leygardagur 23. mai 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Seksti ár
í stríði fyri
einum betri
samfelag
Í MORGIN eru liðin seksti ár
síðan Mourentius Viðstein,
Anton Nielsen, P.M. Dam og
mangir aðrir fingu Sosialin út.
FRÁ FYRSTA degi var hann í parti
við teimum arbeiðandi, teimum
undirprivilegeraðu og teimum,
sum minst formáddu sær. Væl
vóru blød frammanundan, sum
onkuntíð mintu á stættastríðið —
eitt nú Tingakrossur og F.F. blað-
ið. Men fyri fyrstu ferð í Føroya
søgu kundu fólk lesa eitt blað,
hvar stættastríð var grundarlagið
undir øllum ti politiska tilfari,
blaðið bar fram. Fyri fyrstu ferð
kundi fjøldin av fólkinum — tey
ognarleysu, tey gomlu og tey
verjuleysu svart upp á hvítt lesa,
at tað var nakar, sum stríddi teirra
stríð, sum vardi tey og sum
kravdi, at ágóðin av framleiðsluni
skuldi býtast javnt millum allar
samfelagsins borgarar.
META VIT um hesi seksti árini, so
kunnu vit skjótt sláa fast, at tað
sjálvsagt ikki hevur eydnast skift-
andi blaðstjórum at halda hesa
linju í hvgrjum einasta blað — tað
vil so vera og »eingin rósa er rósa
allan dagin«, sum skaldið tekur
til. Men tá hetta er sagt og við-
gingið, eigur tað eisini at verða
sligið fast at hóast brek og lýti,
upp- og niðurtúrar, so hevur
Sosialurin øll hesi seksti árini
varðveitt ein grundleggjandi
vinstravendan blaðmoral, sum
ger, at týdningur hansara fyri før-
oyskt framburðsstarv ikki kann
yvirmetast. Sosialurin hevur altíð
víst á vandan frá høgru, hann
hevur altíð vart fólkaræðið og
hann hevur oftast verið tann
fyrsti at vísa á vandar, sum hótta
fólk og umhvervi. Í hesum sínum
virksemi hevur hann íkki bert
havt stóran týdning fyri almenna
orðaskiftið í Føroyum, men hann
hevur áhaldandi sýnt seg sum
javnaðarfloksins samvitska — al-
tíð fúsur, tá holdið var veikt og
flokkurin hótti við at fara av kós-
ini, soleiðis sum allir flokkar gera
við hvert. Javnaðarflokkurin eig-
ur tí at vera Sosialinum takksam-
ur fyri hetta starv hansara og ikki
minni fyri starv hansara sum boð-
beri av sosialistisku samfelags-
hugsjónini.
TÍÐIR skifta og vit broytast við.
Hetta er ein sannroynd, so gomul
sum mannaættin. Sosialurin
hevur skift andlit og stíl — hevur
fylgt við tíðini og er vorðin tíð-
indablað, uttan at ganga upp á
akkord við sínum sosialistisku og
progressivu samvitsku. Hetta er
ikki so lítið av einum bragdi og
kann henda linja haldast í fram-
tíðini, eru bæði flokkur og blað
væl farin.
TAÐ ER tørvur á blaði sum Sosial-
inum, serliga nú, hvar høgraå-
gangurin móti javnaðarflokkin-
um, samfelagi og einstaklingum
ongantíð hevur verið frekari enn
tað sama.
HETTA sagt í allari beskeðinheit.
Eftir er bert at siga, at Sosialurin
ætlar sær at halda somu kós sum
hann hevur gjørt higartil — sum
varðmaður fyri fólkaræðið, sum
verji hjá tí einstaka sum høgra
mannajagstrarar søkja at, sum
kyndil hjá sosialismuni og ikki
minst sum eitt vónandi enn betur
tíðindablað, ið lesarin kann líta á.
AAA
Nr. 58 — 23. mai 1987
Regattain mundi verið
av ongum
Feroyingafelegini í Hvid-
ovre, Ballerup og Helsin-
ger skipa næsta vikuskifti
fyri jåansøkuhaldi sunnan
fyri Keypmannahavn, í
Hundige.
Tiltekini eru mong, so
sum kappróður, sigling,
sangur og
kappingar av ymsum slag.
M.a. var ætlanin, at Fer-
oyakórið í Keypmanna-
havn skuldi syngja við
setanina av stevnuni, men
leiðslan fyri stevnuni
hevði ikki hugsað seg nóg
væl um, tá hon valdi reð-
arar til setanina, og tí kom
sperðil í.
Teir hevdu biðið amts-
borgmeistaran, harra Per
Kálund og borgmeistaran
í Greve, harra K.E. Ulle-
richs um at reða og var
hetta í lagi. men, so høvdu
teir eisini biðið annað
fólkatingsumboðið — Óla
Breckmann — siga nekur
orð.
Tá kórið frætti hetta,
gjørdist rok, tey noktaðu
at luttaka, tí tey vildu ikki
verða sett við síðuna av
Óla Breckmann.
Aftaná drúgvar samráð-
ingar fekst tíbetur eitt
kompromi í lag, tí tað vildi
verið keðiligt, um kórið av
hesum mistaki hjá leiðsl-
uni ikki slapp at luttaka.
Semjan gongur úr uppá,
at Óli luttekur í setanini
kl. 13, og kórið hevur so
framferslu kl. 16. Tá halda
tey seg vera komin í hósk-
andi frásteðu frá Óla
Breckmann, so tey uttan
at skammast kunnu koma
fram í ljósið.
Undirritaða hevur spurt
eitt teirra, hví tey reagera
soleiðis og sigur vid
komandi:
„Vit eru leidd og kedd
av hesum manni, sum
hevur skatt umdemi
okkara so nógv.
Danir spyrja okkum um
handan originalin, sum
føroyingar hava sent niður
í fólkatingið, og siga, at
ein skuldi ikki trúð, at
hann kom úr Feroyum,
men úr onkrum frum-
skógi, ella at hann er ein
uppafturgrivin steinaldar-
maður.
Aðrir tosa um >ham abe-
katten« fra
Nordatlanten«.
Hann er so egin og
uttanfyri alt teir kenna, at
teir kunnu ikki taka hann.
Hann er verri enn tað
mest margháttliga ein
hevur sæd úr nøkrum
flokki í Danmark, og so
eru danir illir inn á pakk-
arnar, hann hevur sent
teimum, og teir spyrja,
um hann ikki júst lovaði
at halda seg uttanfyri
blokkarnar á tingi.
Jú, vit hava »doyad«
nógv av hesum forstýraða
elementi, og nú vildu vit
siga føroyingum heima
frá, at vit góðtaka ikki at
upptraðka saman við
honum.
Sk.
Opið bræv til landsskúla-
stjóran
Ikki hevur tað altíð verið
fyri tað góða, at feroyskir
studentaskúlar og HF-
skeið hava verið umtalað í
fjølmidlunum. Vit, sum
hava okkara dagliga starv
á hesum útbúvingarsteð-
um, plaga ikki at taka
okkum tykni av hesum.
Men tá ið landsskúla-
stjórin alment kemur við
ósanndindum, mugu vit
tala harðliga at.
Í samreðuni við lands-
skúlastjóran í »Degi og
viku« hóskveldið 14.5.-87
spurdi sjónvarpskvinnan,
hví uppgávurnar til próv-
tekuna í fiskivinnu ikki
vóru tøkar til tíðina.
Landsskúlastjórin svar-
aði:
>Tað var eitt hendiligt
óhapp, sum kom fyri hesa
ferð.
...tað var tað, at tá ið vit
skuldu hava uppgávurnar
út til skúlarnar, tá vóru
tær ikki ordiliga lidnar,
soleiðis at tær kundu fara
út, tí máttu vit bíða við
teimum«.
Spurdur, um
uppgåvunevndirnar
møguliga kundu arbeitt
skjótari, svaraði lands-
skúlastjórin m.a.:
„Tær kunnu neyvan ar-
beiða skjótari, ...
… Men eitt, sum vit
kundu hugsað okkum, tað
er tað, at vit settu eina
x +
mir
burtur frá prévtøkuni …«
Hetta svar gevur fólki
— eins og sjónvarps-
kvinnuni — varhugan av,
at uppgávunevndirnar eru
orsek til óskilið. Hetta er
ikki so, og tað átti lands-
skúlastjórin at vita.
Ein treyt, fyri at viður-
skiftini = kunnu gerast
betri, er, at landsskúla-
stjórin ikki leggur skuld-
” ina á sakleys fólk, sum
hava gjert eitt reiðiligt ar-
beiði, men fer eftir teim-
um, ið hava misrekt ar-
beiði sítt.
Uppgávunevndirnar eru
í hevuðsheitum lidnar við
sítt arbeiði 1. mars, ið
landsskúlafyrisitingin
hevur sett sum freist.
Eftir henda dag skal fyri-
sitingin gera sín part av
uppgávuarbeiðnum (upp-
seting, rættlestur og
prenting). Landsskúla-
stjórin veit fullvæl, at tað
er hetta arbeiði, ið ikki
verður gjert til tíðina.
Valdandi åbyrgdarloysi
frá fyrisitingarinnar síðu
er tíverri einki nýtt fyri-
brigdi. Skilið var eisini
uttan fyri alt semiligt
mark við próvtekuna fyri
einum ári síðan. Lands-
skúlafyrisitingin varð tá
gjørd varug við óskilið, og
hevur síðani lovad bót og
betring. Kortini hevur ó-
skilið ongantíð verið so
ringt sum í ár, so vit mugu
talrn + DP p r På
ka til eftirtektar, at tey
givnu lyftini bert vóru
tóm orð.
Harmiligt er at noyðast
at minna landsskúlastjór-
an alment á skyldu sína. Í
reglugerðini fyri lands-
skúlastjóran stendur í
paragr. 2, stk. 2.:
>Landsskúlastjórin
skipar fyri, at tær próv-
tekur og royndir, sum
ásettar eru í lóggávuni
fyri undirvísingarverkið,
verða hildnar«.
Tískil fer landsskúla-
stjórin ov lættliga um
hetta mál við at kalla tað
»hendiligt 6happ«.
Tad må metast sum eitt
alment krav, at studenta-
og HF-prógvið ikki verður
gjørt óálítandi av ósketni,
líkasælu og vantandi
virðing, ið hevur eyðkent
arbeiðslagið á landsskúla-
fyrisitingini viðvíkjandi
próvtekuni.
Vit krevja tí, at lands-
skúlastjórin alment
kemur við eini rættleiðing.
Lærararáðið i Hoydølum
Lærararådid vid
Gøtugjogv