hósdagur 21. mai 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 1 6
Framhald av síðu 11
fuglunum, ið sótu minst
100 favnar uppi. Ein hevði
steðugt kenslu av, at
næsta fylling fór at
sleingja bátin inn í eina av
teimum mongu holunum,
ið havið hevur máað úr
berginum, men bakbrotið
sló okkum altíð útfrá
aftur. Ein slákan náttúru-
leik við slíkum leiktjeld-
um unnist einum kanska
ongantíð aftur at síggja í
lívinum. Eingir bjarga-
menn vóru har nú, kortini,
men 3 vóru longu í ár
omandotnir. Teir nýttust
hverki at líða ella verða
jarðaðir.
Tær skínandi hvítu
bringurnar vísa fuglar, ið
sita á rókum, skortum,
skútum og knallum, ið
ikki eru heilt reglulig at
síggja millum tey fastari
løgini í bergini. Teir
fuglar, ið hava vorpið,
síggjast ikki so væl, tí teir
venda sítt svarta bak móti
havinum. Ein má fyrigeva
tí fákunna fuglinum, at
hann heldur seg vera
tryggan á so smelum
hillum 100-200 fetur undir
streyrrætta berginum.
Tað skal vera diarvur
maður, ið torir at gera seg
inn á teir, men ein má
hava sæð tað sjálvur, fyri
at fáa rætta fatan av tí —
og kunna greiða eðrum
frá.
Tá vit gjerdu av at
venda heimaftur, var heilt
óslætt, tað reyk inn yvir
REG
båtin, og vit máttu oysa
við hvert. Men 2 1/2 tíma
seinni komu vit, heldur
vátir og troyttir, men væl
negdir, umborð. Meðan
vit hevdu verið burtur,
hevði manningin havt
bátavenjingar, og nú tók-
ust teir við at skifta úr
mersræir. Eisini dagin
eftir hevði eg givi åbod um
slíkar venjingar, men kl.
12 bað manningin um
loyvi til at lata seg í grýlu-
klæði fyri at halda Claes-
dagin (fornavnið á næst-
hægsta manni umborð).
Við miklum kæti gingu
teir nú skrúðgongu við
tónleiki og einum krígs-
galnum yvirmanni á odda,
men íspegilin umborð, ið
var skrúðgonguleiðari,
hevði klætt seg í keipu-
mynd av føroyskum búna.
Hetta sá grúiliga stuttligt
út. Sunnudagin fyri høvdu
vit havt hundraðvís av
vitjandi, og tey hevdu
dansað ein >ringpolska< —
tjóðardans í 3/4 takt við
sangi og orðum og
stundum reystmansligum
rerslum og rópum. Teir
hevdu verið í svertum,
longum vaðmalstroyggj-
um, knæbuksum, ið høvdu
eitthvert prýði við knæið,
bláum ullintum hosum, og
í staðin fyri skógvar
hevdu teir fótbúna av
uppbrettum húðum, ið
riggaðu væl til teir smáu
føturnar. Á hevdinum
hevdu teir seymaða vað-
malshúgvu, skapað sum
Við PIRELLI fæst besta vegtakið — minsti dekk-
larmur — bestu bremsievni — og flestu tryggu
kilometrarnir.
Til sanna stáskoyring nýtist ongum longur at
keypa bil »yvir evni«, tí við PIRELLI veita allir
hampa-bilar sanna Porsche-, Ferrari- ella GTI-
koyrigleði. Og turbo'ina kunnu tygum gloyma —
hana hevur PIRELLI í dekkunum.
Tí er PIRELLI sjálvsagda dekkvalið hjá ikki færri
enn 31 »ståsbilaframleidarum« kring allan heimin.
Gerið sum PIRELLI — setið størstu krøv til trygd
og koyrigleði. Skiftið til tað besta — skiftið til PIRELLI!
lítil muffa, men so heg, at
toppurin fall niður.
Yvirmenninir hevdu
hesar dagar lært at kenna
embætismenninar í Tórs-
havn, ið bæði av sið-
menning og nátúr vóru
framúr blíð menniskju.
Har hevdu teir mangt
kveldið sitid væl. Fyri at
sýna blíðskap afturímóti,
buðu teir til degurða tann
8. Hetta var tó ikki sum at
siga, tí feskt kjet fekst
ikki til keyps. Kríatúrini
vóru jú nýliga komin á
beiti — gróður var ikki
komin í fyrr enn í juni, og
tí vóru bara rakneyt og -
seyður, ið eingin vildi
selja, sjálvt fyri hegan
prís. Helst hevði hetta
ikki verið gott kjøt heldur.
Men tann matur, ið fekst,
varð væl tilgjørdur og væl
niðurskolaður. Tað var í
øllum førum væl meint, og
menn vóru vist vælnegdir
— teir mundu ikki hava
væntað so nógv.
Umframt amtmannin
komu »sorinskrivari«
(démari) hansara —
Korck, fúti — islending-
urin Finsen, sum eisini
krevur inn skattir,
assessor, ið næsti
hjálparmaður amt-
mansins (landsskrivari),
Djurhuus próstur og
Bosjen rektari. Læknarnir
í býnum tyktust ikki vera
til — hetta var sjáldsamt,
tí skíkir kallar plaga at
vera væl uppfostraðir
bæði so og so í Keyp-
var
mannahavn. Eftir kaffi og
sigarir fylgdu vit inn-
bjóðing frá próstinum at
drekka te í Sandágerði,
sum var tvers inn av
skipinum. Har var vakur
fossur, ein kelda, sum
rann tvertur um túnið,
eitt vakurt ross, hugna-
ligar stovur við besta út-
sýni og nógvur
blíðskapur. Í
urtagarðinum fekst einki
træ at vaksa, tí eystur-
ættin er so trá. Eg fór tíð-
liga umborð aftur, men
hinir fylgust inn í býin og
vórðu bodnir inn á gólvið
hjá nekrum av embætis-
monnunum.
Fuglur og fiskur
Hóast eg, síðan vit komu
til býin, ferð eftir ferð
hevði roynt at fáa feskt
kjet til manningina, so
vildi hetta ikki hepnast.
Einaferð ein keypmaður
lovaði mær at royna úti á
bygdi, vildi hann vita,
hvenn prís eg vildi bjóða.
„Ja, hvat kostar kjøt
hef?< — »Veit ikki«. —
„Vita tygum ikki á leið,
hvat tey plaga at gjalda
fyri kjøt i Føroyum?« —
»Nei, eg havi aldri hoyrt
um nakran, ið keypti
kjøt«. Einki kom
burturúr, og harvið mátti
vera. Kanska var hetta
fyri bestum, tí um veturin
hevði fóðurið trotið, so
neytini vóru rak og illa
fyri, høvdu enn ikki etið
holdini á seg. Seyðurin er
altíð rak hesa ársins tíð,
lítið enn, og
lomb. Men
grasið er
ærnar hava
lombini vóru ov smá at
taka.
Tó, í staðin fyri kjet
kundu vit keypa fisk.
Sjálv hongdu tey fiskin
upp á sneri, ið hingu undir
ellum húsaveggjum, og
hetta var toskur, ið dugdi,
vá 1/2-1 skálpund. Stund-
um bar til at lokka piltar-
nar í býnum at selja
okkum smáar reyðfiskar
og skrubbur fyri einar
tveir markar. Menn komu
eisini at selja fugl fyri
góðan pris, t.d. 4 skill
ingar. Eg stappaði mær
ein sonevndan lunda út.
Men ikki bar til at fáa í lag
regluligan flutning av
fiski umborð.
Tað var so sjáldsamt við
teimum toskum, vit fingu
á sneri, at teir vóru heilt
fyrilagstir, tá teir komu
undan kavi, og ein
morgunin bar so á, at ein
slíkur jassur slepti onglin-
um, meðan teir bíðaðu
eftir glúpinum, sum eg
hevði latið gera til hetta
endamál. Tann óhepni
ánarin fór til yvirmannin,
ið hevði vakt, og bað um
loyvi at flota bát eftir
fongi sínum. Men av tí at
yvirmaðurin helt ikki rími-
lig líkindi vera til at fáa
hendur á fríum fiski á
hendan hátt, og eingin
bátur tí varð settur á
sjógvin, gekk nærum eitt
korter, til toskurin, ið rak
-
Nr. 57 — 21. mai 1987
. sjónum, kundi takast.
Eg sá fongin og át sjálvur
hevdið, so satt er tað,
umenn tað ljóðar sum
veiðimannaskregg.
Men latum okkum halda
vegin fram. Tåa var júst
tað, vit allir so smátt
hevdu hugsað. Tá eg segði
farvæl uppi á landi, kom
hann av útsynningi og
veðrið ruskaði. Rættiligar
hvirlur tóku seg upp, og
tað fór at regna so illa, at
vit tektu ikki land. Dagin
eftir linkaði veðrið, og eg
gav boð um at gera skipið
klárt og tryggja alt, ið
tryggjast skuldi móti ill-
veðri. Somuleiðis fekk eg
amtmannin umborð til
tann degurðan, eg hevði
ætlað honum. Hann segði
farvæl við skálreðu, yvir-
menninir fylgdu honum í
land um kveldið, og
endaðu har sínar vitjanir,
meðan eg tók annað akk-
erið upp og gjerdi klárt at
sigla.
Leygardagin 11. fóru vit
avstað — hetta er føding-
ardagur Fríðriks og
navnadagur Elinar, um eg
so má siga. Ein eygna-
tænari hjá amtmanninum,
Zakaris, beyð sær til at
loðsa okkum út. Tá eg bað
meg undan, fór hann at
tutla við tann útróðrar-
mannin, eg hevði biðið
vísa mær leið, so hann
fimlaðist, broytti meining
og vildi sigla suðureftir.
Framhald á síðu 14
Bre - so er alt sagt um góð dekk!
Shell service
100 Tórshavn -
á Frælsinum -
em he
Góðskan hin besta — prísirnir teir réttu og
koyrieginleikarnir teir bestu.
Tlf. 12112