Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 IDS-virusin skaptur í eini amerikanskari granskingarstovu AIDS-virusin er skaptur av mannahondum. Hann er ikki framkomin å ein náttúrligan hátt, sum higartil hildið. Men hann er skaptur av vísinda- monnum, sum hava tikið partar av virusum og sett teir saman til ein nýggjan. Hesar royndir eru allar- helst farnar fram í USA og orsekin er helst, at vís- undamenn vildu vita meira um hvussu ein virus er, og ikki tann, at teir vildu skapa eitt nýtt lív- freðiligt stríðsevni. Vísundamenninir = sóu ikki vandan við hesum nýggja virusi og gjerdu tí eitt mistak, tá teir spreiddu tað út. Hesa spennandi teori um hvussu AIDS-virusin er komin fram, sást í enska tíðarritinum Sun- day Express herfyri. Blaðið hevði samreðu við tríggjar = læknar: Dr. Robert Strecker, AIDS- vísundamann úr California. Prof. Jacob Segal, leiðara fyri lívfreði- ligu deildini við lærda háskúlan í Eysturberlin og Londonlæknan John Seale, serfreðing í kyns- sjúkum. Hesir tríggir læknarnir greiddu frá sínum kann- ingum av AIDS-virusin- um, sum vísa tað sama: At virusin er skaptur av mannahondum. Svenska blaðið »Frihed« hevur ringt til John Seale á starvsstovu hansara í London fyri at fáa váttað tað hann hevur sagt. Og tað ger hann: — Tað er ikki bert meguligt, men eisini trú- ligt, at AIDS-virusin er skaptur i eini granskingar- stovu, sigur hann. — Minar egnu kann- ingar visa, at tað helst er sett saman av tveimum ella fleiri virusum. Djóra virus Í Sunday Express sigur John Seale, at hann trýr at tað vóru tveir virusar, Maedi-visna, sum vanliga bert finst hjá seyði, og Laukaemia, finst í evnum, sum verða nýtt við royndir. Bovine Bovine sum Leukaemia líkist í upp- bygging HTLV 1, sum er í ætt við AIDS-virusin. John Seale veit ikki hvar royndirnar vórðu gjørdar, men hugsar sær at tað var innan california- kanningarnar i USA, hetta tí at tað bert finst vitan har at gera so fløkt- ar flytingar av virusum. Tað at fyrstu AIDS- tilburðir vóru í USA, bendir eisini á, at virusin fyrst spreiddist har, sigur hann. Endamálið við kann- ingunum skuldi vera at ekja vitanina um hvussu virusin virkar og um sambandið millum virus og krabbamein. — Vísundamenninir hava sett saman partar av ymiskum virusum av misgáum, meðan teir gjørdu kanningar um krabbamein, sigur hann við Sunday Express. John Seale heldur, at tað kann hugsast at royndin er gjerd fyri at skapa eitt stríðsevni, men heldur at tað er trúligari at tað hendi innan vanliga krabbameinskanning. Mistak Av góðum grundum veit hann ikki, hvussu virusin er sloppin út úr gransking- arrúminum undir roynd- unum. Men hann heldur at vísundamenninir sjálvur kunnu hava tikið tað við sær, av misgáum Granskararnir sjálv- ir, ella onkur annar granskingarrúminum, kunnu hava fingið smitt- una gjegnum nekur sár, og kunnu síðani hava spreitt smittuna víðari, sigur hann við Sunday Express Frihed< spurdi John Seale, hvi virusin í fyrst- um næstan bert finna hjá homoseksuell- um — Tað er av teirri orsøk, at nógvir homoseksuellir hesa tíðina vóru saman við einum og hverjum. Tá virusin rakar ein slíkan, spreiðist tað skjótt víðari. Harafturat viðferir hátturin, homoseksuellir nýta, at smittan spreiðist lattari millum hetro- seksuellar. Hvussu ber tað til, at sjúkan er komin so víða í Afrika, um hon byrjaði í USA? — Tað er satt, at sjúkan er sera umfatandi í Afrika men tað kemur av tí, at fólkið har hevur lægri mótsteðuevni og at heilsu- viðurskiftini eru verri enn í USA. Sjúkan hevur havt betri »umstødur« í Afrika Hvussu kom so sjúkan til Afrika? var át — Á sama hátt sum aðrar = sjúkur ferðast millum kontinentini: Við menniskjum, sum ferðast. Váttar Tann amerikanski granskarin Robert Strecker er so at siga samdur í tí, sum John Seale sigur. Hansara egnu kanningar benda á tað sama. — Teir báðir virusarnir, sum vórðu nýttir til at skapa AIDS, eru sambært mínum granskingarúrslit- um Bovine Leukaemia og Maedi-Visna. Tað er mest sannlíkt, at royndirnar vórðu gjørdar í USA, sigur hann við Sunday Express. Nr. 51 — 7. maí 1987 Tann triði granskarin, Jacob Segal, sigur ikki júst tað sama. Sambært honum er virusin skaptur í USA, men hann sigur seg eisini vita hvar tað hendi og hvussu tað bar til, at virusin slapp út. Tíverri sigur hann ikki hvaðani hann veit hetta, so tað er ikki so lætt at fáa hetta váttað. Sambært Jacob Segal varð virusin skaptur á ein- um hernaðarligum gransk- ingarsjúkrahúsi í Fort Detrick, nær hevuðs- staðnum Washington, har hevuðssæti fyri U.S. Medical Research Comm- and liggur. Royndirnar vórðu gjørdar miðskeiðis í sjeytiárunum. og enda- málið var at finna eitt lív- freðiligt stridsevni. Revsifangar Granskararnir funnu AIDS-virusin við at pilka sundur Maedi-Visna og HTLV 1-virusin. So varð hann royndur á revsifang um, sum fingu lyfti um at sleppa leysir, um teir vildu vera »prøvakaninir« Vegna tess at virusin hevur sera langa samansetingartíð, upp til siey ár, hendi einki ta stuttu tíðina royndirnar vóru, so fangarnir vórðu latnir leysir Uttan at teir sjálvir ella granskararnir vistu tað, vóru teir nú í ferð við at bera smittuna víðari. Tað, at royndirnar skuldu vera gjerdar mið- skeiðis í sjeytiárunum, passar væl saman við at fyrstu AIDS-tilburðirnir vóru seinast í sjeytiárun- um, í NEW York Gøla Jacob Segal heldu , at AIDS-umfarssjåkan goymir eina læknaliga gelu, sum amerikansku myndugleikarnir gera alt fyri at dylja Eg haldi, at teoriin um at AIDS-virusin skal koma frå grenapuni i Afrika og sidan vera flutt til menniskjad, er låtur- lig. Allarhelst hava amerikansku myndugleik- arnir skapt teoriina, fyri at dylja hesi mistøk, sum elvdu til eina læknaliga gølu um allan heimin, sigur hann við Sunday Express. Jacob Segal hevur skrivað eina frágreiðing um hetta, sum telur 30 síður. Tá frágreiðingin bleiv almannakunngjørd, fekk hann vitjan av tveim- um umboðum fyri ameri- kansku sendistovuna í Eysturberlin. Teir vildu vita hvat hann visti, hvað- an hann hevði upplysing- arnar og hvat hann ætlaði við frágreiðingini. — Eg eri vísur í, at teir arbeiddu fyri CIA, sigur hann við Sunday Express. — Eg segði teimum tó alt sum eg visti.