Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn OSS ETA TIL EINTIS STASI OASIS AU Utgevari: P/f Sosialurin Abyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahí Blaðfólk: Høgni Djurhuus Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Fakfeløg finna saman TAD er so sum so vid samanhald- inum í føroysku fakfelagsrørsl- uni. Regluliga hoyrist um feløg, sum klandrast um limir, og sum koma vid åbreidslum måti hvørj- um ødrum. Samstundis sum stór átrokandi mál liggja á láni. Í TALI eru arbeiðarafelggini í land- inum sterkast, men synd er at siga, at tey altíð hava staðið saman, sjálvt tá um hevur rátt at drigið somu línu. nú í nógv ár hava feløgini í Havn staðið uttan fyri Føroya Ar- beiðarafelag, sum hevur talt øll hini arbeiðarafelggini í landinum. Og so hendi tað, at eisini arbeiðs- kvinnufelagið Fjallbrúður fór burtur úr Føroya Arbeiðarafelag. AV OG á hava øll hesi feløg nærk- ast hvørjum ødrum tá stórmál av felags áhuga hava kravt sam- starv, men so er aftur dragnað. HVÍTA minnilutavalið í Suðurafrika gjørd- ist ein sannur sorgarleikur. Flokkurin hjá Piet Botha, forsætisráðharra, hevði fram- gongd og vann valið. Harafturat fekk ein ultrakonservativur flokkur í tinginum størri undirtøku enn nakrantíð. Hesin flokkur er fyri at varðveita og menna apartheidskipanina. Eitt stórt vónbrot gjørdist tað, at tey hvítu valevnini, sum vóru farin á val uppá at fremja nýskipanir og avtaka apartheid, fingu ikki ta undir- tøku, sum so mong høvdu vónað. TAÐ stendur tí heilt greitt, at tey hvítu sjálvi hava lagt brenni á tað bál, sum fyrr ella seinni far atfera til veruligt borgara kriggj í landinum BOTHA hevur longu fagnað valúrslitinum og hevur sagt, at valsigurin er ein stað festing av ti stødufasta og harðrenda poli- tikki, sum stýri hansara hevur rikið mót- vegis teimum svertu og littu íbúgvar- unum. Hann hevur longu sagt, at stýri hansara fer at berja niður alla métstødu, antin hon so er hvít eila svørt. Og tå hann brúkar orðið mótsteðu, so merkir hetta rætt og slætt allar royndir at fáa stýrið at fremja nýskipanir og harvið broyta og heilt avtaka apartheid-skipanina. TÁ sáttmálasamráðingarnar byrj- aðu í hesum umfarinum ljóðaði ikki, sum øll arbeidarafeløgini høvdu í hyggju at arbeiða saman. Føroya Arbeiðarafelag hevur seinastu árini samráðst fyri seg. Havnar Arbeiðsmannafelag valdi at vera einsamalt, og hini fýra fe- løgini samdust um felags sinå- millum samráðingar. MEN tá tað vísti seg, hvussu strævnar samráðingarnar fóru at verða, sóu feløgini, at samstarv var neyðugt. Tað var neyðugt at vita av hverjum ødrum og ikki minst at stuðla hvørjum ødrum í teimum truplu og longu samráð- ingartímunum. SAMSTARVID loysti seg. Við ein- um undantaki eru nú øll arbeið- arafelggini farin í verkfall. Einsa- malt hevði einki arbeiðarafelag klárað seg í ósemjuni. Samanhald er sterkari stóða. AT steðan i Suðurafrika aftaná hetta hvíta minnilutavalið fer at gerast meira álvarslig og meira blóðug enn higartil er helst eingin ivi um. Vit hava hoyrt zuluhøvdingan, Butolezi, sum hevur verið í andsteðu til nógvar aðrar svartar leiðarar, siga, at nú eru allar vónir um at fáa nýskipanir brostnar. Og vit hava hoyrt tann svarta nobelvinnaran, Tuto, siga, at valúrslitið fer at hava við sær, at meira harðskapur fer at verða nýttur í landinum. HVÍTA minnilutavalið i Sudurafrika gjørd ist eitt vónbrot og tað er ikki óhugsandi at júst úrslitið av hesum valinum er tað, sum skal til at tendra neistan, ið elvir til veruligt borgarakríggj í landinum. Skjótt hevur svarti meirilutin av fólkinum lítið annað í at velja enn at taka til vápnini. | Tíðindaskriv heim ahjålpini vidvikjan di: Nr. 52 — 9. mai 1987 — í tann mun, at pensionisturin verður førur fyri at kunna varð- veita eina sjålvstøduga tilveru í ti umhvørvi, har hann og hans- ara hava skapt sær eina tilveru uppá gott og ringt, skrivar Tommy Petersen, stjóri á Almannastovuna, m.a. í einum svari til lesarabræv. Fyri stuttum var lesara- bræv i øllum føroysku blødunum stilad til min sum stjøri å Almanna- stovuni og hervið eisini stjøri fyri heimahjålpini. Í lesarabrævinum varð nortið við tær broytingar í vavi av heimahjálp, sum serliga í summarfrítíðini verða framdar, og verði eg spurdur um, hvat eg haldi um henda spurning, og hvat eg kann gera við hann. Áðrenn eg svari hesum spurningum, skal eg taka upp spurningin — hvat er heimahjálp og hverjum er hon ætlað? Í hesum feri er talan um verandi hjálp til gomul og avlamisfólk, ið á ein ella annan hátt ikki sjálvi ella við hjálp frá familju og eðrum klára dagligdagin. T.v.s. at heimahjálpin skal koma inn í heimið at hjálpa pensiónistinum akkurát so nógv, at hann kann kenna seg tryggan og væl fyri, men, og tað er umráðandi, tað er grund- steðislig hjálp til sjálv- hjálp — also hjálp í tann mun, at pensiónisturin verður ferur fyri at kunna varðveita eina sjálv- støduga tilveru í tí umhvervi, har hann og hansara hava skapt sær eina tilveru uppá gott og ringt. Heimahjálpin kann og skal tí átaka sær slíkar uppgávur í heiminum í tann mun pensiónisturin ikki megnar tað, sum t.d. vanliga reingerð, fara til handils o.a., matgera, beta klæði og hjálpa til við persónligari rekt. Heimahjálpin kann og skal ikki átaka sær upp- Á Tommy Petersen, stjóri á Almannastovuni gávur hjá eðrum húsfólki, sum er væl fyri ella betri fyri, enn tann, sum verður hildin at hava hjálp fyri neyðini til ávís ting. Heimahjálpin kann og skal ei heldur átaka sær at mála vindeygu, gera urta- garðsarbeiði, kálka hús ella tílíkt viðlíkahalds- arbeiði av húsum. Sum er kemur heima- hjálpin í uml. 900 heim í ellum Feroyum, og hevur tann, sum fær hjálp, og sum eisini skrivað varð í lesarabrævinum, í flestu forum vant seg við og kennir seg tryggan við, at ávísur heimahjálpari kemur í heimið og ger tingini á ein hátt, sum pensiónisturin vil hava tað og hevur vant seg til. Verður henda gongd í gerandisdegnum broytt av eini og hverjari orsek, ja so kemur órógv í. Summarið er eitt tíðar- | skeið, sum av náttúrligum orsekum elvir til slíka órógv hjá fólki, ið fáa heimahjálp, tí heimahjálp- arar skulu sum onnur fólk eisini í summarfrí. Hvat er so at gera, tá ið pensión- istinum sjálvandi skal tryggjast sámulig kor og tryggleika eisini í hesum tíðarskeiði? Jú — ein meguleiki er at seta nógvar avloysarar og ikki av mannskapsorsekum minka heimahjálpina. Tó hetta kann sjáldan lata seg gera, tí deils er ikki nóg nógv av fólk og deils er heldur ikki meguligt ella ynskiligt at seta einhvenn til arbeiði, sum bókstaviliga ger, at tú Framhald á síðu 15 BECKERS MALING Tel 13657 Torshavr PUST