leygardagur 16. mai 1987síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Skjótt verður hevi hjá fer-
oyingum at síggja og
hoyra ta heimskendu
operettuna >Tann káta
einkjan« í Norðurlanda-
húsinum.
Tað er Tjóðleikhúsið í
Oslo, sum er áhugað fyri
at koma henda vegin við
hesum sera kenda og
vakra songleikinum
Men tað skulu nógvar
fyrireikingar til eitt so
stórt tiltak. Tilsamans 8
fólk frá tí norska tjóðleik-
inum hava tí júst verið í
Feroyum. Tey hava hugt
at Norðurlandahúsinum,
sum verður karmur um
tiltakið. Har hava tey so
tosað við starvsfólkini og
kannað meguleikarnar í
húsinum at framfera so
stóran leik.
Karin Flodstrem, stjóri
i Norðurlandahúsinum,
sigur, at norðmenninir
vóru sera væl negdir við
Húsið og halda hetta vera
eitt frálíka gott hús. Nú
eru teir so farnir aftur til
Oslo at fyrireika ferðina til
Feroya.
Tilsamans 50 fólk vera
við á ferðini. Hetta eru
leikarar, tónleikarar og
teknikarar annars. Ætlan-
in er so eisini, at eitt fer-
oyskt kór og orkestur
skulu vera við í leikinum,
sum ætlanin er at fram-
fora fýra ferðir. Hver
framleiðsla tekur tríggjar |
tímar.
Norska Tjóðleikhúsið
hevur framfert operettuna
„Tann káta einkjan« fyri
fullum húsum og gevast
tey 10. oktober. Ætlanin
er so, at tey skulu koma til
Feroya umleið tann 24.
oktober.
Karin Flodstrem sigur,
at hetta tiltakið helst er
tað stersta,
verið í Norðurlandahúsin-
um, meðan hon hevur sitið
sum stjóri. Tað hevur hon |
skjótt í tvey ár.
Operettan »Tann káta
einkjan« er heimskend.
Hon var fyrstu ferå fram-
ferd i Wien i 1904. Tón-
leikin hevur Franz Lehar
gjørt og leikin hava Victor
Leon og Leo Stein skrivad.
um hevur |
Teir eru allir eysturrikar-
ar.
Tað sigur kanska ikki so
lítið um hetta listaliga til-
takið, at norska tjóðarleik-
húsið hevur brúkt meira
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
enn 11 mill. kr. til at fáa
hesa operettuna upp á
beinini.
Heili átta fólk frá norska
tjóðleikhúsinum hava
verið í Feroyum fyri at
kanna umsteðurnar at
framfera »Tann káta
einkjan« í Norðurlanda-
húsinum til heystar.
jan
Nú eisini kondibingo
Tað tykist ikki, at hug-
flogið hevur nakra av-
marking, tá tað snýr seg
um at finna uppá í sam-
band við bingo til frama
| fyri eitthvert tiltak.
Nú leygardagin 16. maí
fer Svimjisambandið at
skipa fyri sokallaðum
kondibingo. T.v.s., at tú
keypir fyrst eina plátu og
skal so renna ein ávísan
tein fyri at fáa telini til
plátuna.
Byrjað verður frá ÍSF-
húsunum klokkan 14. Har
verður hevi at keypa
plátu, áðrenn farið verður
avstað at renna teir
umleið 6 kilometrarnar.
Steðgað verður so á til-
samans 12 plássum, har
ein fær trý tel á hverjum
plássi.
Mótvegis eðrum bingo-
spæli, so hevur tað ikki
skund at koma fyrstur til
ÍSF-húsið, um ein td.
hevur fingið rettu telini.
Tað er at renna allan
teinin lidnan, tí ell, sum
hava rett tel, fáa vinn-
ingar.
Peningurin, sum inn
kemur, fer til ferðina hjá
svimjilandsliðnum til
Guernsey í september. Tá
fara 10 svimjarar við, sum
júst eru úttiknir. Teir eru:
Ægir: Martin Venned,
Elmar Ósá, Elisabeth
Mortensen, Petra Gardar,
Katrin Michaelsen og
Margretha Hansen. HS:
Høgni Hansen og ur VS:
Heri Mortensen, Sára
Bech og Johannes Nysted.
Av tí at ikki alt svimji-
landsliðið, sum telur 18
fólk, sleppur við til
oyggjaleikirnar í Guerns-
ey, so verður meguliga
farið til Noregs at kappast
í summar. Hetta er tó enn
ovist.
Annars er ætlanin at
skipa fyri dansi i Klaksvik
friggjakvøldid og leygar-
kveldið til frama fyri
Dyna-
oyggjaleikunum.
mitt spælir.
8
á