Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Óheppið við verkfalli í sjúkrahúsverkinum sigur Bergliot Ihlen, fyristødukvinna á Landssjúkrahús- mum Á Landssjúkrahúsinum eru tey fain at ótonast eftir at viðurskiftini verða í rætt lag aftur. Tí leingi aftrat orkar sjúkrahúsi ikki at vera rakt av verk- falli. Eingin veit um, at starvsfólk á Landssjúkra- húsinum hava verið í verkfalli. tað vanliga er at lata sjúkrahúsverkið vera undantikið. Men tað hendi so hesu ferð. Og sjálvt um tað mest neyðturviligasta verður vaskað, so merkist verkfallið væl á Lands- sjúkrahúsinum. Vanliga eru tær tíggjar gongsgent- ur á hverjari deild. Nú er ein ella tvær. Á skurðstov- uni verður vaskað sum vant, og somuleiðis á rekt- ardeildini og á deild 4 og 5 á statshospitalinum. Feði- stovan og barnarúmið eis- ini. Men á hinum deildu- num verða bara toilettini vaskað. Stovur og geingir verða ikki vaskað. Bara moppað, og tað er ikki annað enn at flyta dustið, sigir bergljót Ihlen, fyri- steðukvinna, og Maria á Dul, varafyristødukvinna. Orsakað av verkfalli- num ger Landssjúkrahús- ið bara tað neyðturvilig- astu skurðviðgerðirnar. Hitt má alt bíða. Higartil hava 50 fólk fingið boð um, at tey múgu bíða við at fáa viðgerð. Hetta er lýst í útvarpinum, men kortini hendir tað, at fólk koma fyri at verða inn- løgd. Øll hava ikki somu uppfatan av, hvat hevur skund, og summi teirra hava eisini bíðað leingi. Tað eru ymsar skurðvið- gerðir, ið mugu bíða, eitt nú fyri æðraknútar, orto- pediskar viðgerðir, brokk, gallstein o. a. Samstundis sum verk- fallið byrjaði kom ein orto- pedur á Landssjúkrahús- ið. Hann skal vera her í stutta tíð. ØIl tey, sum hann skuldi viðgera, hava higartil verið noydd at bíða. Men ikki ber til at geva teimum eina aðra tíð, tí eingin kann siga nær viðurskiftini koma í rætt lag aftur. Avboð verða givin frá einum degi til annan. Av- lýst verður ikki meira enn ein dag fram. Men fyri hvenn dag longist bíðilist- in. Mat fáa sjúklingarnir sum vant. Men kantinan er stongd, og tí er eingin matur til starvsfólkini. Berliot Ihlen heldur tað vera ógvuliga óheppið, at verkfall eisini skal vera á Landssjúkrahúsinum. Eisini var tað óheppið, at arbeiðskvinnufelagið ikki framman undan tosaði við leiðsluna á sjúkrahúsi- num, tí so hevdu tey á sjúkrahúsverkinum havt hevi til at sagt sína hugs- an um, hvat var forsvar- ligt. Í staðin noyddist Landssjúkrahúsið eftir at verkfallið byrjaði, at biðja um undantaksloyvi. Hverki skrivstovur, gongir ella stovur verða vaskað. Har fýkur dustið runt. Tað sæst væl í for- hellini, har øskubikørini standa rokað. Og er dust einastaðni, kann tað lætt fara um alt húsið, sjálvt um har verður vaskað. Og tað ekir um smittuvand- an. Hósdagin gav Havnar Arbeiðskvinnufelag tó loyvi til at vaska forhøll- ina og tunellina. Laboratoriið ger ikki ambulantar royndir í let- uni. Tað vil siga, at fólk — Heilsuverkið átti at verið undantikið Ti landsstýrið sum arbeiðsgevari er ikki partur í málinum, sigur Jona Nielsen, fyri- stoðukvinna á Klaksvíkar sjúkrahúsi Heldur ikki á Klaksvíkar sjúkrahúsi er steðan nakað serlig orsakað av verkfallinum. Umleið helvtin av starvsfólkun- um, sum eru limir í Klaks- víkar Arbeiðskvinnufelag, er ikki til arbeiðis. Og tað hevur við sær, at ikki verð- ur vaskað sum vanligt. Óráðiligt heldur Jona Nielsen tað ikki vera, at so nógv minni verður vaskað. Men á einum sjúkrahúsi er meira um- ráðandi enn aðrastaðni við reinferi, og hendir nakað, kann tað fáa álvarsligar fylgjur við smittu. Jona Nielsen ber ótta fyri, at tey sum hava av- gjørt, at heilsuverkið skal verða tikið við í verkfallið, ikki hava hugsað so nógv um vandan. Tí tey kenna ikki umsteðurnar. Hon heldur tað heldur ikki vera beint at taka heilsuverkið við í verk- fallið. Tí landsstýrið sum arbeiðsgevari er ikki part- ur í málinum, sigur hon. Jona leggur tó afturat, arbeiðskvinnufelagnum til rós, at nevndin í arbeiðs- kvinnufelagnum setti seg í samband við sjúkrahúsið og greiddi frá ætlanini, áðrenn nakar á sjúkrahús- inum fór í verkfall. Og samband hevur alla tíðina verið millum nevndina og sjúkrahúsið, sigur Jona Nielsen. Men meira kann verkfallið ikki herðast á sjúkrahúsinum, sigur hon. Í starvsfólkabygningin- um, har fyrisitingin eisini heldur til, verður einki vaskað. Á sjálvum sjúkra- húsinum verða stovurnar vaskaðar, men ikki alt annað. Fyri at hava meira arbeiðsmegi til vask- ingina, verður brúk eingangs koppar og borð- iskar. Matstovan er kunnu ikki fara á labora- toriið við seðli frá lækna. Bara tey, sum liggja á sjúkrahúsinum fáa tikið blóðroyndir o.a. Vaskaríið virkar, men við minni arbeiðsmegi. Tað gongur, m. a. tí nú eru færri sjúklingar á Lands- sjúkrahúsinum enn vant. Vanliga eru 200, nú 130. Eingi vitjandi Tey sum liggja á sjúkra- húsinum, mugu ikki fara niður í forhellina, tí har er so skitið. Og vitjandi skulu helst ikki koma inn. Bara um teirra næstu eru álvarsliga sjúk, ella tey hava bern á sjúkrahúsi- num. hetta er ikki nakað beinleiðis forboð, men meira ein áheitan frá Landssjúkrahúsinum fyri ikki at draga meira dust inn. Hetta hava tey flestu avvarandi skilt, siga Bergliot Ihlen og Maria á Dul. Leggjast kann aftrat, at rentgendeildin og Bell kanningarrúmini hjá læknunum verða vaskað sum vant. randi stongd sum á hinum sjúkrahúsunum. Sjúklingarnir fáa ikki vitjan sum vant, og tað hava tey avvarðandi skilt væl. Sjúkrahúsið hevur kortini ikki steðgað allari vitjan, tí tey halda tað vera skeivt heilt at av- byrgja sjúklingarnar frá umverðini, sigur Jona Nielsen. Verkfallið hevur við sær, at bara tær umráð- andi viðgerðirnar verða gjørdar. Anna má bíða. Og tí hava longu 40 fólk fingið at vitað, at tey mugu bíða til verkfallið er av at fáa viðgerð. Avlýs- ingarnar gevur sjúkra- húsið nakrar dagar fram. Suðuroyar sjúkrahús er rakt á sama hátt sum hini sjúkrahúsini. Matstovan er stongd, venjingar- rúmini verða ikki vaskað og heldur ikki gongir og stovur. Bara tað mest neyðuga. Leingi afturat kann verkfallið ikki halda fram á sjúkrahúsunum, eru allar fyristaðukvinn- urnar samdar um. Nr. 58 — 23. mai 1987 Politiið gav formanninum Arbeiðs- Salomon í Kollafjarðar mannafelag, Jacobsen, boð um at gev ast vid fordingini Verkfallið hottir alivinnuna! Verkfallið er nú av ålvaara farið at hótta alivinnuna. Bæði á sjónum og á landi eru alarar um at koma í svára neyð, tí teir sleppa ikki av við fiskin. Enn hava teir fóður nokk, men miðskeiðis í næstu viku fer eisini at ganga undan. Trupulleikarnir = stava serliga frá plásstroti. Kerini hjá smoltalarar- unum eru á tremur við laksasmolt, sum skulu á sjógv hesa tíðina. At tað ikki hevur regnað leingi og rættiligur turkur er í letuni, ger so steðuna hjá teimum enn verri. Júst tí at so lítið vatn er í letuni ger tað enn meira neyðugt at fáa allan tann fiskin, sum er vorðin sjóbúgvin, á sjógv. Men hesum forðar verkfalli. M.a. skal allur fiskurin teljast, og tað krevur nógv fólk, og har- næst eru alararnir á sjó- num ikki tilreiðar at taka ímóti smoltinum. Sjógval- ararnir eru nevniliga í teirri torføru steðu, at ringarnir eru fullir at stórum fiski, sum skal takast nú. Men eisini hesum forðar verkfallið, tí neyðugt er við nógvum fólki at taka fiskin, reinsa og pakka hann til út- flutnings. Tað eru tvær vikur síðani, at alifiskur varð tikin og fluttur og stendur verk- fallið við leingi afturat, so kann henda, at vit missa keyparar í útlandinum, sum tá heldur fara at keypa laks frá norð- monnum 0.ø. Formaðurin í Feroya Havbúnaðarfelag, Aril Christensen, sigur, at stødan er við at gerast rættiliga álvarslig. Talan er um tilsamans 3 mill. smolt, ið skal latast sjógv- alarum hesa tíðina og fram til 1. juli. Sleppa smoltsteðirnar ikki av við fiskin skjótt, er vandi fyri, at nógv doyr, tí vatntrot er, og hetta rakar so sjógv- alarar við tað, at teir ongan fisk fáa í ár, og tí heldur onga innteku um tvey ár tá hesin fiskurin skal takast og seljast. Steðan er kanska eisini serliga hættislig nú, tí vit hava ongantíð fyrr havt so nógv smolt at lata sjógv- alarunum. Undanfarin ár hevur verið mangul á smolti, men í ár er fram- leiðslan sterri enn nakran- tíð fyrr. Taka vit hesi 3 mill. smoltini, so hava tey eitt virði uppá einar 60 mill. kr. í letuni, meðan tey um eini tvey ár hava eitt virði uppá einar 400 mill. kr., so talan er um stór tel. jan