Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 7. maí 1987 Foroya Banki 25 ár í Norðurstreymoy Foroya Banki í Norðurstreymoy letur gávur uppá íalt kr. 75.000,00 á 25 ára stovningardegnum. Í samband við, at tað í ár eru 25 ár liðin síðan Feroya Banki læt deildir upp í Kollafirði, Kvívík og Vestmanna hevur bankin latið 3 gávur uppá kr 25.000,00 hver til ymisk felog teimum trimum bygdunum. Hesi feleg eru: í Vestmanna: Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF), í Kollafirði: Bjargingarfe- lagið, í Kvívík: Skótarnir. Gávurnar vórðu handaðar á eini samkomu í Glæmuni í Kvívík leygardagin. At Feroya Banki hevur fingið góða undirteku í Norðurstreymoy ber ekta starvsfólkatalið boð um. Tá byrjað varð fyri 25 árum síðan vóru 2 starvs- fólk. Í dag starvast 14 fólk í teimum trimum deild- unum. Síða 9 Frá vinstru: Bjarni Heinesen frá Skótunum í Kvívík, Niclas Joensen, deildarleiðari í Kollafirði, Poula Christiansen frá Bjargingarfelagnum í Kollafirði, Heini Johansen, deildarleiðari í Vestmanna, og Palli Askham frá V.I.F. Framhald av síðu 6 stýra gongdini og avgera, hverji og hvussu nógv nýggj skip skulu byggj- ast. Steðgar skipabygg- ingin nú, so vita vit, at tað verður tungt at koma í gongd aftur, leggur Óli Zachariassen afturat. Uppá fyrispurning um land okkara hevur ráð til at halda fram við hesum nógvu ílegunum í skip, sigur hann. at vit hava ein fiskiflota, sum telur kanska eini 300 skip og hesi skip skulu so við og við skiftast út. — Siga vit, at vit skifta eini trý teirra út um árið, so tekur tað 100 ár. Við skilagóðari = planlegging frá almennari síðu skuldi borið til at varðveitt tey mongu hundrað arbeiðs- plássini á skipasmiðjun- um. Í dag arbeiða 300 fólk á Skála skipasmiðju. Tey hava nokk at gera í letuni. Try skip eru í gerð, ein rækjutrolari, sum verður liðugur í mai, ein svart- kjaftatrolari, sum verður liðugur í heyst og so enn ein svartkjaftatrolari, sum verður liðugur komandi summar. Enn er so eingin annar sáttmáli gjerdur annað enn fyribilssáttmálar, sum liggja í landsstýr- inum og bíða eftir góð- kenning. Skála Skipa- smiðja hevur gjert fimm tílíkar — fyribilssáttmálar ávikavist um skeljaskip, rækjuskip, svartkjafta- skip og feskfiskaskip. jan Fróðskaparsetur Foroya Náttúruvísindadeildin 1. sept. 1987 verða á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum tiknir næmingar upp til útbúgvingarnar: Matverkfroði Henda útbúgving, ið tekur 3% ár, miðar ímóti foroyska matvøruidnadinum við vørumenning, vørustyring og eftirliti fyri eyga. Serligur dentur | verður lagdur á evni í fiskiidnadinum. | Henda trý ára útbúgving miðar ímóti starvi í for oyska samfelagnum, partvíst undirvísingarverk!- num, men meiri vinnulívinum. Hugsað verður t.d. um uppgávur innan landbúnað og havbún- að, eitt nú kanning, eftirlit og menning á smolt- støðum og alibrúkum. Eisini verður hugsað um arbeiði við umhvervisspurningum í ymsum ídnaðargreinum. BSi livfrødi Stoðisútbúgving: Tvey ára nåtturuvisindaliga stødisutbugvingin á Fróðskaparsetrinum heldur fram. Lesturin fyrra árið er felags við matverkfrødi og BS í livfrødi. Upptokutreytir: Støddfrødiligt studentsprógv ella HF við tilvali í evnafrødi (og helst bæði alisfrødi og støddfrødi aftrat). Umsóknarblað fæst vid at venda sær til Náttúruvísindadeildina. Umsóknarfreistin er 15. juni 1987. Ynskir tú fleiri upplýsingar, ber til at ringja ella stokka inn á gólvið. Náttúruvísindadeildin Fróðskaparsetur Føroya J. C. Svabosgøta 7 FR-100 Tórshavn