týsdagur 19. mai 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið B | si | | | | | ] Nr. 56 — 19. mai 1987
Nyggjar
Klaksvikar byråd sam-
tykti á býráðsfundi sein-
asta tysdag at fara undir
seinastu útstykkingina á
Vestursíðuni. Hetta er
Undir Hálsi — millum út-
stykkingina á Bumshamri
og í Víkunum.
Eftir ætlanini skal ar-
beiðið verða liðugt um eitt
ár, og fyri at hetta skal
eydnast, hevur býráðið
latið tveimum arbeiðs-
takarum arbeiðið.
Umframt sjálva byggi-
búningina Undir Hálsi,
skal ringvegurin gerast av
Bumshamri og heimeftir
eins og ein vegur niðanfyri
eisini skal gerast.
Partafelagið Grevstur
skal gera arbeiðið fyri 4,6
mill. kr. og Kristoffur
Dragaberg hevur ein
annan part av arbeiðinum
fyri 2,4 mill. kr
Stóra byggiætlanin á
Helnabrekku, norðan fyri
Kósina, kemur fyri á kom-
andi býráðsfundi
útstykkingar
í Klaksvík
Minkar um
bíðilistan
Hóast útstykkingin Undir
Hálsi gevur eini 40
grundstykki, er bíðilistin í
Klaksvík langur eftir
grundstykki. Í dag standa
eini 250 fólk á bíðilista.
Jógvan við Keldu, bý-
ráðsformaður, sigur, at
næsta útstykkingin verð-
ur i Uppsølum, har eini 20
fir
grundstykki fåast
burturúr, men hetta
munar ikki nógv. Ikki fyrr
enn sett verður á Helna-
brekku fer at hjálpa.
Helnabrekka er ekið
norðan fyri Kósina, og har
er ætlanin at gera nekur
hundrað grundstykkir
umframt íbúðarbygging,
handlar, miðstaðareki og
annað
Býráðsforriaðurin sig-
Niels Pauli er ein
stór misskiljing
allur sum hann er
— sigur býráðsformaðurin í
Klaksvík, Jógvan við Keldu
— Tá Niels Pauli Daniel-
sen, landsstýrismaður,
sigur í Sosialinum leygar-
dagin, at hann hevur verið
í Klaksvík og rættað mis-
skiljingar um fundarpeng-
ar, er hetta ikki beint.
Niels Pauli er ein stór mis-
skiljing, allur sum hann
er, sigur býráðsformaður-
in í Klaksvík, Jógvan við
Keldu
— Eg vil gera vart við,
at tað vóru vit, sum sendu
boð eftir honum, fyri at
hann ánnaðhvert kundi
avsanna ella staðfesta tað,
hann sjálvur hevur sagt.
Og hetta slapp hann at
gera meðan allir býráðs-
limir í Klaksvík vóru hjá-
staddir, sigur býráðs-
formaðurin.
— Tað, sum hendi á
hesum fundi, var ikki
annað, enn at landsstýris-
maðurin bert staðfesti tað,
vit alla tíðina hava gjert.
Vit hava ongan meguleika
at umsita boð hansara
annarleiðis enn vit hava
gjørt. Tað er naivt at
hugsa nakað annað, sigur
Jógvan við Keldu
— Tá vit fyrireika fundir
í festum nevndum, gera
vit skrá frammanundan,
sum verður legd, saman
við ellum skjølum, á bý-
ráðsskrivstovuna fríggja-
dag seinnapart. Tá hava
allir býráðslimir megu-
leika til at seta seg inn í
málini um vikuskiftið ella
mánadag til teir fundir,
sum eru mánadag, týsdag
og mikudag. Sama er við
býráðsfundum. Hesa fyri-
reiking fáa býráðslimir
300 krónur fyri, umframt
fundarpengar, sigur
Jógvan við Keldu, og er
hetta júst tað, sum teir
fyrr hava fingið at vitað
frá landsstýrismanninum,
sigur hann. tór.-
Niels Pauli Danielsen er
ein stór misskiljing, sigur
Jógvan við Keldu, býráðs-
formaður
AREA
HU
ur, at partar av hesi ætlan
koma fyri å næsta byråds-
fundi.
Glasbyurin komin
langt åleidis
næsta býráðsfundi
kemur eisini málið um so-
kallaða
glasbýin fyri.
Hendan ætlan er komin
væl áleiðis. og nú er klárt
at fara undir útfyllingina.
Bert politiið |
Á hesum býráðsfundinum
kemur uppskot um at
broyta byggisamtyktina í
miðbýnum. Jógvan við
Keldu sigur, at býráðið
hevur fingið fleiri umsókn-
ir frá fyritøkum, sum vilja
vera vid i »glas«-ætlanini.
tór.-
Tú "7
Í
|
loyvi at
steðga bilum
— At steðga bilum á al-
mennum vegi hevur
bert politiið loyvi til.
Verður ein steðgaður
og ringir til okkara og
biður um hjálp at koma
igjøgnum, hava vit
einki annað at gera enn
at fara til hjálpar.
Hetta er orsekin til, at
tað er komið fyri. at
politiið hevur hjálpt
bilum, sum
verkfalsvaktir hava
steðgað, igjøgnum,
sigur steðleiðarin í
Havn, Niclas Akraberg
Poulsen
Hetta er óansæð
hverjir bilar talan er
um ella hvat er í teim-
um.
Steðleiðarin sigur, at
politiið bert í fáum
forum er boðsent at |
hjálpa bilum gjegnum
blokadur. Hetta hendi
m.a. fyrsta verkfais-
dagin, tá mjoikarbilar- |
nir vórðu steðgaðir |
Kollafjardardali. rå
vendi Mjólkarvirkið
sær til politiið og teir
fóru á staðið og fingu
bilarnar igjøgnum
Niclas Akraberg Poul-
sen sigur annars, at ail
hevur gingið fridarliga
fyri seg.
tór.-