Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Abyrgdarblaðstjóri: P/f Sosialurin í Jan Miiler Krisjan Dahi Høgri Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Skipapakkar ÁHUGIN fyri at byggja nýggj skip tykist ongantíð at hava verið so stórur sum júst nú. Landsstýrið hevur meira enn 100 umsóknir liggjandi um bygging av nýggjum fiskiskipum. Í åvisum førum er rætt og slætt talan um útskifting av verandi skipum, men talan er eisini um nógv nýggj skip. Tað snýr seg bæði um feskfiskabátar, um svartkjaftaskip til matna, rækjuskip, ídnaðarskip og so ikki at gloyma skeljatrolarar. Tað hoyrist, at bert talið á umsóknum um at sleppa at byggja skelja- trolarar og umbyggja verandi skip til at fiska skeljar er óvanliga høgt. TAÐ er einki at dylja yvir, at tað er torført hjá landsstýrinum at taka dagar ímillum hesar mongu umsóknir. Sum talar sjálvandi fyri at geva loyvi til nýbygningar, meðan annað talar ímóti. At byggja nógv skip til at fiska burtur av teimum hart troyttu botnfiskastovnunum undir Før- oyum er helst skeivt, men harfyri kann landsstýrið ikki nokta teimum, sum fáa úrtgkuna undir Føroyum, at skifta ótíðarhósk- andi og gomul skip út. Heldur ikki kann landsstýrið, nú menn eru farnir at vísa áhuga fyri skelja- fiskiskapi játta einum stórum tali av slíkum skipum, men verður noytt til at vísa varsemi. Kortini ber eisini til, at vit eru so mikið varnir, at vit longu drepa initia- tivið í fødingini. Tað er so heldur ikki gott. Tað er tí greitt, at tað er neyðugt hjá landsstýrinum væl og virðiliga at meta um, hverjar nylløgur í skip eru skilagóðar og kunnu koma at vera eitt gott og sunt ískoyti til landshúsarhaldið. HÓAST tað eru mong okkara, sum seta eitt stórt spurnartekin við stórar og dýrar nyfløgur í skip, so er tað greitt, at vit eru noydd til at fylgja við útviklinginum, so- leiðis at vit í hvussu so er varð- veita ein góðan og nýtiligan fiski- flota. Vit mugu tí ansa eftir ikki at koma hartil, at vit brádliga, orsakað av at vit ikki vildu geva loyvi til bygging av nýggjum skipum, sita eftir við einum ótíðarhóskandi og ónýtiligum fiskiflota. Eisini mugu vit hugsa um tey mongu arbeiðsplássini á okkara skipasmiðjum og leggja útskiftingina av fiskiflotanum soleiðis til rættis, at tað verður gjørt so við og við. NÝGGJAR leiðir og vaksandi kvotur hava fingið menn at gera ílegur í nýggj skip. Hetta hevur gjørt at vit í dag hava ein rættiliga stóran rækjuflota og eru í ferð við at byggja upp ein svartkjaftaflota eisini. HESI seinastu tvey árini hevur eisini verið nógv tosad um møgu- leikan at fiska skeljar í Barents- havinum og eru nógvir føroying- ar, sum vilja seta pening í slíka veiðu. Men enn hevur landsstýrið so ikki givið loyvi til slíkar batar. Orsgkirnar kunnu helst vera ymiskar. At vit eiga at vera varnir ella at vit ikki eiga at fara út í hetta ævintýrið, sum mong vænta fer ikki at vara leingi afturat. Tað er tó greitt, at lands- stýrið átti at umhugsað at givið loyvi til ein ella tveir skelja- trolarar, soleiðis at vit eisini vera við at royna henda meguleikan. Meguliga eru vit longu ov seinir á sjóvarfallinum. MILLUM umsóknir í Tinganesi eru so eisini nýggj saltfiskaskip. Økta kvotan í Barentshavinum hevur fingið menn at vísa hesum stórri áhuga. Nú er so spurn- ingurin, hvussu nógv skip verandi kvota skal b ytast til. Spurning- urin er, um tað ikki er rættari at lata verandi feskfiskatrolarar sleppa túrar í Barentshavið at fiska ein part av árinum og harvið minka um trýstið á okkara egnu grunnar, heldur enn at geva loyvi til nýggjar saltfiskatrolarar. Men hetta er so ein spurningur, sum landsstýrið eisini hevur til við- gerðar í hesum døgum. SAMANUMTIKID kann sigast, at okkara møguleikar at veida eru sera skerdir. Í fremmandum sjógvi eru vit avmarkadir av kvot- um og her hjá okkum sjálvum vilja fiskifrødingarnir vera við, at fiskastovnarnir eru í so hart troyttir og at teir ikki tola meiri roynd. Taka vit so eisini støðuna í samfelagnum sum heild hvat viðvíkur fólki, so vita vit, at stórt trot er á fólki at gera tey ymsu arbeiðini, og at vit hava verið noyddir til at innflyta fólk. Tað er greitt, at skulu vit byggja nógv nýggj fiskiskip, so skulu tey mannast so ella so. Og hvaðani skulu so tær manningarnar koma frá. Kann tað henda, at manning- arnar rýma av verandi skipum umborð á tey nýggjaru, so verða verandi skip við sviðið so. Spurn- ingurin er tí, um ikki landsstýrið eigur at viðgera spurningin um manning til okkara fiskiskip og virksemi í landinum áðrenn tað endaliga avgreiðir verandi skipapakka. Men tað er vist, báðir spurningar eiga at verða | vidgjørdir ongantíð ov skjótt. jamú | | Ambulansukoyring í Vágum Tann 25. apríl 1987 var eitt hátíðarhald á Hotel Vágum, har felagskomm- unurnar í Vágum stílaðu fyri í samband við, at tað 26. november 1986 vóru liðin 10 ár síðan Vága Bjargingarfelag fyrstu ferð framdi sjúkraflutning við ambulansu. At greiða frá hvussu henda ambulansutænasta kom í lag, og hvussu ar- beiðsviðurskiftini í hesi tænastuni ta farnu tíðina hava verið, skal ikki nevn- ast her. — Tað eru fleiri lið í ambulansutænastuni, sum t.d. læknarnir, starvs- fólkið á Ellis- og Rektar- heiminum, bygdaráðini 0.0., men uttan at vilja minka um teirra týdning- armikla leiklut, skal heldur ikki verða nomið við ta síðuna av tænastuni her. Ætlanin við hesum regl- um er tann at heiðra og takka teim monnum, sum í hesi 10 árini, ja, líka til dagin í dag, hava rekt hesa so týdningarmiklu tænastu fyri fólkið, ið býr her um leiðir. Hetta er ikki nekur tænasta, ið nakar hevur spunnið gull av, heldur hin vegin. Hesir menn hava koyrt ambu- lansu í ellum viður- skiftum, tá boð hava verið send eftir teimum, nátt sum dag, í hegtíð sum fri- tíð, í ellum veðri og lík- indum, og mangan er svevnur brotin, og rími- ligt hevur tað ikki altíð verið hugnaligt upptak hjá teimum, tá t.d. verður hugsað um ferðsluóhapp við fólkaskaða uppi í. Her skal verða skotið inn ímillum, at konurnar hjá hesum monnum eiga eisini eina tøkk uppiborna fyri teirra leiklut, tá ringt verður eftir monnum teirra. Ambulansutænastan hevur hesi árini verið rekt av umleið 10 monnum, ið teir allarflestu hava verið til ambulansuskeið antin í Danmark ella her í Feroy- um. Í fyrsta 10-åra skeið- num koyrdu teir 967 túr- ar. Túratalið hjá teim ein- støku er ymiskt; ein koyrdi heilar 547 túrar og ein 5. Stórur munur, jú, men ongan túr kundu vit verið fyriuttan. Tað man vera eindømi, at eitt bjargingarfelag hevur eitt slíkt lið av álitismonnum, ið hava røkt ambulansutænastu i so langa tíð á frivilligum grundarlag. Tað er trupult í fáum orðum t siga teim nóg væl takk. Tað kann ikki virðis- metast nóg hegt at hava hesa ambulansutænast- una gangandi út frá Vág- oynni. Til = ambulansuferarar okkara! Stóra takk fyri tykkara tænastur. Vita skulu tit, at tað runt um í heiminum her eru mong, ið av hjarta eru tykkum takksom! Hjarialiga takk — og Gud signi tykkum fyri tykkara vælgerðir. Í Sørvågi, 3. mai 1987 Marni av Kåk Tidindastubbi i Sosialinum 30/4-1987 Marjun Hanusardéttir å Heilsufreðiligu = Starvs- stovuni greiðir frá, at tey hava funnið tyfusbakteri- ur í norskari sjokulátu, sum P/f Kartni Winther umboðar. Hann hevur fingið boð um hetta og hevur alt fyri eitt biðið viðskiftafólk sítt beina fyri sjokulåtuni. Síðani verður sagt, at onkur ringdi til Starvs- stovuna, sum hevði hoyrt norska útvarpið, men at Starvsstovan annars hevði fingið tíðindini um ta smittaðu sjokulátuna igjøgnum teirra Norrøna Fråbodanarsamstarv. Tann onkur, ið ringdi til Starvsstovuna um tíð- indini í norska útvarpin- um, var skrivarin í Brúk- arafelagnum, sum greiddi frá, at salmonella bakter- jur vóru funnar í sjokulåtu frå Nidar Bergene A/S, og at útvarpið ávaraði fólk ímóti at eta sjokulátuna, ti børn vóru blivin sjúk av henni. Starvsstovan kendi onki til málið, men skuldi alt fyri eitt seta seg í sam- band við norska heilsu- direktoratið. Brúkarafelagið fekk síð- ani avrit av brevunum, sum komu úr Noregi, og fekk samstundis at vita, at P/f Kartni Winther segði seg ikki hava fingið sjokulåtu av umredda partíi. Starvsstovan hevur so tikið royndir og funnið tyfusbakteriur i sjokulåt- uni. So er tað ein spyr: hví kom ikki åvaring i útvarp- ið alt fyri eitt, ístaðin fyri ein lítlan tíðindastubba í Sosialinum, ein mánað aftaná tíðindini í norska útvarpinum? Tyfus- bakterian er ikki nekur meinaleys bakteria. Ein annar spurningur er, hver hevur eftirlit við at sjokulåtan verður tikin av hillunum. Í grein 41 og 42 í Matverulógini stend- ur, at heilsunevndirnar á staðnum skulu hava eftir- lit við, at lógin verður hildin, men lógin er ikki sett í verk. Hetta skriv er ikki á nakran hátt ætlað sum eitt álop á Heilsu- frødiligu Starvsstovuna ella á Marjun Hanusar- dóttir, men her er eitt ítekiligt demi um, at nú skal Matverulógin koma at virka. Brúkarafelagið Ba +SLASS Til øll endamál Besta lakk- og glansverja ' ímóti øllum hugsandi árini BECKERS MALING Tet 13657 Tórshavn