Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-06-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 63 — 5. juni 1987 Ein ódámlig søga: Uppsagdur í elefonini — Fyrst skuldsetti stjór- in á Tvøroyrar flakavirki virkandi — vrakieftirlits- mannin fyri at royna at skada virkid, og bad Vrakarastovnin seta annan mann. Tá vrakieftirlitsmað- urin royndi at fáa Vrak- arastovnin at reinsa seg undan skuldsetingini, fekk hann í staðin sekk in — uttan grundgeving og uttan uppsagnartíð Eftir telefonsamrødu vid yvirvrakaran var hann knappliga vorðin arbeiðsleysur. Ber til at koyra fólk úr al- mennum starvi uttan skrivliga uppsøgn og uttan uppsagnartiå? Eru nøkur orå i telefon- ini nóg mikið til at gera ein mann arbeiðsleysan? Tað heldur Haldur Han- sen, yvirvrakari. Og tað heldur Føroya Landsstyri eisini. Nå fær Landsstyrid høvi til at verja hetta sjåldsama sjónarmið í rættinum. Poul Michelsen, fyrr- verandi vrakari og vraki- eftirlitsmaður á Tveroyri, hevur stevnt Landsstýrin- um eftir 530.000 kr. um- framt rentu. Hann stevnir, tí hann í mars 1986 uttan grundgeving og uppsagnarfreist varð koyrdur úr starvi sínum. Soleiðis stendur í stevn- Sjálvur hevur Poul Michelsen tó varhugan av, hví hann varð koyrdur: — Eg havi hildið meg til mítt arbeiði og roynt at gjørt mítt besta fyri at fáa eina so góða veru sum gjørligt. Og tað hevur ikki líkað teimum Royndi at skaða virkið Við »teimum« sipar Poul Michelsen til m.a. stjóran á Tveroyrar flakavirki, Hera Mortensen. Tí tað var eitt bræv frá Hera til Haldur Hansen, dagfest 23. september 1985, sum byrjaði ta hendingareð, fyribils er endað við stevn- ingini, dagfest 28. november 1986. Í hesum brævi Heri Mortensen m.a.: „Ég eri sannferdur um, at Poul Michelsen hevur roynt at skaða virkið við tvær ferðir at senda flak, ið skuldi burtur, til Havn- ar til kanningar uttan okk- ara kunnleika«. Heri Mortensen fekk trý fólk at skriva undir og vátta, tað hann sigur í brævinum er beint. Hesi trý eru Napoleon Nolsee og Niels Pauli Thomsen, formenn, og Sonja Peter- sigur Haldur Hansen : — Vildi ikki taka sakina aftur — Vit eru ikki vanir at liggja í sak við okkara egnu menn, so eg bað hann taka málið aftur. So kundi hann sita sum vrakieftirlitsmaður til 1. mai, tá Magnus Jespersen skuldi taka við starvinum, og so halda fram sum vrakari eftir tað. Men tað gjerdi bann als ikki, var svarið. Okay, segði eg 80, so ert tú uppsagdur frá nú av Soleiðis minnist Haldur Hansen, yvirvrakari, tele- fonsamreðuna við Poul Michelsen. Hann sigur, at Poul segði, landsstýrismenn høvdu sæð brevini frå Hera Mortensen til Vrak- arastovnin og hetta skuldi havt gjert, hann ikki fekk starvið sum vrakieftir- litsmaður. Men hesum vísti Haldur aftur. Ongin hevur sæð brevini uttan hann sjálvur. Og tey hevdu onga ávirkan á starvssetanina. Poul Michelsen hevði íkki blivið innstillaður til starvið kortini, skilst á yvirvrakaranum. Haldur Hansen sigur, at Vrakarastovnurin fyrr hevur sagt fólki upp munnliga, uttan tað hevur fingið avleiðingar. — Men hann vildi hava Vrakarastovnin at reinsa sen, kontrollantur á flaka- virkinum. Sakferarin hjá Poul Michelsen hevur skrivað teimum trimum bræv og gjert tey varug við, tey kunnu blíva stevnd fyri ærumeiðing og kravd eftir endurgjaldi, taka tey ikki aftur skuldsetingarnar um, at Poul hevur roynt at skaða virkið. Bíeiv ikki reinsaður Tann 28. oktober 1985 skrivaði so Poul Michel- sen til arbeiðsgevara sín, Haldur Hansen, yvirvrak- ara, og bað um at verða reinsaður fyri skuldseting- arnar um at royna at skaða Tveroyrar flaka- virki. Men tað hevði yvirvrak- arin ongan hug til. Hann valdi heldur at fara í part við Hera Mortensen. Tá onki hendi, fór Poul Michelsen í februar 1986 til sakførara við málinum. Sakferarin skrivaði 27. februar til Haldur Hansen. Hetta gjerdi, at Haldur ringdi til Poul og bað hann taka aftur málið. Poul Michelsen: — Eg svaraði nei, tað kundi eg ikki, tí so gjerdi eg meg sekan í stórari brotsgerð. Nå, so ert tú ferdigur sum vrakieftirlitsmaður og vrakari frå i kvøld! Takk fyri gott samarbeiði, svaraði Haldur. Sakferarin fór eftir hetta til Landsstýrið við málinum og bað tað finna eina loysn. Tað gjørdi Landsstýrið ikki. Og 31. oktober 1986 skrivaði sakferarin aftur til Landsstýrið og stílaði hesa ferð brævið til Kjart- an Hoydal, fiskivinnu- stjóra. Hetta brævið endar við hesum orðum: „Um eg ikki havi frætt aftur áðrenn 14 dagar, verður málið uttan aðra ávaring lagt fyri Feroya rætt«. Og tað varð málið 28. november 1986. hd Haldur Hansen heldur ikki, Poul Michelsen ætlaði at skaða Tveroyrar flakavirki. Men tað er ikki Vrak- arastovnurin, sum skal reinsa hann undan hesum skuldsetingum. seg fyri skuldsetingarnar hjá Hera Mortensen um, at hann royndi at skaða Tvercyrar flakavirki? — Ja, tað mugu so teir um. Eg kann ikki fara at siga, hvat Heri skal siga ella ikki. So mátti hann lagt sak móti Hera. — Heldur tú sjálvur, hann hevur ætlað at skatt virkið? — Nei, tað haldi eg ikki. Men hasir menninir hava ikki verið á bylgjulongd. Haldur Hansen greiðir frá, at eina ferð gjerdi Heri Mortensen vart við, at Poul Michelsen hevði vrakað ov strangt. — Tá fór eg sjálvur suður við einum vrakara afturat og vit gjegnum- gingu partíið og tað var ov strangt vrakað. Har blivu tveir triðingar góðir í stað- in fyri ein. Annars heldur Haldur Hansen, at Poul Michel- sen átti at havt steðgað flakinum áðrenn tað fór um borð á farmaskipið, tað hevði verið tað einasta rætta. hd Síða 5 | Arbeiddi sum | | vrakari i yvir 30 år Poul Michelsen å Tvør- oyri byrjadi longu i fimtiårunum at arbeiða sum vrakari og í nógv ár var hann tiltaks- vrakari. Men í januar 1973 setti Landsstýrið hann í starv sum vrak- ari. Í 1981 byrjaði Poul at avloysa vrakieftir- litsmannin á Tveroyri, tá hesin var sjúkur ella hevði summarfrí. Og síðani juni 1983 var hann vrakieftirlitsmað- ur burturav til hann í telefonsamreðuni við Haldur Hansen fyrst í mars 1986 misti hetta starv. Hann helt tó ikki, hann kundi tveita alt frá sær frá degi til dags. Í samráð við sak- ferara sín helt hann fram sum vrakieftir- litsmaður mánaðin út. Tænastumannastarv- ið sum vrakieftirlits- maður í Tveroyrar vrakarademi varð ann- ars leyst í apríl 1985, tá tann, sum var í starv- inum doyði. Starvið varð lýst leyst um heystið 1985 og freistin at sekja var úti 2. de- sember 1985. Hóast hann hevði tað sitandi á sær, at hann hevði roynt at skaða Tveroyrar flakavirki, sekti Poul Michelsen um starvið. Hann frætti onki aftur, fyrr enn hann í mars 1986 hoyrdi í Útvarpinum, at Magnus Jespersen, formaður á Tveroyrar flakavirki, hevði fingið starvið. Poul Michelsen var 63 ár, tá hann bleiv frá- koyrdur. Tað kom tí illa við hjá honum, tí hann um fá ár skuldi farið frá við pensión. Í stevningini verður eisini tikið fyrivarni um at broyta endur- gjaldskravið samsvar- andi tí, at Poul heldur seg hava tænastu- mannarættindi sum vrakieftirlitsmaður og tí sjálvandi eisini rætt til tænastumanna- pensión. — Eg havi fingist við fisk alla mína tíð og tað kendist tí lemjandi knappliga at verða blakadur úr samfelag- num, 63 åra gamal. Eg havi gingið arbeiðs- leysur, men nú eri eg so smátt farin at arbeiða aftur, sigur Poul Michelsen, sum ikki góðtekur, hann uttan grundgeving og uttan uppsagnarfreist varð koyrdur úr almennum starvi, sum hann metir seg hava rekt til lítar og eftir bestu sann- fering. Og hann vil heldur ikki hava sit- andi á sær, at hann royndi at skaða Tver- oyrar flakavirki, tá hann í september 1985 sendi Heilsufreðiligu Starvsstovu royndir av kongafiski, sum skuldi til Vesturtýsklands. hd