leygardagur 16. mai 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Argjavegur 26, 3800 Argir
HETTA var temaið í sjónvarps-
sending javnaðarfloksins undan
legtingsvalinum.
TEIR, sum søgdu nei, vóru teir
gomlu føroysku kapitalistarnir, ið
livdu eftir einum fult liberalum
systemi. Brúktu sína makt, høvdu
háls- og hondsrætt yvir arbeið-
andi fólkinum. Teir avgjørdu dag-
ligdagin hjá fólki. Teir avgjørdu,
um lønin skuldi útgjaldast ella
rennast skuldi við kontra-bókini
ella keypast skuldi her og har. Ja,
summir gjørdu sína egnu pen-
ingaskipan.
SUM árini eru gingin, eru teir
gomlu liberalistarnir, teir gomlu
kapitaleigararnir í samfelagnum
farnir i søguna. Ein trúði eisini, at
kravið um at umsita pening hjá
ødrum eisini var farið í søguna, og
at tann rætturin bert lá hjá teim-
um politisku myndugleikunum, ið
verða demokratiskt valdir, í
minsta lagi fjórða hvort ár.
MEN so tykist ikki at vera.
Í DAG hava vit nakrar sokallaðar
liberalistar, ið byrja at páberópa
sær rætt at fortelja einum løn-
móttakara, hvat hann skal nýta
sín pening til. Um teir droyma um
at koma aftur til gamlar tíðir, hvar
ið avgerast skuldi frá arbeiðs-
gevarans síðu, at hendan krónan
skuldi har og handan skal der, ja,
tað vita vit ikki, men her má
gerast greitt, at hetta er ein farin
tíð.
EIN sokallað kapitalistma í dag,
ella liberalisma, sum tað eisini
eitur, er ofta eitt spæl — eitt
landskassabetalt spæl tí ein
stórur partur av hesum sokallaðu
liberalistum situr í veruleikanum
sum fordeilari av almennum pen-
ingi.
Í HESUM landi er demokrati og
ein og hver, ið fær løn útgoldna,
eigur at fáa hann útgoldnan uttan
ávísan »klausul« frá nøkrum
privatpersóni.
HAVNAR Arbeiðsmannafelag
hevur í fleiri ár arbeitt fyri at fáa
ein eftirlgnargrunn, tað hevur
verið teirra ynski. Teir gingu inn
fyri tí og teir hava fingið ein
grunn.
Ábyrgdarblaðstjóri:
Útgevari:
Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Bladféik:
Uppseting:
Prent:
Pif Sosialurin
STARVSMANNAFELAGID hevur
f fleiri år arbeitt fyri somu hug-
sjónum, og teir hava eisini fingið
sín grunn.
ARBEIDARAFELØGINI runt
landið hava ikki viljað havt sin
pening í slíkan grunn, og hava
ongantíð kravt arbeiðsgevaran
eftir at fáa hendan pening tann
vegin.
HVUSSU í Harrans navni arbeiðs-
gevararnir eru komnir upp á tann
tankan, at nú skulu teir ráða fyri
einari bundnari uppsparing hjá
lægstlønta klassa í landinum, tað
skulu Gudarnir vita.
TANN politiska hugsanin hevur
altíð verið, at um ein bundin upp-
sparing skal verða framd, so skal
hon verða framd av demokratiskt
valda løgtinginum, og við tí meiri-
luta, ið nú situr, skal hon verða frá
ti ovara inntøkuendanum.
TAD kann aldri vera hugsandi, at
ein stjórn vid ti stavnhaldi kann
ganga við til, at lægstlønti stættur
flandinum fær ålagt tvungna upp-
sparing av Føroya Arbeidsgevara-
felag, sum i roynd og veru um-
boðar eini 30 - 40% av arbeiðs-
plássunum í landinum, meðan
kommunur og tað almenna um-
boða restina. Taka vit so alla
stuðulsskipan o.s.fr. til flakavirkir
uppí, so eru tað ógvuliga fá rein
liberal arbeiðspláss í hesum landi.
NEI, samanumtikið so eiga allir
partar at gera sær greitt, at í
hesum landi er demokrati.
Havnar Arbeiðsmannafelag og
Starvsmannafelagið hava valt ein
veg at fara við teirra lønarhækk-
ingum og skal tað verða ynskt
teimum eydnu við teirra tiltaki —
tað er óivað gott tiltak. Hini
verkamannafelggini runt landið
hava valt sína kós, og tað kann
ikki vera beint at lata ein evarska
lítlan minniluta í hesum landi fyri-
skriva, hvat stórir partar av
Føroya fólki skal nýta sin súrt-
vunna pening til.
NEI, sum stødan er, eiga báðir teir
stríðandi partarnir at taka seg
saman og við samráðingum finna
fram til, hvussu nógv lønarut-
gjaldið pr. tíma skal verða fyri
gjørt arbeiði. So einfalt er hatta.
T.A.
Tann, sum fekk hevi til at
hoyra reðurnar, sum
vórðu hildnar í Havn 1.
mai, fekk ta fatan, at ver-
andi samgonga undir leið-
slu javnaðarfloksins bert
hevur verið til ógagns fyri
verkafólkið í
Ábreiðslurnar vóru harðar
og tíverri eisini persón-
ligar. Tá ið navngivnir
persónar verða umreddir
og víst verður til persón-
ar, sum kunna lokaliser-
ast, uttan at teir kunnu
verja seg, og tá ein dregur
teirra persónligu viður-
skifti inn í eina maireðu,
tá dettur burtur týdning-
urin av slíkum haldi.
Ein 1. mai dagur skal
brúkast til at gera vart við
teir = skeivleikar, sum
uttan iva eru framdir av
myndugleikunum í hesum
føri meirilutanum á Før-
oya Legtingi.
At tað verður funnist at
er rætt, men at tann van-
ligi arbeiðsgevarin als ikki
varð nevndur í hesum
rødum við einum orði var
mær ovboðið. Men tað er
kanska so, at vanligur
arbeiðsgevari kanska ikki
er til longur. Í staðin vóru
tað politikkarnir sum
fingu koyrilin. At
ábreiðslurnar verða settar
fram er rætt og rímuligt,
men persónligt briksl
hoyrir ikki heima í reðum
ein slíkan dag. Tað hoyrdi
als ongastaðni heima, og
tað loysir ongar trupul-
leikar.
Tað er rætt, at ein meiri-
luti á Feroya Legtingi
hevur sett inntekulógir í
gildi, sum hava minkað
um keypiorkuna, men
hver var orsøkin til, at
hetta varð gjørt?
Hyggja vit at teimum
tiltøkum, bæði fiskiskip,
farmaskip og gassskip,
sum vórðu bygd undir tí
borgarliga stýrinum frá
1980 til 84 og sum í dag
eru í eini slíkari neyð, at
ein etast við — kann eg
spyrja hver orsekin er?
Fyrst, at tað stýrið, sum
sat, endaði við tveimum
statsviðurkendum grann-
skoðarum sum leiðarum
og somu persónar vóru
eisini ráðgevar hjá teim-
um, sum skipini bygdu, og
tó mistu teir heilt jørdfor-
bindilsið. Teir lótu byggja
og keypa uttan, at yvirliv-
ingarmeguleikarnir vóru
kannaðir. Veðhald og
stuðul vóru latin, uttan at
pengar vóru tekir. Grunn-
arnir vóru tómir, og nú
koma so avleiðingarnar av
hesum politikki. Veksilin,
sum varð útskrivaður av
borgarliga landsstýrinum
við Feroya fólki sum veð-
Feroyum. |
haldara, er fallin til gjald-
ingar. Teir, sum veksilin
hava skrivað eru teir,sum
hann áttu, eru ikki ferir
fyri at gjalda, men tann
feroyska verkamanna-
fjøldin, sum varð veðhald-
ari, má nú gjalda.
Enn einaferð mugu lág-
inntøkurnar bleða fyri
borgarliga alternativi-
num, og henda sega er
ikki liðug enn. Hetta áttu
arbeiðaraumboðini eisini
at tikið við, tá tey so harð-
liga brúka koyrilin.
Eitt er ellum rætthugs-
andi greitt, at tá veðhald
eru givin, so má gjaldast.
At låginntøkurnar verða
harðast raktar, er greitt.
Tær hava ongi global-
partabrev og heldur ongar
statsviðurkendar grann-
skoðarar at hjálpa sær.
Teirra inntekur eru krys-
tallklárar og tola dagsins
ljós. Teir, sum soleiðis
hava verið við og havt
ábyrgdina av hesi vanluk-
ku, teir vóru ikki hóvaðir
at halda fram. Teir vistu,
at hetta vildi koma og nú
vaska teir hendur og tey,
sum umboða verkamanna-
fjóldina hava longu
gloymt, hver ábyrgdina
hevur av hesum
inntøkulégum og teirra
avleiðingum.
Í sambandi við 1. maí er
tó at viðmerkja, at tað eru
hend tiltek, sum eru til
frama fyri verkamanna-
fjøldina. Frítíðarlenin
varð hækkað, frítíðin
longd og tað mest positiva
var nú, at pengarnir
skuldu gjaldast til arbeið-
arafeløgini, ístaðin fyri til
arbeiðsgevaran. Hetta
varð harðliga mótmælt av
teimum borgrligu í løg-
tinginum, men framt av
meirilutanum. Hetta var
eitt positivt tiltak.
Tað er rætt, at verka-
fólkið og tey láglentu eru
illa fyri, og tað skal sjálv-
andi betast um, og sjálv-
andi skulu umboðini fyri
verkafeløgini í skriving og
tlu gera vart vid møgu-
ligar skeivleikar, men tað
gerst ikki bara við nega-
tivum kritikki — ein kri-
tikkur, sum ikki hoyrdist,
meðan borgarligur meiri-
lutu sat í Tinganesi. Ein
borgarligur meiriluti, sum
broytti prístalið meðan
arbeiðaraumboðini tagdu.
Henda 1. mai var að so
tann eini polittiski flokk-
urin, sum fekk koyrilin, og
tað av sínum egnu. Tað
stendur skrivað, at tann,
sum elskar son sín, hartar
hann, og tað er kanska so í
hesum feri. Tað var ikki
beint at umreða stórar
eykainntøkur hjá nærum
navngivnum persóni, tá
tað ikki er so. Inntøkurnar
eur ikki veruleiki, og tá so
ikki er, tá talar ein ikki
satt, og tað er als ikki
kristiligt at bera fram
ósannindi. Tá fellur trú-
verdigheitin heilt burt, og
tað kann ikki vera ætlan-
im.
Tað er rætt, at tað er
máað burtur av lívsgrund-
arlagnum, men sammeta
vit við viðurskiftini hjá
okkum við onnur lond,
mugu vit sanna, eisini fyri
timalønt, liggja vit í ti
ovara endanum, og tann
tryggleikin má varðveit-
ast. Og tað er hann. Sjálvt
við inntekulógunum. Men
tað er tíverri altíð onkur,
sum kemur illa fyri, hann
varð eisini gloymdur
henda 1. mai, sjálvt um
tað er honum fyri at takka
at vit hava tað so gott,
sum vit nú einaferð hava
tað í Føroyum. Tað eru
okkara pensionistar, teir
sum legdu grundarlagið
undir samfelagi okkara,
og nú teir skulu til at liva
av síni fólkapensión, tá
ber ikki til. Hon er ov lítil
samanborið við livifótin
hjá okkum eðrum. Pensio-
nistarnir eru tey, sum eru
ringast fyri, og sum harð-
ast vóru rakt. Hetta var
ikki umrett 1. mai, men
hetta fer hesin við koyri-
linum bardi flokkurin at
beta um. Tað er eisini at
finnast at, men atfinning-
arnar skulu kunna tola
dagsins ljós.
Sverre Midjord
Dagrøkt
frå kl. 8 - 16 søkist beinanvegin til 7
mánaða gamlan drong.
TIf.1 1820/arb. - Heima tlf. 1 7561