hósdagur 28. mai 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GNU een br kk 8
EET
ES re
Nr. 60 — 28. mai 1987
Snarferð til Hetlands
við NORRØNU
Kostnaður einans Kr. 1.170,-
Íroknað prisin er:
Sigling Torshavn Lerwick og aftur å 4-
koyggjukamari v/hondvaski, gisting å
Hotel Lerwick å dupultkamari v/
morgunmati.
Meira fæst at vita frå:
P/F SMYRIL LINE
Tif.: 1 5900
Deildarstjóri
å
Almannastovuni
Starvið sum deildarstjóri á viðskifta-
deildini á Almannastovuni er leyst at
søkja.
Starvid er skipad soleidis undir Al-
mannastjóranum.
Deildin er býtt í 3. undirdeildir: for-
sorgardeild, pensiónsdeild og dag-
peningadeild, hvor við sínum deildar-
leiðara. Harafturat arbeiða økis sosial-
ráðgevarar á deildini.
Á deildini arbeiða í løtuni umleið 20
fólk.
Umsøkjarar við royndum og útbúgv-
ing innan økid hava fyrimun.
. Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Landsstýrið og yrkisfelagið hjá
tíð, ið settur verður. Verður starvið lønt
eftir starvsmannafelagssåttmålanum, er
tað flokkað í 34. lønarflokki.
Umsóknir saman við upplýsing um
útbúgving og núverandi og fyrrverandi
størv skulu stilast til:
Føroya Landsstyri,
Postrúm 64,
110 Tórshavn,
og sendast til Almannastovuna, Box
196, 110 Tórshavn, soleiðis at umsókn-
irnar eru Almannastovuni í hendi í sein-
asta lagi 15. juni 1987.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til Almannastovuna,
tif. 15480 att. Tommy Petersen, al-
mannastjóra.
Tórshavn, tann 25. mai 1987
Starv hjá
Føroya
Skúlabókagrunni
Starv hjá Føroya Skúlabókagrunni
verður lýst til setanar frá 1. august 1987,
ella skjótast tilber.
Starvið fevnir um praktiskt útgávu-
virksemi til øll skulasløg og allar læru-
greinir, harímillum eisini Utgåvu av
undirvísingartilfari til hægru skúlarnar,
og lutvíst ráðgeving og vegleiðing í
sambandi við útgávu.
Til starvið kann tað vera ein fyrimunur
at hava royndir í undirvísing til hægru
skúlarnar og kunnleika til undirvisingar-
tilfar. Hollur kunnleiki til føroyskt mål er
ein treyt.
Løn og setanartreytir verða sambært
útbúgving og royndir eftir sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag, ella eftir sam-
ráðing.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum
og meguligum viðmælum skal vera
skúlabókanevndini í hendi í seinasta lagi
4. juni 1987.
Gjøllari upplýsingar um starvid fáast
frå skrivaranum hjá skúlabókanevndini,
Rógva Thomsen, telefon 16100.
Tórshavn tann 4. mai 1987
Skúlabókanevndin
Føroya
Skúlabókagrunnur
Hoydalsvegur 40
FR 100 Tórshavn
Føroyar
Telefon 16100
Adalfundur
Aðalfundur verður i P/F Sosialurin hós-
dagin 25. juni kl. 19.00.
Dagsskrá: sambært vidtøkur felag-
SÍNS.
NEVNDIN
Aðalfundur
Aðalfundur verður í P/F Húsið hósdagin
25. juni, kl. 19.00.
Dagsskrá: Sambært vidtøkur felag-
SÍNS.
NEVNDIN
Aðalfundur
Aðalfundur verður í P/F Pressan av
1981 hósdagin 25. juni, kl. 19.00.
Dagsskrá: Sambært viðtøkur felag-
sins. NEVNDIN
Próvskeið
í enskum
Skeið til University of Cambridge
Certificate of Proficiency in Englisn
byrjar 3. september 1987 og endar við
provtøku í juni 1988.
Lærari: Tórður Jóansson, M.A.
Undirvist verður:
månadagar kl. 8.00-9.30
hósdagar kl. 8.00-9.30
Fortreytir: Góður kunnleiki í enskum,
forleiki í at nýta málið í talu og skrift,
nakað omanfyri nýmálsligt students-
prógv, HF-valgrein, skeið í Bretlandi ella
samsvarandi.
Stovnar, virki 0.0. hava játtað at geva
starvsfólki høvi til at taka lut í hesum
morgunskeiðum.
Nágreiniligari upplýsingar og tilmeld-
ingarblað fáast við at venda sær til
Setursskrivstovuna, tlf. 15302.
Umsóknarfreistin er 3. juli 1987.
Skeid til First Certificate in English
verdur hildid i 1988/89.
FRODSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan
Landssjúkrahúsið
3800 Tórshavn
Sekt verður eftir einum læknaskrivara til
heiliráðdeildina at arbeiða hálva tíð frá
1. juli 1987.
Løn og tænastutreytir sambært sátt-
mála millum Starvsmannafelagið og
Sjúkrahússtýrið.
Umsókn við avriti av próvskjali v.m.
verður at senda umsjónarmanninum
Landssjúkrahúsið, 100 Tórshavn.
Frítíðaravloysari
Sekt verður eftir frítíðaravloysara fyri
skrivstovufólk á skrivstovu landslækn-
ans 1/2 dag í tíðarbilinum 27. juli til 26.
august 1987.
Lon eftir H.K. sáttmála.
Áhugað kunnu venda sær til lands-
læknaskrivstovuna, Sigmundargøtu 5,
100 Tórshavn, tlf. 1 1832 (fyrrapart).
LANDSLÆKNIN