skattakrónur. Spurning-
urin er einfaldliga tann, at
fyri at miðspjaðing kann
gerast veruleiki í sam-
felagnum mugu fólk og
vinnulívsmeguleikar vera
á staðnum“. Eilif Samuel-
sen frá Sambandsflokk-
inum segði, at ell vóru
samd um at betri um-
steður máttu vera úti á
bygd, men hetta gerst ikki
við ongum fólki. >Enda-
málið má vera betri virk-
andi samfelag og ikki bert
at taka frá Havnini<, segði
„hevur
Eilif. Fleiri aðrir komu við
viðmerkingum, harímill-
um Svenning Hansen, Jó-
hannes Nielsen úr Sanda-
vági, Tummas Debes úr
Kollafirði, Helma Frídal
frá Velbastað, legtings-
limirnir Pauli Ellefsen,
Heini O. Heinesen, Karin
Kjølbro 0.0.
Vilja vita hvar
politikararnir
standa
Komu onkur itøkilig úrslit
burtur úr ellum kjakin-
um? Vit settu Jógvan
Mørkøre hendan spurn-
ing, tå ið fundurin var at
enda. »Tad er altid eitt
sindur ringt at fåa lands-
politikararnar at siga sina
avgjørdu meining«, segði
Jogvan. »Vit hjå Komm-
unufelagnum eiga ongan
landsstovn, og vit kunnu
bert visa å at gongdin er
skeiv. Vit eru nøgdir um
vit kundu fingid svar uppå
spurningin, sum vit settu i
yvirskriftini fyri fundin,
og um landspolitikararnir
søgdu sina reinu hugsan
um gongdina. Søgdu teir,
at hon var á rættari leið,
so var tað eisini eitt úrslit,
tí tá vita vit hvar teir
standa. Vit krevja ikki
meira í fyrstu atløgu. Um
landspolitikararnir = hin-
vegin ásanna, at gongdin
ikki er góð, so mugu vit
krevja av teimum, at teir
gera okkurt við tað. Eg eri
nokk so væl negdur við
tað sum er komið fram, tí
hóast alt tykist greitt, at
teir flestu landspolitik-
ararnir hava fatan av tí
sum er við at henda. Men
av gomlum vana tosa teir
partapolitiskt og kjakið í
dag er nakað merkt av tí.
Vit eru kortini negdir við
tað, sum legmaður segði
um hesi málini. Vit hava
virkini og vinnulívsmegu-
leikarnar úti á bygdunum,
men hvat nyttar tað, um
vit einki fólk hava?«
etj.-
Framhald av síðu 9
býráðið í Havn
gjørt av at stovna hesa
deildina, sum fer til verka,
nú skúlaárið byrjar aftur.
Leiðari fyri hesi deildini er
Brandur Øssursson.
Hendan deildin er
kommunal burturav, og
hetta, saman við musikk-
skúlanum annars, vísir,a t
tónleikaundirvísingin i
Havn eigur ein hollan
stuðul i Tórshavnar By-
ráði.
Tá skúin byrjaði í 1942
var ein lærari í violin-spæli
og musikkteori. Í dag
hevur Tórshavnar
Musikkskúli 18 lærarar,
sum undirvísa meira enn
40 næmingum.
Pat tm
Ársins Songrodd 1987:
Spennandi finala
leygarkvøldid!
Allir finalistarnir eru nu funnir til endaligu kappingina um Ȍr-
sins songrødd 1987«. Finalan verdur å Kambsdali komandi
leygarkvøld. Kappingin er sera spennandi. Stigamunurin hevur
verið sera lítil og luttakararnir umboða so at siga hvor sin krók
av landinum.
Finalan á Kambsdali verður logd saman við einum stórslign-
um undirhaldskvøldi, har kendi danin Sir Henry og bólkurin La
Roche fara at luttaka.
Frá vinstru: Bodil Wiberg, av Tvøroyri, Randi Gledisheyg av Nesi, Kirsten Jacobsen,
úr Vestmanna, Birgir Gleðisheyg, av Nesi, Martin Sømark, úr Skálavík, og Guri
Andreasen, úr Klaksvík. Á myndini Anna Elisa Jacobsen og Sunneva Herfríð Jacob-
sen, úr Servági, og Christina Heldarskarð, úr Klaksvík, men búsitandi í Havn. Hesi
skulu kappast í finaluni um ársins songredd.
Tær ymsu lokalkappingar-
nar til Ársins Songredd
1987< eru nú allar lidnar.
Kappast hevur verið í
fleiri umførum, og hóast
munurin hevur verið sera
lítil millum flestu av lut-
takarunum, so er kortini
eydnast at finna 7 finalist-
ar — t.v.s. tvær duettir og
5 einstaklingar, so í veru-
leikanum luttaka 9 í final-
uni.
Finalistarnir eru duett-
irnar Randi & Birgit
Gleðisheyg av Nesi og
Anna Elisa Jacobsen og
Sunneva Herfríð Jacobsen
úr Servági, umframt ein-
staklingarnar Guri
Andreasen úr Klaksvík,
Martin Semark úr Skála-
vík, Kirsten Jacobsen úr
Vestmanna, Christina
Heldarskarð úr Klaksvík
og Bodil Wiberg av Tver-
oyri.
Onkur av finalistunum
eru nakað kend innan
tónleik frammanundan,
t.d. kenna fleiri Martin
Semark frá bólkinum Sun-
rise og tey, sum hava sæð
bólkin Dynamitt seinastu
dagarar, vita eisini, at
Guri Andreasen aftaná at
hon hevði vunnið lokal-
finaluna í Klaksvík, varð
tikin sum sangarinna í
Dynamitt. Hin vinnarin
úr Klaksvík vann lokal-
finaluna í Havn og tí
endaðu tveir klaksvík-
ingar í finaluni.
Finalan
leygarkveldið
Byrjað verður á Kambs-
dali kl. 19.30 leygarkveld-
ið komandi. Páll Arge
verður konferencier og
Niels Midjord fer at fylla
onkra pausuna út við
undirhaldi. La-Roche byrj-
ar konsertina og seinni fáa
vit Sir Henry á pallin.
Sjálv finalan verður býtt
upp í tvey og ell kappingin
skal vera liðug áðrenn
klokkan 23, tá vinnarin
skal vera funnin.
Vinnarin av finaluni fær
handaðan ein kekk uppá
10.000,- kr. beinanvegin
frá fyrireikarunum og
meguliga eisini smærri
vinningar. Hevur vinnarin
hug, evni og tilfar til eina
plåtuupptøku, so kann
hann/hon í samråd við
fyrireikararnar møguliga
fåa høvi til at gera eina
plåtuupptøku. Somuleidis
eru møguleikar fyri
»tournekontraktum«.
Aftanå finaluna leygar-
kvøldid fer La-Roche at
spæla til almennan dans.
Arkitektur
Til fjølbroytt prosjekteringsarbeidi søkja
vit ein ungan arkitekt, ið kann taka við
starvi sum skjótast.
Nærri upplýsingar um arbeiðis- og
lønarvidurskifti o.a. fáast vid at skriva
ella ringja til skrivstovu okkara.
LBF
LANDSBYGGIFELAGID P/F
VERKFRØDINGAR - ARKITEKTAR
Grønlandsvegur 5 - Postboks 236
110 Tórshavn - Føroyar - tif.: 14744