Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 1987síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Verkfallið Heldur verkfallið ótarnað fram og fáa alararnir ikki arbeiðssemdir, so kann hetta merkja sjálvan menustingin fyri hesa vinnu, sum framman- undan hevur álvarsligar trupulleikar at dragast við. Í ringasta feri kann verkfallið hava við sær ein inntøkumiss uppá 500 mill. kr. bert fyri alararnar á sjónum. M.a. hetta sigur nevnd- in í Feroya Havbúnaðar- felag í einum skrivi, sum tað hevur sent lands- Felagið heitir á part- arnar á arbeiðsmarknað- um at koyra alivinnuna á húsagang inum um at bera so í bandi, at arbeiði á alisteð- unum kann verða tikið uppaftur beinanvegin. Um hetta ikki verður gjert, heitir felagið á Fer- oya Legting at skipa so fyri, at alivinnan ikki fær menustingin. Brævið til landsstýrið er soljóðandi: Steðan í alivinnuni er sera hættislig í letuni. Um verkfallið heldur fram, er vandi fyri at stórar peningaupphæddir fara fyri skeytið. Fyri tað fyrsta um smoltid ikki kann verða sett ótarnað á sjógv beinanvegin. Tíðarskeiðið har fiskurin kann verða settur á sjógv er ógvuliga stutt, 2-3 vikur við tað at fisk- urin fær eina biologiska broyting, sum ger hann búnan at verða settan í saltvatn. Góðveðrið hesar seinastu dagarnar hevur fort við sær vatnmangul á nógvum smoltsteðum og harvið ilttrot. Um skaðin kann gerast upp í peningi skal nevn- ast, at í ár skulu setast umleið 3,2 mill. smolt á sjógv til eitt virði uppá umleið 65 mill. kr. Um hesin — ella partur av hesum fiski ikki kemur til heildar, vil hetta fera til ein inntekumiss upp til 500 mill. kr. um hálvannað ár fyri alarar á sjónum. Fyri uttan tað her er nevnt, so er á smoltsteð- unum í dag yngul, sum skal setast út sum smolt komandi vár. Sum steðan er í letuni verður hesin yngulin ikki rektaður til fulnar, og kann hetta fera við sær hópdeyða, og so- statt fáa stórar fíggjar- ligar fylgjur fyri vinnuna langt fram í tíðina. Alararnir á sjónum eru komnir sera illa fyri av verkfallinum. Lúsin er ein álvarslig hóttan í letuni, og kann hetta skjótt fera við sær mist seluvirði og hópdeyða. Fóð.ið er við at ganga undan, og ferir hetta til kannibalismu á alibrúk- unum. Tað er somuleiðis sera átrokandi at fáa fiskin tiknan nú, áðrenn hann gerst kynsbúgvin og missir seluvirði. Alivinnan í síni heild er frammanundan í stórum fíggjarligum trupulleik- um, og hevur verkfallið gjert óbótaligan skaða fyri vinnuna. Tað er ringt at gera henda skaða upp í Nr. 60 — 28. mai 1987 pengum, men talan kann blíva um fleiri hundrað mill. kr. Vit takka Feroya Ar- beidarafelag fyri tey undantek vinnan higartil hevur fingið, men kunna ikki góðtaka, at ein smolt- stød verður tikin gíðsli. Føroya Havbúnaðar- felag vil heita á partarnar, um at bera so í bandi, at arbeiðið á alisteðunum kann verða tikið uppaftur beinanvegin. Um hetta ikki verður gjert, heita vit á Feroya Legting at skipa so fyri, at alivinnan ikki fær menustingin. Vinarliga Feroya Ílavbúnaðarfelag Verkfallið hóttir fiskivinnuna: Fiskimenn størstu tapararnir Føroya Fiskimannafelag krevur, at løg- tingið kemur saman at viðgera ósemjuna á arbeiðsmarknaðinum Feroya Fiskimannafelag hevði stjórnarfund í vik- uni og gjørdi á hesum fundi eina samtykt, sum er send legtingi og lands- stýri. Felagið vísir á, at fiski- menn verða teir sterstu tapararnir í stríðnum, sum er á arbeiðsmarknaðinum, og at landsstýri og legting ti eiga at leggja uppí. Skrivið er soljóðandi: Felagsstjórnin í Feroya Fiskimannafelag hevur í dag viðgjert steðuna í samband við verkfallið. Vit ásanna, at fiskimenn, í tann mun teir ikki sleppa av við teirra fisk, verða teir sterstu tapararnir í hesum stríði. Men hav- andi í huga, at partarnir eru samdir um útgoldnu lønina í komandi sáttmála- skeiði, meta vit eitt fram- hald av hesum verkfalli at vera uttan nakra meining. Eitt framhald av hesum verkfalli kemur eisini at hava sera óhepnar avleið- ingar fyri fiskimenn, og fara vit tískil at krevja av legmanni/landsstýri, nú ikki aðrir meguleikar eru fyri semju, at stig verður tikið til at kalla logtingið saman at staðfesta ta semju, sum hóast alt er millum partarnar komandi 2 ára skeið. Við heilsan Feroya Fiskimannafelag Óli Jacobsen Andreas Hejgaard Jens Nybo fyri Páll Vestergaard Steingrím Haraldsen Eyðun Johannesen Sigmund Hentze