Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1987síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! FÅ visti ikki Meira enn onnur — Føroya Arbeiðara- felag veit ikki meira enn onnur um, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur við eftirlønarskipan. Vit vita ikki annað enn tað, sum Vilhelm Johanne- sen, landsstýrismaður, hevur skrivað í blød- unum og sagt í útvarp- inum. Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Feroya Arbeiðarafelag, sum aftursvar til Høgna Højgaard, for- mann i Føroya Hand- verkfarafelag. I Dag- bladnum i gjår leggur Høgni Højgaard Før- oya Arbeiðarafelag undir at hava fingið fleiri upplýsingar enn onnur fakfeløg um ætl- anir landsstýrisins. — Tað er heilt burt- urvið, sigur Ingeborg Vinther. — Føroya Ar- beidarafelag varð beinanvegin greitt yvir, at okkurt mátti vera galið við eftirløn- argrunninum, sum ar- beiðsgevararnir leik- aðu í fyri at fáa okkum at góðtaka. Vit høvdu einki uppskot um eftir- lenargrunn við til sam- ráðingarnar. — Eisini er tað legið, at leggja Feroya Ar- beiðarafelag undir bert at handla út frá egnum áhugamálum. Vit hava altíð roynt at stuðlað eðrum, og Feroya Ar- beiðarafelag hevur eis- ini havt tað besta sam- starvið við onnur fak- felog. — Harmiligt er tað at síggja, at ein fakfelags- formaður ríður so lágt, at hann brúkar Dag- blaðið fyri at leggja á eitt annað fakfelag, í- staðin fyri at stuðla, sigur Ingeborg Vinth- er. randi Blað um verkfallið VERKFALSTÍÐINDI Feroya Arbeiðarafelag gevur í dag út blað um verkfallið. Í blaðnum verður greitt frá hvat verk- fallið snýr seg um og hverjar avleiðingar hetta hevur í teimum ymisku steðunum kring landið. Blaðið verður sent ellum limum Feroya Ar- beiðarafelags umframt tey feløg, sum eru við í verkfallinum. Í Havn kann blaðið, sum er 12 síður til støddar og kostar 10 krónur eintakið, keypast í blaðselun- um. tór.- Knappliga varð tómt í Sandagerði! »Begge« — »Sandagerdis-Sverri« — >Frumaðalin i Sandagerdi« — var farin um markið. Knappliga varð kvirt í Sandagerði! Lívsjáttandi menniskjan Sverri, ýlandi, smílandi Sverri var tagnaður. Knappliga varð myrkt í Sandagerði! Blaktrandi neistin í Próstagarði hvarv — hann var slóknaður. Knappliga varð sorg í Sandagerði! dropar frá søljublødum — dogg á gronum grasi. Heitar hendur eru horunar. Takk! góði Sverri! at tú altíð vart nær, har tú var — — — tú verður at liva í minnum okkara. Minnini um Sverra vella fram. — Eg royni at tíðarfesta tey, royni at leita fram tær hendingar og tey upplivilsir, ið hava havt serstaka ávirkan á meg, á umhvervið her í Sandagerði, ja á okkum ell her í Føroyum. Eg minnist tå eg sum 11 ára gamal sat i »Studer-kamarinum« í próstagarðinum og júkaði latín við honum sum lærara. >Sum, es, est — min lærer er et bæst< — messaði Sverri og flenti sum bert hann kundi flenna. Fáur dugdi sum hann at siga frá so tað festi seg. Eg minnist tey mongu summarkveldini, tá vit dyrgdu fram við Argjalandinum og út á Glyvurs- nes — Sverri altíð við årarnar. Ella tá vit øll í grannalagnum í myrkum heystarnætrum kastaðu nót í Sandagerði — Sverri dró fremstur á norður- síðuni, Magnus í Horni (Samuelsen) á suðursíðuni og pápi í bátinum — allir eru teir farnir nú. Mang- ar vóru eisini leturnar, tá vit bert sótu og hugn- aðu okkum í okkara hvanngarði ella í Próstagarð- inum og prátaðu um alt millum himmal og jorð — frá Várharra til seyðin hjá Poul Miller. Sverri var fleirtal og javnaldraður við ell. Hans- ara kensluheimur var nærum uttan mark allar vegir. Eitt viðbragd: fúkandi óður, tað næsta: skínandi sum sólin. Fráleikin millum látur og grát var at siga eingin. Hann var ikki djarvur í van- Sandagerðis- -Sverri farin Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. ligari tulking, men tá veruliga á stóð sýnti hann, at hann kundi vera sálarliga sterkur sum fáur. Hesa duldu síðu hansara kom eg kenna, tá vit tveireinir einaferð skuldu til Nólsoyar eftir lunda- pisum til ein djóragarð. Komnir í íðina, fingu vit ein sjógv so báturin hálvfyltist og motorurin slóknaði. Sverri faldaði hendur eina stutta letu, og settist so við árarnar fyri at halda upp ímóti. Eg stóð tá og oysti, meðan Sverri bað meg steðga á og segði: »Bid fyrst Vårharra um hjálp, men ger tað skjótt, og skunda tær so aftur at oysa!< Soleiðis var eisini Sverri: Sama hvat hendi, tað vóru ávísir halgisiðir (ritualir), ið altíð komu fram- um! Tú sást heldur ongantíð Sverra eta — um tað so bert var ein lítil breyðflís — uttan hann fyrst hevði faldað hendur. ; Lagnuvegir okkara skiltust eftir krígslok. Í góð 25 ár hittust vit bert á sumri, men untist mær tá at uppliva partar av útgrevstrinum í Kirkjube, ið Sverri var stigtakari til, og sum hann eisini heyði ábyrgdina av: Gravaði Sverri Við handalag Fram fyri dag Bispar á rað ! Gudlýdni Sverri Boygdur í knæ Skrivaði sogublað ! Vær tokkum tær tað ! Flest ellum kunnugt var Sveri fyrsti føroyski fornfrødingur. Eg eri tíverri ikki førur fyri at lýsa tað stóra arbeiði, hann avrikaði á hesum eki, eins og eg heldur ikki eri ferur fyri at meta um tær mongu ritgerðir hann ferdi í pennin. Onnur, ið vita betur, verða at gera tað, men lat meg her tó nevna eitt, ið helst ikki verður nevnt í samband við hansara livsverk: Gjøgnum hetta verk, og hansara áhaldandi stríð ímóti tí týning av náttúrueyðkennum og fornminnum, ið er framt fyri letuvinnings skuld tey seinastu 50 árini, hevur hann — meira enn nakar annar — víðkað føroyingsins medvit um og virðing fyri hesum undurvekru oyggjum og lívsverk teirra, ið undan okkum vóru. Mangan stríddist hann einsamallur, men treisk- ur sum hann var, vann hann oftast fram til síðst. Hetta bera tey mongu gomlu nú friðaðu sethús, kirkjur, toftir 0.s.fr. boð um. Segurnar um Kirkju- be og um Sandagerð kunnu ikki skrivast í dag uttan at navnið Sverri Dahl kemur at standa á nærum hverjari síðu. Av sonnum: Sverri bygdi tað undirsteði, ið Fer- oya Náttúru- og Umhvervisverndarfelag (FN U) í dag stendur á. Sverri var hin livandi Sandagerðisdepilin. Øll kundu uttan nakað hávasták savnast kring hann eins væl við veitsluborðið sum í álvara. Einki er at ivast í, at sera góða grannalagið, ið valdar í Sandagerði, er fremst honum at takka fyri. Seint verða vit at gloyma hansara mongu stuttligu, há- floygdu og hugvekjandi nýggjárskveldsreður, ið altíð endaðu við: »Takk og pris at tit eru till« Sverri giftist við Paulu-tantu (sum bernini róptu hana) í 1947. Paula andaðist í 1960, so teim- um var einans givið 13 ár at liva saman. Dótturin Turið og bern hennar og Peters — Tóra og Sverri — hava mist ein pápa, verfaðir og abba, ið elskaði tey fram um alt. Saknurin verður stórur, men ríku minnini gera hann lættari at bera. Til Turið, Peter, Tóru, Lítla-Sverra, Regin og Marionnu leitar hugur okkara við djúpastu sam- kenslu. Tormóður Dahl