leygardagur 30. mai 1987síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kelling og Trøll
Kelling rerdi í teirri stóru grýtuni, sum
havragreytur var í, og sang hon hendan
sangin:
Eg eigi ongan mann.
Eg eigi eingi børn.
Eg eri einsamøll.
Eg eri einsamøll í hesum stóra helli.
Ongan til at hugsa um,
ongin hugsar um meg,
oll eru líkaglað,
men ikki mær,
o nei.
Kelling hevði gjert hendan sangin
sjálv, og var hon stolt av tí. Mamma
hennara hevði einaferð sagt við hana,
at hon átti eftir at verða kend skalda-
kona, men hon visti ikki hvat orð
mammu sínar týddu.
Kelling var yngst av 19 systkjum, og
sá hon eisini best út av teimum, um
man kann siga tað um hana. Stór var
hon, kløn lika sum ein nál, músalitað
hár, langa og skeiva nes, og varrarnar
vóru ljótar og tjúkkar, eyguni vóru eins
og í eini kettu og neglirnar vóru langar
og brotnar. Men allir trellmenn í bygd-
ini vóru svakir eftir henni, og dámdi
henni tað væl, men hon hevði ikki funn-
ið tann rætta enn, tí fer nú verr,
hugsaði Kelling og át tann góða greyt-
in.
Trelli var sonur ríka trell, frá suður
eysturlandi (ella Mývatnsveit). Hann
var stoltur og drakk egiliga nógv, men
hann sá væl út, við tí reyða skegginum,
ti reyða hårinum, og ørligum grønum
eygum, sum skiftu lit, tå ið hann bleiv
illur. Hann var 2,90 å hædd. Men tad
sum var tad allar søtasta vid honum
vóru hornini, sum hann hevði á høvdi-
num. Ja, hann var tad besta trøllid i
allari bygdini, hugsadu kellingarnar
forelskadar. Hann kundi gott giftast
onkrari av okkum, men nei, pápi
hansara er alt for stoltur og so er hann
eisini snobb. Hann vil bara fáa eina ríka
damu til Trella. Ha, vit eru líka so
góðar sum ein rík kelling. Kellingarnar
hugsaðu eina lotu, men so segði ein av
teimum: >Stakkals Kelling<, segði hon.
Hon er tann ljótasta konan á allari
jørdini, og hver hevði viljað giftst við
henni?
Kellingin flenti, men segði so:
„Sjálvandi vil ongin hava hana, hon er
jú so fåtæk.«
Tað var gott at Kelling ikki hoyrdi
tær, annars hevði hon dripið tær, tí hon
var øgiliga sterk. Knappliga hoyrdi
hon, at onkur bankadi å hellisdyrnar.
nei, er tad tu, hon smiltist blidliga til
vinkonu sina, sum segði hjålparleys:
„Eg eri so forelskað<, segði hon við
hana. Trelli sær so gott út, men eg
kann ikki giftast við honum, segði hon
grátandi. Hví ikki spurdi Kelling. Pápi
hansara vil bara fáa eina ríka konu til
hansara, segði vinkonan og fór so út.
Gud viti hvussu hesin Trelli sær út,
hugsaði hon. Sjálvandi vil hann hava
meg, tað er nevniliga tíð til komin, at
eg fari at gifta meg, hugsaði hon, og
tók tað slitna turriklæði av songini, og
fór út. Men tá ið hon var komin nokk so
langt oman av fjallinum, datt hon so
illa, at hon kundi næstan ikki ganga.
Og ein av teimum sum sá tað, var ongin
annar enn Trellið.
Trellið gekk til hennara, og tók hana
upp. Allan vegin upp á fjallið helt hann
á Kelling, og tá ið tey komu í hellið,
legði hann hana blídliga á songina.
Sólrun H. Njálsdóttir
Í fimm dagar sótu tey bara á songini,
| og hugdu hvert á annað, og endiliga tå
ið tann sætti dagurin kom, mussaði
Trelli Kelling, og so fór han heim til
pápa sín.
Men Kelling sum var blivin ordiliga
svong, tí at hon hevði ikki etið í seks
dagar, fór at gera havragreyt.
Trellpápi bleiv svakur, tá ið hann
hoyrdi, at Trellið ætlaði sær at giftast
Kelling, og tá ið hann hoyrdi, at hon
var fátæk, bleiv hann púra óður í hevdi-
num. Teir fóru tí báðir at berjast, og
tað endaði við tí, at Trøllid tók alt tað,
sum hann átti, og rýmdi ti IKelling. Í
ein mánað vóru tey lukkulig, men aftur
mátti Trellið rýma, tí at hann hevði
hoyrt frá vini sínum, at pápi hansara og
20 aðrir menn ætlaðu at drepa Kelling.
Tey rýmdu, tá ið tað var myrkt, og
fluttu út á bygd í fjøllini har.
Seinni føddi Kelling 13 børn, og vóru
tað alt dreingir, sum hon og maður
hennara elskaðu. Men lukkulig bleiv
hon ikki, o nei. Trellið átti eina ást-
konu, og flutti hann frá Kelling og 13
dreingjum, sum hann var pápi at.
Kelling og dreingir hennara máttu tí
liva uttan Trella, og vóru dreingirnir
líkaglaðir um tað. Og tríggjar dagar
seinni sang Kelling hendan sangin:
Átti eg mann, sum penur var.
Eigi eg óvin sum genta var.
Eigi eg born sum eg elski nú,
men ikki havi eg mann sum eg
elska kann
Sega eftir Sólrúnu Hraunfjorð.
ær pt
Fo
Am