Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1987síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A ————— A Byggja eftir fermetrunum hjá lånistovni Feroyingar byggja nú minni sethús enn fyrr. Tey flestu royna at hava húsini minni enn 120 fer- metrar, sum er tað mag- iska talið hjá Húsaláns- grunninum. Hús upp til 120 fermetrar fáa stersta lánið, í letuni 210.000 kr. Og tað er umráðandi at fáa so nógv sum gjørligt frá Húsalánsgrunninum, tí hansara lán eru tey laga- ligastu. Í ársfrágreiðingini hjá Húsalánsgrunninum fyri 1986, sum júst er komin, er eitt yvirlit, sum sigur í hverjum steddarbólki húsini eru, lán verða latin til. Telini eru púra greið: í 1986 vóru 77 av hverjum hundrað húsum minni enn 120 fermetrar, 17 vóru millum 120 og 135 og bara 6 vóru millum 135 og 150 fermetrar Sjey umsóknir vórðu vístar aftur, tí húsini, sambært tekning, vóru sterri enn 150 fermetrar. Í 1982/83 vóru 39 av hverjum hundrað húsum undir 120 fermetrar, 43 vóru millum 120 og 135 og 18 millum 135 og 150 fer- metrar. Næstan 50 milliónir Húsalánsgrunnurin játt- aði í fjer 480 nýggj hús, 253 til nýggj sethús, 130 umbyggingarlán og 97 umbyggingarlán blivu hækkað. Harafturat koma 12 lán til at keypa eldri hús og tvey til at byggja hús til varandi rerslu- tarnað. Grunnurin rindaði út 46,8 mill. kr. í fjør. Her, við J. Paturssonar- gøtu, hevur Húsaláns- grunnurin nú verið í nokur ár. Men 1. oktober í ár er leigumálið úti. Grunnurin verður kortini ikki húsvill- ur, tí hann hevur saman við tveimum ødrum al- mennum grunnum keypt ein skrivstovubygning í Havn. Flutt verður, so skjótt liðugt er at innrætta. Síða 23 r "T Lán til nýggj Lán tilgomul Umbygg- Fólka- | sethús sethús ingarlán tal | 1986 íalt 1986 íalt 1986 íalt 31/12 Norðoyar 23 488 2 2 18 275 6016 Eysturoy 47 993 0 0 26 305 10.196 Streymoy 38 605 3 3 10 124 5.616 | Vågar 20 m— 241 í í 160 99 2.944 | Sandoy 6 145 0 0 4 56 1745 Suduroy 29 472 2 2 21 197 5.890 Tórshavn 90 1.485 4 4 35 469 13.905 Tilsamans: 253 4.429 12 12 130 1.525 46.312 i em j 134 lån vórðu fult aftur- goldin i fjør. Tann 31. desember 1986 vóru tilsamans 5.967 lán i Húsalánsgrunninum. Fram til hendan dag, 31. desember 1986, hevur grunnurin goldið út góðar 403,4 mill. kr. í lánum móti veðbrevum. Raksturin í 1986 gav vinning, 5,6 mill. kr., sum er farin í tiltaksgrunn- arnar. Eginognin við árslok var 166,7 mill. kr. Harav eru 43,7 mill. í tiltaks- grunnunum. Í 1986 fekk Húsaláns- grunnurin 13,5 mill. kr. úr landskassanum og hann lænti 40 mill. uttanlands og 20 mill. í Feroyum. Størri heimildir Husalånsgrunnurin hevur fingið størri heimildir at lata lån. Hann kann nu lata lån til sethús og íbúðir, sum eru eldri enn tíggju ár. Til slík keyp fæst upp til 60% av tí, latið verður til nýbygging. Afturgjalds- tíðin er 15 ár. Grunnurin kann nú eisini játta lán til sethús og íbúðir, sum eru upp til 10 fermetrar sterri enn ásetingarnar fyri vanlig hús, tá varandi rerslu- tarnað, sum noyðast at brúka plåsskrevjandi hjålparambod, skulu búgva í húsinum ella íbúð- ini. Við umsókn um slíkt lán skulu fylgja læknaváttan og ummæli frá MBF (meginfelag teirra brek- aðu). hd Húsalánsgrunnurin ger nú hinir sum peninga- stovnarnir. Arsfrágreið- ingin er eitt snotuligt prentlistaverk við talvum og stabbamyndum í fleiri litum. Her er ein talva úr árs- fráðgreiðingini ———ww Húsalánsgrunnurin játt aði í fjør lán til 253 nýggj sethús 195 eru miami enn 120 fermetrar, 44 millum 120 og 135 og bara 14 størri enn 135 fermetrar Fyri fimm árum síðani vóru flestu húsini millum 120 og 135 fm. Og næstan fimta hvert hús var størri enn 135 fm. Fyrst í januar í ár vórðu lánini hækkað. Hús undir 120 fermetrar fáa nú 210.000 kr., hús millum 120 og 135 fáa 140.000 kr. og hús millum 135 og 150 fm. fáa 85.000 kr. Hús, sum eru sterri enn 150 fermetrar, fáa ikki lán úr Húsalánsgrunninum eru Í letuni eru 17 serlærarar og pedagogar á skeiði í Havn. Skeiðið byrjaði eftir páskir og varar tíggju vikur. Tá skeiðið er liðugt, kunna hesi 17 fólkini kalla seg tali- og hoyrilærara og arbeiða sum slíkur. 14 teirra arbeiða í fólkaskúl- anum. Men til teirra eru bara fimm sterv. Ein tali- og hoyrilærari fær betri len enn ein van- ligur serlærari. Tað vil siga, um hann er í einum skipaðum starvi. Landsskúlafyrisitingin fer eina ferð í summar at lýsa eftir fimm tali- og Blokada móti nýggjum størvum hoyrilærarum. Fýra sterv eru nýggj. Men so er spurningurin, um nakar umsekjari verður til stervini. Tí Feroya lærarafelag hevur avgjørt at lýsa blokadu móti teimum. Tað vil siga, felagið noktar limum sínum at sekja. Lærarafelagið vil hava ymisk viðurskifti viðvíkj- andi tali- og hoyrilærara- størvum greið, áðrenn tað loyvir limum sínum at sekja hesi sterv. Lærarafelagið mælti annars frá at hava skeiðið, sum nú er. Felagið helt ikki, brúk var fyri so nógvum tali- og hoyrilær- arum. Formaðurin í felagnum, Hans Trygvi Henriksen, sigur, at felagið hevði rætt í hesum. 14 lærarar gerast skjótt tali- og hoyri- lærarar. Brúk er bara fyri fimm teirra. — Tey fólkini, sum nú eru á skeiðinum, eru farin á tað við skeivum for- treytum. Tey fóru, tí terv- urin skuldi vera so egi- liga stórur á fólki við júst hesi útbúgvingini. Og tey vistu, at tali- og hoyri- lærarar í skipaðum sterv- um fáa meira i løn. Men nú er knappliga bara brúk fyri nekrum fáum teirra. Og so spyrja tey seg sjálvi: skulu hini so gera tali- og hoyrilær- araarbeiði fyri vanliga len? Krevja tænastubil Krevini hjá Lærarafelag- num viðvíkjandi tænastu- viðurskiftum hjá tali- og hoyrilærarum eru send Landsstýrinum. — Vit hava víst á, at hetta er ein samráðingar- spurningur millum Lands- stýrið og Lærarafelagið. Vit hava tí heitt á felagið um at taka krevini við, nú tað er farið undir samráð- ingar við Landsstýrið. Og vit hava sent Landsstýrin- um okkara tilmæli, sigur Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóri. Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at talan er fyri tað mesta um teknisk krev. Mest íteki- liga kravið er kravið um tænastubil. Sum er verður tað hildin vera ein sjálv- fylgja, tali- og hoyrilær- arar hava sín egna bil og brúka hann í arbeiðinum, fyri ávíst endurgjald sjálvandi, sum sambært formanninum í Lærara- felagnum er láturliga lágt. Hann sigur, at tá tali- og hoyrilærari sekir um starv, vigar tað tungt sum kvalifikatión, eigur hann bil. Og hetta kann ikki vera rætt. Tali- og hoyrilærarar hava brúk fyri bili, tí onkur hevur heila oyggj at rekja. Men hesin bilur skal vera tænastubilur, krevur Lærarafelagið. Nyggj størv f løtuni eru åtta tali- og hoyrilærarastørv. Eitt starv er i Klaksvik, eitt i Eysturoynni, eitt i Norð- streymi, eitt í Vágum, eitt í Sandoynni, eitt í Suður- oynni og tvey í Suður- streymi. Men nú hevur Lands- skúlafyrisitingini skotið upp at skipa fýra sterv afturat, eitt í Suðuroynni, tvey í Eysturoynni og eitt í Suðurstreymi. Hetta er góðkent í Landsskúla- ráðnum og er nú farið til endaliga góðkenning í Landsstýrinum, upplýsir Hensar Ellingsgaard. Landsskúlastjórin sig- ur, at tann, sum verður settur í skipað tali- og hoyrilærarastarv, fer upp í lenarflokk 23 - 2, har sum yvirlærarar eisini eru. Hann sigur, at Lands- skúlafyrisitingin fer at heita á teir skúlar, har sum tey fólkini arbeiða, nú eru á skeiði, ella fáa sær ískoytisútbúgvingina til tvey ára serlæraraútbúgv- ingina, sum hann nevnir skeiðið, um at brúka kunnleika teirra í tann mun, tað er meguligt. hd