Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 * Týsdagur 19. maí 1987 NSÍ—HB, 1. deild, 0—2: HB klárt á odda Í Runavík mettust í 1. deild NSÍ og HB. Tað var rættiliga fitt av vindi, tá ið dysturin byrj- aði, og kom hetta fyri ein stóran part eisini at merkja spælið. HB leikti undan vindinum í fyrra hálvleiki, og vóru tað fyri ein stóran part eisini teir, ið stýrdu spælinum hendan hálvleikin. Teir komu eisini á odda, tá ið 31 min. vóru farnir, við einum máli, sum Bjarni Jacobsen skeyt. Teir hildu fram við trýstinum á NSÍ- málið, og tá ið uml. 43 min. vóru farnir, verður bólturin spældur til Regin Nolsøe, nakað framman- fyri miðjuna í vinstru síðu, ið rekur bóltin skjótt móti málinum og setir hann í netið til 2-0. Hetta var eisini steðan í hálv- leikinum. Seinni hálvleikur byrj- aði við stórum trýsti frá NSI, ið royndu at minka um munin. Vindurin var nú væl minkaður og hevdu teir tí ikki sama fyrimunin, ið HB hevði fyrra hálvleikin Teir royndu alt teir kundu at minka um munin, men hetta eydnadist kortini ikki. HB hevði eisini skjót mótálop, ið kundu givið mál, men dysturin endaði við einum 2-0 sigri til HB, ið nú hevur lagt seg klárt á odda við 7 stigum. Kom- andi sunnudag fær HB vitjan av TB, meðan NSI skal til Lorvíkar at leika ímóti LÍF Kári Fundarsamtykt Vísandi til baldaskrivingina í 14. September mikudagin 29. apríl á ítróttasíðunum um for- seta ÍSF og stuðlarnar hjá FRAMA FØROY- UM, so tekur aðalfundurin fult undir við ar- beiði forsetans fyri ítróttin í Feroyum og harmast um slíka spillandi skriving. Samtykt á aðalfundinum 9. mai 1987 Jógt an Arge f rsti ; fundarstjorl