Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1987síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| 5 $ í | H Nr. 53 — 12. maí 1987 Arbeiðsgevararnir um eftirlonina: Okkurt annað á Síðani sáttmálasamráðingarnar byrjaðu hevur nógu verið tosað og skrivað um eee, eftirlønargrunn. forðar Formaðurin í Feroya Arbeiðsgevara- felag, Oddfríður Gregersen, leggur nú upp í skrivingina. Niðurstoðan hjá honum í hesi greinini er tann, at onki talar móti, at oll kunnu taka við 1% í eftirlon. Tí mugu tað vera onnur viðurskifti, sum ikki hava nakað við vanlig viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum at gera, sum forða hesum, skrivar Oddfríður. Til samráðingarnar í 1987 hevði Feroya Arbeiðara- felag 28 uppskot til broyt- ingar í sáttmálanum, með- an Feroya Arbeiðsgevara- felag hevði 9 uppskot. Øll hesi uppskot vóru væl og virðiliga vidgjørd á 9 fundum. Sjálvt um Fer- oya Arbeiðarafelag í blød- um, útvarpi og sjónvarpi hevur vidgjørt og endur- givið (fyri stóran part skeivt) fleiri av uppskot- um okkara, skal her bert verða vidgjørt tað eina av okkara uppskotum — eft- irlen. Í fleiri ár vóru krev frammi frå feløgunum í Klaksvík og Havn um at fáa arbeiðsgevararnar at gjalda í ein eftirlønar- grunn til limirnar í feløgu- num á nevndu plássum. Tí varð við samráðingarnar í 1983 gjert eitt protokollat um at seta eina nevnd við umboðum frá arbeiðsgev- ara- og arbeiðarasíðuni, sum skuldi viðgera spurn- ingin um eftirlønartrygg- ing. Nevndarálit skuldi vera liðugt at leggja fyri partarnar í seinasta lagi 1. mai 1985. Úrslitið av hesum varð, at í apríl 1985 varð undir- skrivað ein semja um eina orðing til ein eftirlonar- grunn. Undirskriftirnar vóru: Hergerð Joensen, Klaksvíkar Ar- beiðskvinnufelag, Karl Johansen, Havnar Ar- beiðsmannafelag. | Odd- fríður Gregersen, Fer- oya Arbeiðsgevarafelag. Poul Mohr, Feroya/Havn- ar Arbeiðsgevarafelag. Við somu sáttmálasam- ráðingar í 1985 samrådd- ust Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnu- felag og Havnar Arbeiðs- mannafelag í felag. Teirra fyrsta og av- gjørda krav var, at 1% av utgoldnari løn skuldi gjaldast i ein eftirlønar- grunn. Vit fingu greitt at vita, at fekst ikki ein semja um hetta mål, bleiv ikki såttmåli undirskriv- adur undir nøkrum um- stødum. Sjålvt um Føroya Ar- beidsgevarafelag longu tå kundi síggja, at hetta kundi koma at fera trupul- leikar við sær, kendi Fer- oya Arbeiðsgevarafelag tað sum sína skyldu at vera við til at hjálpa okk- ara meðarbeiðarum at fáa hesa sosialu skipan í lag, tí vit meta eins og ar- beidarafeløgini, at trupult er bert at liva av fólka- pensiónini. Av tí at Havnar Ar- beiðsmannafelag sjálvt longu hevði sett á stovn eftirlønargrunn, kom semjan vid hesi 4 feløgini (Klaksvikar Arbeids- kvinnufelag, Klaksvikar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnu- felag og Havnar Arbeiðs- mannafelag) at ljóða so- leiðis: Arbeiðsgevararnir rinda 1% av arbeiðslenini í eftir- lenargrunn hjá Havnar Arbeiðsmannafelag og 1% av arbeiðslenini á bundna konto í lánistovni til frama fyri eftirlonar- grunni hjá Havnar Ar- beiðskvinnufelag, Klaks- víkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðs- mannafelag sambært áliti dagfest 22.04.85. Hetta eina procentið verður út- goldið saman við lenini. Hetta var tó seinni vrakað av limunum i Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Semja fekst ikki við Føroya Arbeiðarafelag, sostatt fóru hesi trý síðst nevndu feløg í verkfall. Seinni legði legtingið seg út í arbeiðstrætuna og gjerdi lóg um, at tað eina procentið, sum arbeids- gevararnir guldu til eftir- løn til menninar í Klaks- vík og Havn, skuldi út- gjaldast sum len til kvinn- urnar í Klaksvík og Havn og til limirnar í Feroya Ar- beiðarafelag. T.v.s. at nú komu limir- nir í Klaksvíkar og Havn- ar Arbeiðsmannafelag at fáa 1% minni útgoldið í len enn hini, og tað pro- centið, sum arbeiðsgevar- arnir skuldu gjalda til eft- irløn, í veruleikanum varð goldið av arbeiðarunum sjálvum. Ikki legið at hes- ir føldu seg snýttar. Eins og arbeidarasidan metir, at best er at standa saman, metir arbeiðsgevarasíðan = tað sama. Tí vilja vit arbeiða fyri, at allir okkara limir gjalda tað sama í len í ellum landinum, og fyri at kunna gera tað, bjóða vit øllum arbeiðarum, at vit gjalda 1% í ein eftirlønar- grunn. Í fjølmidlunum sýnast hverki Ingeborg Vinther ella skrivarin í Feroya Ar- beiðarafelag, Kári Peter- sen at hava skilt (ella vilja skilt) okkara uppskot. Í samráðingunum hava vit ferð eftir ferð greitt frá: At vit bjóða at gjalda 1% av lenini, sum felegini kunnu brúka til eftirlen til limir sínar, og vit leggja okkum als ikki útí, hvussu tey skipa sín grunn — ein- asta treyt vit seta er, at pengarnir skulu nýtast til eftirlen. Til greinina hjá Kára Petersen í blødunum 9. mai 1987 hava vit annars hesar viðmerkingar: 1) KP sigur, at Feroya Ar- beidarafelag er ikki ímóti eftirløn. Ja, so er felagið i princippinum samt vid Føroya Ar- beidsgevarafelag. 2) KP sigur, at tað er ikki rætt at taka procent av lenini, og at hetta skap- ar stættarmun. Hevði KP skilt ella viljað skilt okkara upp- skot, so er tað jú upp til feløgini, hvussu tey vilja skipa sín grunn. Annars hava vit skilt, at eftirlenin hjá limu- 37% 2182 3) KP sigur, at arbeiðsgevarin = hevur vetorætt í ellum avger- andi viðurskiftum í grunninum hjá HA. Hetta veldst um eyg- uni sum síggja. Men aftur til okkara uppskot — einasta treyt er, at pengarnir verða nýttir til eftirløn. 4) KP (og Ingeborg Vinther) tosa um at kroysta nakað niður yvir tey. Sum omanfyri nevnt koma vit við einum til- boði um 1% til tey at umsita til eftirløn. 5) KP sigur, at landsstýrið arbeiðir við eini eyka- pensión, tí skal íkki takast við eini skipan nú. Júst tí at landsstýrið arbeiðir við eini skipan, so skuldu vit roynt at fingið sama útgangs- steði fyri øll feløgini, nevniliga somu løn og sama eftirlenargjald. Hvat so aftaná kann gerast er eitt annað mál. Eftir okkara tykki og sum víst omanfyri er onki, sum talar ímóti, at ell kundu tikið við at fingið 1% til eftirlen. Tí mugu tað vera onkur onnur viðurskifti, sum ikki hava nakað við vanlig viðurskifti á ar- beiðsmarknaðinum at gera, sum forða hesum. Feroya Arbeiðarafelag Oddfríður Gregersen sjónvarp Týsdagur 12. mai 19.20 Tíðindi fyri deyv 19.30 Bernini í Stangar- nesi 2 (4) 20.00 Dagur og vika 20.30 Føroysk sending 21.15 Og skógurin tigur V-tyskur leikur 22.40 Kirkjuforum 23.20 Góða nått-sangur Tysdagur 12. mai 11.00 Tíðindi 11.10 Eydnulandið 21. partur 12.55 Føroyski skipalistin 16.00 Ungdémssendingin 16.50 Ungdómsdiskotek- ið 17.30 Á ferð á bygd á Selatrað 19.00 Soleiðis er lívið 19.30 Úr plátusavninum 20.00 Onnur sending um Thomanakórið í Leipzig 20.40 Vit fara upp á gólv REGNER GRASTEN FILM 8 tjaldinum | oe Stephensen - jarl Friis-Mikkelsen hvita d Nu er annar filmurin hjå Walter og Carlo (Ole Stephensen og Jarl Friis-Mikkelsen) komin til Føroya. Kaffiprisurin bara hækkar og hækkar i Danmark. Pensionist- arnir hava ikki longur råd at keypa kaffi. Í OK-klubbunum tekur mamma Walter, „frú Viola Van Heimvee, stig til sterstu kaffi- smuglingina í heimsins segu. „Hetta er ikki lógar- brot, men frælsisstríð!< sigur hon við góðari samvitsku. Kaffið verður smuglað úr Sveríki. Sjálv smuglingin gongur væl. Men kaffið, Cal McFarland droym- ir, sum so nógv onnur ung, um eina framtíð í Hollywood. Men kappingin er ov herð. Hann noyðist í staðin at fáa sær arbeiði sum duraverður á diskotek- inum The City. Eitt vandamikið starv, sum hann kortini rekir væl. Cal og Hector (Tony Curtis), sum eigur The City, gerast góðir vinir. Mafian roynir at taka The City frá Hector, men hann slakar ikki fyri nøkrum. Svensk Kafferisteri AB letur, er vánaligt Og í Svøriki er næstan forboðið, eisini at taka móti svertum pengum. Hinvegin er penga- spæl loyvt, so donsku pensionistarnir flýggja inn pengarnar í einari spælihøll. Nu koma Carlo og Walter uppi. Carlo sprongir bankan í spælihøllini i luftina. Svensku kaffibarón- arnir taka Walter og gentuna hjá honum. Og nú byrjar rokið av álvara... Fyrsta sýning í Leik- hús Bio í kveld kl. 20.00. Eisini Cal fær nakað at hugsa um, tá ein vin- kona hansara, Sissy, kemur til Hollywood at leita eftir honum. Men hon finnur hann ikki. Í staðin endar hon í hondunum hjá The Doctor, sum er alfonsur og narkotika- seljari. Michael Sembello hevur gjert tónleikin til filmin. Tað var eisini hann, sum gjerdi tón- leikin til Flashdance. Fyrsta sýning í Leik- hús Bio í kveld kl. 23.00. Síða 23 ——— ÅU