Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— = a“ SE TO Nr. 57 — 21. mai 1987 5, ——— Nevndarlimirnir í teimum fimm fakfeløgunum, sum hava verið í verkfalli í 13 dagar, dugdu í gjár á middegi ikki at siga, um tað í hesum umfarinum fór at eydnast at fáa gjørt sáttmála við arbeiðsgev- ararnar. Men bjartskygd vóru tey ikki. Tá hevduð tey sitið á fundi á Hotel Hafnia við semingsmanninum úti við eitt samdegur. Uttan at hava fingið blund í eyguni. Níggjunda semingsupp- skotinum frá semings- monnunum skuldu tey tá til at svara uppá. Í ellum semingsupp- skotum, ið fram eru legd í seinastuni, er tímalenin Arbeiðsgevararnir hava ábyrgdina Í Verkfalstíðindum, ið kom út týsdagin, skrivaði Ingeborg Vinther, forkvinna í Feroya Arbeiðara- felag, oddagreinina vm sáttmálasamráðingarnar, ið eru so truplar hesu ferð. Hon skrivar eisini um ágangin móti fakfeløgunum, sum eru í verkfalli, og hvussu vónsvikin tey ell eru av Havnar Ar- beiðsmannafelag, ið hevur tikið upp verkfalsrakt arbeiði. Til seinast viðger oddagreinin, hver hevur ábyrgdina av verkfallinum. Tað eru ikki tey fimm feløgini í verkfalli, sum hava ábyrgdina av verk- fallinum, sigur oddagreinin. Seinasta brotið í oddagreinini var dottið burtur, og har skuldi standa: „Ábyrgdina hava Feroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag og oddafiskarnir, ið stýra hesum felegum, bert hesir hava ábyrgd av ellum ruðulleikanum í landinum í dag. Ingeborg Vinther - - RN SGSjalUMN Sjålvt um útlitini ikki eru tey bestu, er lagið oftast gott sett til at hækka við 2,75 kr. 1. maí í ár og 2,75 kr. 1. mai næsta ár. Onkrar smá- vegis broytingar eru eisini í uppskotunum, men tær verða ikki tiknar upp á tungu. Tað, ið alt stríðið stend- ur um er prosentið, ið ar- beiðsgevararnir hava gjørt såttmåla vid Havnar Arbeiðsmanna- felag um at gjalda i eftir- lønargrunn. Tey fimm fak- feløgini vilja ikki hava etirlønargrunn, men pro- sentið útgoldið sum løn. Og tað er torført hjá pørt- unum at semjast um. Kann ikki lækka Týskveldið komu sem- ingsmenninir við einum uppskoti um, at fyri pro- sentið hjá Havnar Ar- beiðsmannafelag skuldi tímalenin hækka við 0,9 pst. Men kemur almenna eftirlonarskipanin í gildi, skal tímalenin ikki hækka við meira enn 0,5%. 0,9% útgoldin sum len í staðin fyri 1,0% í eftirløn- argrunn hildu fakfeløgini vera á einari leið. Men tey vildu ikki, at sáttmálin skuldi tengjast at tí frá- boðaðu almennu eftirløn- arskipanini, og at seta len- ina niður, um almenna skipanin kemur. Tað er at vevja politikk upp í. Hevdu tey góðtikið hetta semingsuppskotið, og al- menna eftirlønarskipanin kom, varð lenin hjá teim- um fimm felegunum 30 oyru lægri enn hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Og tað kundu tey ikki ganga við til. — Hetta er politiskt, tí við hesum kundi lands- stýrið ikki loyvt sær at komið við almennari eftir- lenarskipan, søgdu nøkur teirra týskveldið. Tá klokkan var farin av trý mikunáttina, sendu semingsmenninir aftur boð eftir formonnunum í feløgunum. Og við sær aftur til hinar nevndarlim- irnar hevdu formenninir nýtt semingsuppskot. Verri enn tað fyrra, søgdu felogini, tí sambært tí skuldi 0,9% hækkingin fella burtur 1. mai 1989, um eftirlenarskipanin er komin, og hetta hildu tey vera at binda næsta sátt- mála aftur, samstundis sum uppskotið var soleiðis orðað, at sáttmálin av sær sjálvum gekk út 1. maí 1989. Og soleiðis gekk náttin. Langt eftir, at tað var farið at lýsa fyri degi, vóru formenninir aftur hjá sem- ingsmonnunum, men nýtt semingsuppskot kom einki. Sakferararnir hjá pertunum vóru eisini til staðar. Uratkvøda kann ikki brúkast Einaferð um náttina varð nógv tosað um uratkveðu. Men líkt var ikki til, at tann mátin fór at verða brúktur. Fakfelegini skutu upp, at eitt sem- ingsuppskot varð sent út til arbeiðsgevaralimirnar at atkveða um, men tað var nevndin í arbeiðsgev- arafelagnum ikki sinnað til, skiltist á lagnum. Uratkveða er ónýtilig, hildu fakfeløgini. Fyri tað fyrsta krevur tað, at øll feløgini hava sínar lima- listar førdar fram til dagin í dag. Tað hevði eisini tikið drúgva tíð, 2-3 vikur, tí torfert er at fáa at- kveðuseðlarnar út til allar limirnar. Og so leingi ber ikki til aftrat at hava verk- fall. Tað ringasta við ur- atkveðuni halda tey vera, at hon er so órættvís. Lógin er soleiðis orðað, at jú minni vallutøkan er, jú sterri meiriluti skal til fyri at fella eitt uppskot. Og soleiðis sum starvs- Nógu kaffi verður drukk ið, og nógvar sigarettir verða royktar undir teim um drúgvu samráðingu- num mynstrið er í Feroyum, er vónleyst at fáa valluttek- una hega. Nógvir limir eru eisini samstundis í Fiski- mannafelagnum ella í eðrum fakfelag. Meguleikan at senda semingsuppskot út til eykaaðalfundar í teimum fimm felegunum í verk- falli su fakfeløgini onga grund fyri. Ikki tí tey ótt- aðust, at limirnir fóru at hava aðra steðu enn nevndirnar. Men spurn- ingurin um eftirlenar- grunn hevur verið fyri á aðalfundum, ið hava verið ímóti eftirlenargrunni. Må ikki vera verri Hesa samráðingarnar snúgva seg ikki beinleiðis um krónu og oyru. Hevuðsorsekin til ta truplu steðuna er, at ar- beiðsgevararnir hava gjert sáttmála við eitt ar- beiðarafelag, Havnar Ar- beiðsmannafelag. Hvussu Ein fugladúrur í onkrum stóli kann geva nýggja styrki víkir og vendir, ber ikki til at fáa gjert sama sáttmála við ell arbeiðarafelegini. Einki av teimum fimm fakfelegunum var sinnað at fáa sama sáttmála sum Havnar Arbeiðsmanna- felag hevur gjert. Sátt- málin hjá einum felag kann heldur ikki stýra ell- um hinum, ið tilsamans hava nógvar ferðir fleiri limir, segdu tey. Hverjum samráðing- arnar endaðu við í gjár, eydnaðist okkum ikki at fáa upplýst, áðrenn blaðið fór til prentingar. randi