Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-05-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| I | ] | Síða 10 1 i tidindabladid Nr. 60 — 28. mai 1987 Her hittast ung og gomul Ein tysmorgun å Kon- dittarinum i Havn. Ikki heilt vanligur, tí tað merkist, at skúlarnir eru stongdir: eingir skúla- næmingar. Kanska í minna lagi av fólki, men annars er alt, sum tað plagar at vera. Við eitt vindeyga sita nakrir og tosa um leyst og fast. Blødini eru frammi, veðrið og verkfallið. Lær- arar eru ímillum, sum hava frí, og teir tosa eisini um ársroyndina, sum stendur fyri durum, og sum er nervað av verk- fallinum. Onnur sita einsamøll við einum kaffikoppi og lesa bleðini. Onkur hevur verið til handils og er komin inn Kondittaríið i Havn missir ikki arbeiðs fólk at fáa ein munn. Nakrar skúlagentur, sum hava frí, sita og roksa og roykja og drekka sodavatn. Klokkan er úti við tíggju. Borðið við tað inn- asta vindeygað er reser- verað, soleiðis sum tað er hvenn morgun hesa tíð- ina. Kopparnir standa klárir. Fimm eru teir, sum hvenn einasta fyrrapart hittast við sama borð á Kondittarínum. Men henda dagin er teir bara tveir, hinir eru antin burturstaddir ella hava forfall frá morgunfund- inum á Kondittarínum. Tær stødast Umframt eina, sum ar- beidir i køkinum, og eina, Arbeiðið hjá Merry og hinum á Kondittarínum er allan dagin at borðreiða og taka av aftur borðinum Myndir: Kalmar Orð: Randi Hjørleif Kúrberg og Petur Sigurd Rasmussen hava í áravís verið fastir gestir á Kondittarínum sum vaskar, eru tær fýra, sum servera. Tvær arbeiða í senni. Tvær frá átta til try, hinar frá trý til sjey. Kondittaríið er annars opið frá níggju til seks. Tær hava allar fýra ar- beitt leingi á Konditta- rínum, millum 10 og 20 ár. Hví? Tí her er so gott at vera. Arbeiðið er sjálv- stødugt, vit gera, sum vit vilja, og aldri er eitt evugt orð okkara millum. siga Hanna og Merry Nógv vitja Tær lata eisini væl at teimum, sum koma inn á Kondittaríið. Fleiri teirra kenna tær so væl, at tað er sum ein familja. Tað er ikki nakar åvisur sam- felagsbólkur, sum er á Kondittarínum. Har koma oll. Líka frá barnagarðs- aldri og til eldri fólk. Fleiri alda fram við at vitja Kondittaríið ár eftir ár, og fleiri av teimum vaksnu siga seg hava lagt ein stóran part av lumma- pengunum eftir seg á Kon- dittarínum. Eini 40-50 fólk vitja eisini Kondittaríið í degurðatímanum. Tá ber til at fáa frikadellur og eplasalat, ella eisini ein bita aftur við einum drekkamunni. Arbeiðið hjá teimum er javnt allan dagin. Har er so at siga altíð fólk. Beint eftir arbeiðstíð eru tey kanska fleiri, tí vanligt er at metast á Konditta- rínum. Um summarið, tá alt ferðafólkið vitjar, kann onkuntíð vera eitt sindur trongligt, men strævið vilja Hanna og Merry ikki kalla arbeiðið. Teimum dámar fólkini og fólk- unum dámar Kondittaríið